Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 105 - 5. juni 2009 Er tú ikki á Facebook, er tú ikki til. Soleiðis er tilveran næstan blivin, og so væl­ umtókt er sosiala netverkið Face book blivið, at næstan hvørt mannsbarn hevur eina vangamynd á Face­ book. Men alt er ikki bara dansur á rósum viðvíkjandi Face book. Serliga er tað løg frøðin handan Face­ book, ið kann elva til høvuð brýggj. Face book hevur nevni liga rætti­ liga nógvar treytir, ið tú skal góðtaka, tá tú fert á Facebook. Eitt nú gevur tú Facebook eina rúgvu av rættindum, til millum annað frítt at nýta ella geva víðari upp lýs ing­ ar og myndir, ið tú leggur á Facebook, til ein triðja­ mann at nýta. Hetta letur seg gera, av tí at Facebook er heimahoyrandi í Kalifor­ nia í USA, og tí virkar eftir teirri lógini. Men ivamál hava stungið seg upp, hvør lóg er gald­ andi tá danskur, føroyskur ella annar brúkar, ið ikki er bú sitandi í Kalifornia, ger sær eina vangamynd og legg ur upplýsingar út á Facebook. Hetta hevur nú fingið danska dátueftirlitið at seta seg í samband við Face­ book, har tey vilja hava greitt spurningin, hvør lóg er galdandi, og hvørjar manna gongdir verða nýttar. Hetta hava tey ikki fingið svar uppá enn, men tá svar kem ur, fer hetta væntandi at skapa fyridømi til hini norður londini, og harvið eisini Føroyar. Vit verða øll eyggleidd Tað er næstan ikki mark fyri, hvussu statir, stovnar, stjórar og onn ur vilja sleppa at hava eftirlit við fólkum. Dátueftirlitið hevur seinas tu tveir dagarnar verðið vert ur fyri norðurlendskum dátu­ eftir lits fundi, har ymisk við ur­ skif ti og spurningar, sum hava stung ið seg upp í ymsu londunum sei nasta árið, eru viðgjørdir. Um framt umboð fyri Dátu­ eftir litið, vóru eisini umboð úr Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svø­ ríki og Danmark. Føroyar hava luttikið á norðurlendska fundi­ num síðan 2004. Fleiri áhugaverd evni vóru við­ gjørd á fundinum í ár, eitt nú starvs fólkaeftirlit, eftirlit við vak­ mynda tólum, eftirlit við nýtslu av GPS, sosial netverk sum Facebook og onnur og elektroniskar sjúk­ linga journalir, ið fyri kortum er tikn ar í nýtslu í Føroyum. Niðan fyri prenta vit stuttar grein­ ar um fleiri av hesum ymisku mál­ u num, ið hava verið viðgjørd. Eftirlit Lagt til rættis: Rógvi Nybo, rogvi@sosialurin.fo Eitt av evnunum, ið norðurlendsku dátu eftir­ litini hava viðgjørt á fundinum í Føroyum, er nýtsla av GPS – Global Posi tion ing System – til eftirlit av fólki og tingum. Tað er føroyska Dátu­ eftirlitið, ið tók hetta upp til viðgerð, eftir at tey hava fing ið fleiri fyrispurningar um hetta í Føroyum, og tí hava fleiri mál, ið liggja og bíða eftir eini avgerð. Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátu eftirlitinum, greiðir frá, at tey tóku tað upp á hes um fundinum, til tess at fáa eina hóming av, hvørja støðu hini londini hava í slí k um málum. ­ Í onkrum lond um skilja tey mill um, um tað er at seta GPS á fólk ella um tað er á lutir. Eitt nú kann tað verða góð tikið, um eitt ar beiðspláss setur GPS á bilin við tí fyri eyga at effek­ tivi sera raksturin. Men tá talan er um at seta GPS á fólk, so er man nógv meira aftur haldandi, greiðir In gunn Eiriksdóttir frá. Eftirlit ella umsorgan Ingunn Eiriksdóttir greið ir frá, at í summum før u m kann tað tó verða hent at nýta GPS til at halda eyga við fólkum, eitt nú innan ymisk serøki í for sorg