fríggjadagur 5. juni 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NORÐOYASTEVNA
7
Nr. 105 • 5. juni 2009
Norðoyri er gomul bygd, og er nevnd í skjølum frá
1584. Í dag er bygdin í støðugum vøkstri. - Hetta er eitt
paradís á jørð, sigur Hjørdis Hávarsá, sum hevur búð
her alt sítt lív. Á myndini eru eisini yngstu børn hennara
- Miriam sum er fýra ár og Karita sum er eitt
seinastu 25 árini.
Í 1985 vóru fá hús herúti, og tá
búðu einans 15 fólk á Norðoyri. Í
1988 var talið hækkað til 20, men
síðani hevur tað gingið skjótt og
støðugt framá. Í 1989 hækkaði
talið brádliga til 45, 10 ár seinni
var tað 72 og í fjør 83.
Hetta seinasta árið er íbúgv
aratalið hækkað við ikki færri
enn 14 fólkum. Og lítið bendi á at
vøksturin fer at steðga í bræði.
Hví tað er so, hevur Hjørdis
gjørt sær sínar hugsanir um.
Ein av hesum orsøkum er, at
kommunan hevur havt grundøki
at bjóða teimum, sum vildu
seta føtur undir egið borð her á
Norðoyri.
Fólk í Klaksvík hava líkasum
havt tvey støð at velja í: Annað er
har norðuri á Grashjalla og hitt er
herúti hjá okkum. Hon hevur hoyrt
fólk siga um hitt økið, at tað er
heldur vindhart, at tað liggur so
ovarlaga og at tað tí er skjótt til
kava haruppi.
Her á Norðoyri eru umstøðurnar
so, at ein breiður og góður vegur
tryggjar teimum samband við
umheimin. Her verður grivið
um veturin og her er eingin
brekka. Og so er tað í roynd og
veru nærum sama fjarstøða av
Norðoyri og av Grashjalla til
skúlarnar inni í Klaksvík.
Tað kann kanska tykjast
held ur langt at koyra út higar,
tí at tað ikki liggja so nógv hús
fram við vegnum. Men so man
held ur ikki gloyma, at tað er púra
slætt at koyra ella at ganga mill
um bygdina og býin, staðfestir
Hjørdis Hávarsá.
Missir sína sjarmu
Tað er veruliga so, sum Hjørdis
vísir á: Fá hús eru millum Klaksvík
og Norðoyri, har ein ístaðin koyrir
framvið fleiri virkisbygningum og
onkrum fjósi.
Tá komið er allan vegin út
á Norðoyri kann ein skjótt
staðfesta, at her hevur verið
góður møguleiki at ogna sær
grundøki og byggja sær egin hús.
Uttarlaga í bygdini sæst eitt
stórt tal av nýbygdum húsum,
her kommunan hevur staðið fyri
stórari útstykking.
Fólkið fegnast sjálvandi um at
bygdin veksur, men fyri Hjørdis
hevur henda gongdin kortini eitt
lítið MEN: Tað er ein ávísur vandi
fyri at tann hugnaliga bygdin
kann missa sína sjarmu orsakað
av fólkavøkstrinum.
Nei, eg veit ikki. Eg haldi, at
tað var eitt sindur hyggeligari
herúti, áðrenn tann breiði vegurin
kom. Tað var faktiskt eitt sindur
meiri bygdasligt!, sigur hon og
brosar.
Lítla dótturin, Karita gongur so
trúliga framvið barnavogninum.
Nú tímir hon ikki meiri alt hetta
roksið og tosið hjá teimum
vaksnu. Hon vil eisini hava
uppmerksomheit og fer rennandi
frá mammuni og yvir til ta eldru
systrina.
Mamman letst ikki um vón.
Hetta er hon so von við, nú tær
báðar spæla saman óræddar
á vegnum inni í barnavinarligu
bygdini. Í góðveðrinum í dag eru
tað serliga blómurnar framvið
vegnum sum hava fangað teirra
áhuga.
Brádliga hoyrist dunið frá
einum bili, sum nærkast bygdini.
Mamman er skjót yvir til tær
báðar genturnar, sum einki hava
hoyrt til bilin.
Jú, tað hevur sín fyrimun at
hava gott vegasamband við
Klaksvík. Men tað kann eisini
hava sín prís!
–––––––––––––––––––––––––––––
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
jensk@sosialurin.fo
Úr 83 upp í 97 fólk
Hagtølini frá Hagstovuni vísa greitt, hvussu fólkavøksturin
hevur verið á Norðoyri hesi seinastu árini.
Serliga stuttligt er at hyggja eftir vøkstrinum síðani
ársbyrjan í fjør. Tá búðu 83 fólk í bygdini, men sum við árslok
var hækkað til 97 tað hægsta nakrantíð.
Hesin vøksturin kom fyrst og fremst av at fýra børn vórðu
fødd í fjør, eitt fólk flutti úr útlandinum til Føroyar og at 12
fólk fluttu úr øðrum støðum í Føroyum og til Norðoyrar. Hóast
trý fólk flutt til onnur støð í Føroyum í fjør, so kann tað kortini
ikki vika tann veruleika, at fólkatalið er vaksið rættiliga nógv
í fjør.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár er eingin broyting hend í
fólkatalinum, og 1. apríl búðu sostatt framvegis 97 fólk á
Norðoyri.
Annars kann nevnast, at við ársbyrjan í ár vóru 15 børn
undir skúlaaldur. At elsta mannfólkið tá var 72 ár. At elsta
konufólkið og harvið elsta fólkið í bygdini var 86 ár.
Tað eru bert henda familjan sum ber eftirnavnið Hávarsá. Navnið kemur av
hesi ánni ella løkinum, ið rennir beint við nýggju sethús teirra
Norðoyri liggur tætt uppat náttúruni og er eitt dreymastað hjá børnum at vaksa
upp í. Ein slíkan góðveðursdag sum í dag ber alt til hjá Hjørdis og tveimum av
børnum hennara, Miriam og Karitu