Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NORÐOYASTEVNA 8 Nr. 105 • 5. juni 2009 Klaksvík: Tað tekur eina løtu fyri ein ókunnugan at koma niðan Millum Hjalla. Men komin niðan hagar, er lætt at finna fram til staðið á niðaru síðu, har Thorleif Eyðun og konan fara at búgva í framtíðini. Á vegnum omanfyri húsini stendur ein bingja við eyðkenda merkinum “Buison” á og framman fyri standa nakrir bilar. Við húsagrundina eru tveir mans til arbeiðis í góðveðrinum henda mikudagin í farnu viku. Thorleif Eyðun sjálvur er í arbeiðsklæðum, men hevur ein lítlan steðg beint nú, ið hann hevur fingið vitjan av pápanum, Thorleifi. Hann skal gera onkur ørindi inni í býnum, og ætlar sær so at koma niðan aftur. Á norðursíðuni er Kristoffur Joensen frá byggifyritøkuni í ferð við at leggja seinastu hondina á ein platt niðanvert trappuna. Sementið er koyrt á, og nú skal slættast. Lætt er at síggja, at hetta er ikki fyrstu ferð at hesin maðurin ger slíkt arbeiði. - Ja, hvat dámar tær húsini. Og tú, hvat heldur tú um útsýnið heruppi. Er tað ikki heilt fantastiskt?, spyr Thorleif Eyðun. Hann viðgongur, at hann og konan vóru ikki heilt samd um, hvat grundøki tey skuldu hava her Millum Hjalla. Hann vildi fegin hava eitt øki, har ein kundi síggja yvir heimbýin, meðan konan heldur ynskti at hava útsýnið yvir víkina, Kalsoynna og allan vegin norður í Haraldssund. Og sum so mangan, var tað hon sum fekk avgerandi orðið! - Men í dag angri eg ikki, at vit valdu hetta grundøkið her á sólsíðuni. Her verður gott at búgva, slær Thorleif Eyðun fast. Betonkiligheitir Teir, ið hava bygt sær hús kenna helst alt til, hvussu ein frammanundan lívsverki sínum, hugsar um, kannar, spyr seg fyri og fær hugskot út frá tí, sum aðrir hava gjørt. Júst hetta sama hevur Thorleif Eyðun gjørt, ta tíðina hann arbeiddi sum rørsmiður. Her var hann við til at gera rørarbeiði í mongum húsum, sum sjálvandi vóru innrættað á ymiskan hátt. - Eg hevði góðar møguleikar at hyggja eftir innrættingini. Og út frá øllum hesum havi eg so funnið fram til ta loysnina, sum okkum í øllum førum dáma best, sigur hann við einum brosi. Hann hevði frammanundan bíðað í nøkur ár eftir at fáa eitt grundøki í heimbýnum, Klaksvík. Men sum hann sigur: - Eg havi gingið í hægri skúla, og tí er tað faktiskt ikki fyrrenn nú, at eg havi fingið umstøður at kunna fara undir bygging av mínum egnu húsum! Eftir at hava bíðað eitt skifti eftir einum grundøki, fekk hann umsíðir bjóðað hetta økið, sum liggur rættiliga norðarlaga og ovarlaga í býnum. Hóast hann so inniliga ynskti sær eitt øki, var hann als ikki fegin beinanvegin, tá hann fekk at vita, hvar hetta økið lá. Hinvegin var fyrimunurin tann, at hesi økini vóru munandi bíligari enn tey sum lógu tættari býnum. On the sunny side of Klaksvík Langt er millum hamarsløgini í fiskivinnu høvuðsstaði okkara. Fíggjarkreppan hevur rakt vinnulívið hart, og tað hevur gjørt sítt til at hugurin at seta føtur undir egið borð er minkaður niður í nærum einki. Millum tey fáu sethúsini sum eru í gerð, er eitt uppi Millum Hjalla. - Eg veit ikki rættiliga, nær tey verða liðug. Men tá vit flyta inn, kunnu vit í øllum førum síggja fram til eitt sera vakurt útsýni heruppi frá, sigur eigarmaðurin, Thorleif Eyðun Petersen úr Klaksvík Liðugt, tá tað verður liðugt Tað eru fá hús í gerð í Klaksvík í løtuni. Onkur hevur nevnt eitt so lágt tal sum tvey, harav húsini hjá Thorleif Eyðun Petersen eru annað teirra. Her á vegnum Millum Hjalla eru hansara hús tey einastu. Tað kann kanska tykjast eitt sindur óinteressant og lítið hugaligt fyri eina barnafamilju at seta búgva so isolerað og langt burtur frá fólki. Kanska verður ikki so einsligt hjá nýggju familjuni her á vegnum so leingi aftrat. Tvey útgrivin øki eru longur heimi móti býnum, men annars veit hann ikki um aðrar, sum ætla sær at byggja í næstum. - Eg havi skilt, at ein annar maður ætlar sær í gongd nakað skjótt, men eg veit ikki rættiliga, sigur hann. Hvussu nógv húsini endaliga fara at kosta, verður einki sagt um. Tað hjálpir tó væl til við kostnaðinum at hann kann gera nógv sjálvur, og at familja og vinir taka eina hond við í arbeiðinum. Thorleif Eyðun, sum siglir úti, hevur tí heldur ikki sett nakra tíðarætlan fyri, nær tey fara at flyta inn. - Eg havi arbeitt í so nógvum húsum, og eg veit tí, hvussu trupult tað er at gera eina tíðarætlan fyri, nær fólk kunnu flyta inn. - Eg sigi bara sum so: Verður tað liðugt á jólum í ár, so er tað gott. Men verður tað ikki liðugt á jólum, ja, so verður tað ikki liðugt á jólum! – Eg sigli úti, men tá eg so eri heima brúki eg næstan hvørja løtu heruppi í húsinum, greiðir Thorleif Eyðun frá. Hann fær eisini góða hjálp frá familju og vinum til lívsverk sítt. Kristoffur Joensen frá Buison dugir sítt handverk Mynd: Jens Kr. Vang