ini. ­ Eitt nú til minnisveik fólk, sum blíva vekk og ikki finna heim, ella í psykia triini kann tað verða hent at nýta. Men tá skilir man eisini millum, um talan er um umsorgan ella eftirlit. Hon vísir á, at í Føroyum er tað í løtuni persóns upp­ lýs ing ar lógin, ið fevnir um slík mál, og at tað als ikki er nøktandi. ­ Í hinum londunum hevur man eina serliga lóg, ið regulerar hesi tingini. Í Før oy um er tað bara persóns upp lýsingarlógin, ið fevnir um alt økið sum heild. Tað vil siga, at í Før­ oy um verður tað altíð ein met in gar spurningur, har vit skulu viga persónligt fræl si upp móti tørvinum á um sorg­ an. Men vit eru sum heild rættiliga aftur hald an di á hesum økinum, sigur Ingunn Eiriksdóttir. Kim Ellertsen, stjóri í norska Datatilsynet, greid di á fundinum hjá norður­ lendsku dátueftirlitunum frá, at Noreg nú hevur fing­ ið serliga lóg í gildi, sum staðfestir nakrar leið regl ur um, nær arbeiðs geva ri kann fara inn at »róta« í tingunum hjá starvs fólkum. ­ Í útgangsstøði er tín teldu post ur tín egni. Tín arbeiðsgevari hevur einki við hetta at gera sum so. Tað er tín upp gáva sum starvsfólk at skilja millum, hvat er privat samskifti og hvat hev ur týdning fyri arbeiðið ella arbeiðsplássið. Men er tú ikki har, so hevur arbeiðs­ geva rin ein lítlan rætt til at fara inn í tín teldu post eftir upp lýs in g um. Men so skal tá verða neyð ugt fyri dagliga rak st ur in av felagnum, greiðir Kim Ellertsen frá. Hann greiðir eisini frá, at ein onnur orsøk kann vera til at fara inn í teldupostin hjá starvsfólki, og tað er um grundaður illgruni er fyri at tú lekur út upp lýs­ ing ar ella loynidómar hjá ar beiðsplássinum. Men eisini tá eru greiðar lógir um, hvussu farast skal fram. ­ Er tú í feriu ella ikki á ar beiðs­ plássinum, skal tú hava boð áðrenn. Er tú ikki at hitta á nakran hátt, skal ein protokoll skrivast yvir alt sum verður gjørt, og helst skal eitt álitisfólk verða til staðar, tá stjórin fer inn á títt servarapláss ella inn í tín teldupost eftir upplýsingum, sigur Kim Ellertsen, stjóri á norska dátueftirlitinum. Vilja greiða lógar spurn­ ing við Facebook Stjórar einki at gera í tínum tingum GPS til eftirlit við minnisveikum ES skiftir sendiharra ES hevur boðað íslendsku myndugleikunum frá, at samveldið fer at seta sendiharrastarvið í Íslandi av nýggjum í heyst. Í løtuni er sviin Lerry Westerlund ES­sendiharri í Íslandi, men hann fer frá fyri aldur í heyst, og nú er avgjørt, at ungverjin János Herman tekur við eftir hann. Umframt Ísland røkir sendiharrin eisini ES­áhugamál í Noregi. János Herman arbeiðir í løtuni sum ráðgevi í uttanríkismálum á ES­høvuðsborgini í Bruxelles. Frammanundan var hann varauttanríkisráðharri í Ungarn eitt skifti, eins og hann eitt tíðarskeið var ungarskur sendimaður í NATO, skrivar NTB. Trolari á land Tað eydnaðist íslendska vaktar­ og bjargingarskipinum Týr at toga ísfiskatrolaran Sóley Sigurjóns leysan, eftir at trolarin var strandaður á einari grynnu í innsiglingini til bygdina Sandgerði. Tað gekk væl at fáa trolaran leysan, men undir bjargingini vildi so illa til, at ein loðsbátur, sum tók lut í bjargingini, holvdist. Tveir menn vóru í loðsbátinum, men teir vórðu bjargaðir í øllum góðum. Sóley Sigurjóns fór á land tíðliga gjáramorgunin, og skipið lá eini 35 stig á stýriborð, skrivar Morgunblaðið. Fimm menn vóru við trolaranum, men teir sluppu av skipinum í øllum góðum.