Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 105 - 5. juni 2009 Á borgarafundi í Nólsoy mikukvøldið greiddi Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, frá støðuni við nýggjari nólsoyarferju. Sum støðan er í løtuni, er Ternan helst frægasta og einasta loysnin BORGARAFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Lagt var upp til konstruktivt kjak um farleiðina Tórs­ havn­Nólsoy á borgarafund­ inum í skúlanum í Nólsoy mikukvøldið. Ætlanin var, at bæði Strandferðslustjórin, Bogi Mortensen, og lands­ stýrismaðurin í sam­ ferðslumálum, Jóhan Dahl, skuldu verða við á fundin­ um, men landsstýrismaðurin var á útferð við starvsfólki úr Vinnumálaráðnum hetta kvøldið, og tí møtti bert Strandferðslustjórin. Tað fekst tí eingin politisk útmelding á fundinum, men kjakið gjørdist kortini áhugavert og konstruktivt. Bogi Mortensen greiddi frá, at Strandferðslan hevur gjørt ymsar royndir í vár við at seta ymisk skip inn á ymsar farleiðir fyri at fáa eina mynd av, hvussu hetta royndist. Másin varð tikin úr sigl­ ing á svínoyar­ og fugloyar­ leiðini og Ritan sett inn í staðin. Samstundis varð Sam tikin úr kallsoyarsigl­ ingini og settur á nólsoyar­ leiðina, meðan Ternan røkti rutuna út í Kallsoynna. Hóast Sam á ongan hátt nøktar neyðuga tørvin á nólsoyarleiðini so vísti royndin, at nólsoyingar eru sera áhugaðir í einari loysn, sum ger tað møguligt at flyta bilar um fjørðin. Soleiðis vóru einir 20 bilar í Nólsoy um páskirnar, og hóast tað ikki stóðst tann stóra koyringin av hesum har úti, so vóru tað ógvuliga nógvir nólsoyingar, sum vóru fegnir um hendan møguleikan. Besta loysnin Fyri tveimum árum síðani vóru umboð fyri landsstýrið og strandferðsluna í Nólsoy saman við umboðum frá kommununi, og tá varð løgd fram ein ætlan um nýtt skip til nólsoyarfarleiðina. Síðani hetta er eitt løg­ tingsval farið fram, nýggj samgonga kom til undan núverandi samgongu, men samstundis hevur ein altjóða fíggjarkreppa gjørt um seg, og fyritreytirnar eru munandi broyttar. Skipið, sum talan var um at byggja, var skræddara­ seymað til farleiðina um Nólsyarfjørð. Byggitíðin til hetta skipið er mett til hálvt­ annað til tvey ár, og kostn­ aðarmetingin liggur millum 40 og 50 milliónir krónur. Men sum tíðirnar eru nú, eru eingir pengar til at byggja slíkt skip fyri. Hinvegin hevur Strand­ ferðslan nú gjørt sær sínar tankar um, hvat so er til ráða at taka. Bogi Mortensen greiddi frá, at settar eru 3,5 milliónir av til eitt skip á svínoyar­ og fugloyarleiðini, men tað sigur seg sjálvt, at tað verð­ ur ógjørligt at fáa eitt nýtt – ella fyri tann saks skuld gamalt – skip fyri so lítlan pening. Strandferðslan hevur tí sent Vinnumálaráðnum eitt uppskot um at nútímansgera Ternuna, so hon líkur øll neyðug krøv, og síðani at seta hana inn í nólsoyar­ siglingina. Barlast tangar og slengri­ kjølar skulu setast í skipið, ein lyfta skal somuleiðis byggjast, umframt umvæl­ ingar í salong og á sanitera økinum. Í alt verður roknað við, at ein slík umbygging og modernisering av Tern­ uni fer at kosta 8,5 milli­ ónir. Samstundis skulu ábøtur gerast umborð á Rituni fyri 900.000 krónur, so samlaði kostnaðurin fyribæði skip­ ini verður mettur til 9,4 milliónir krónur. Mangla fýra milliónir Stjórin á Strandfaraskipum Landsins upplýsti, at verða tær 3,5 milliónirnar fluttar frá norðoyggjaskipi til hesar umvælingarnar, og megnar Strandferðslan sjálv at finna tvær milliónir krónur, so sum stjórin roknar við, koma tað at mangla fýra milliónir krónur í at fáa verk­ ætlanina at hanga saman. Hesar fýra milliónirnar verður so neyðugt hjá fíggj­ arnevndini at játta til Strand­ ferðsluna sum eina eykajáttan. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Havnar kommunu, gjørdi greitt, at kommunan ikki fór at hjálpa til fíggjar­ liga fyri at fáa loyst hendan trupulleikan, men hann lovaði hinvegin, at teir skuldu arbeiða tætt saman við Strandferðsluni at fáa gjøgnumført hesa loysnina. ­ Kunnu vit verða við til at trýsta landsmyndugleik­ arnar og á tann hátt verða við til at gera okkara ávirk­ an galdandi, so vilja vit sjálvandi fegnir gera tað, segði Heðin Mortensen. Men uttan mun til, hvør loysnin verður, so verður neyðugt at byggja okkurt slag av einari ferjulegu í Nólsoy. Henda er ikki við í útrokningunum hjá Strand­ ferðsluni, og sambært býtin­ um millum land og komm­ unur, er hetta ein landsupp­ gáva. Annars var tað áhugavert, at eingin av fundarluttak­ arunum hevði nakað ímóti, at Ternan verður (fyribils)­ loysnin á nólsoyarleiðini, hóast nólsoyingar eru full­ greiðir um, at tað fer at kosta nakrar avlýsingar á vetrardegi. Ternan frægasta og einasta alternativ Einir 20 bilar vóru fluttir um nólsoyarfjørð meðan Sam røkti rutuna fyri Rituna um páskirnar Myndi: Leo Poulsen Bogi Mortensen greiddi frá møguleikunum fyri ferjusambandi millum Tórshavn og Nólsoy. Mynd: Áki Bertholdsen Tíðin farin frá fyrstu døgum Á borgarafundinum í Nólsoy mikukvøldið varð tosað um eitt nú ferðaætlanina hjá Rituni og hjá møguligum øðrum skipi á farleiðini. Ført varð fram av fundarfólkinum, at tíðin var farin frá at skipini ikki sigldu fyrsta páskadag, fyrsta hvítusunnudag, nýggjársdag og so framvegis. Víst varð á, at hjá fólki, sum eru bundin allar vanligar gerandisdagar og leygardag eisini, eru slíkir dagar nærum einasti møguleiki at vitja á øðrum oyggjum. Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, metti, at hetta so líðandi fór at koma inn í ferðaætlanina, og at skipini hjá Strandferðsluni fóru at sigla hesar fyrstu dagarnar. Tó vildi hann ikki lova, at hetta eisini fór at verða galdandi fyri fyrsta jóladag. Eisini vildi fólk vita, hví tað ikki ber til at gjalda við gjaldskorti umborð á Rituni. Hesum visti strandferðslstjórin ikki av, og tað skiltist á lagnum, at hann fór at taka stig til, at hetta frameftir fer at lata seg gera.