fríggjadagur 5. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 105 - 5. juni 2009
tíðindi
Bjargaður
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Mánadagin 1. juni vaknar
34 ára gamli Jákup Pauli
Joensen á einum hotelli í
Rio. Hann tendrar sjónvarp
ið, og nú sær hann, at eitt
flogfar úr Brasiliu er dottið
niður. Lítla løtu seinni fellir
fimmoyrað. Hann kundi
verið umborð.
Hann er júst komin í land
av supplybátinum, Maersk
Buolder, har hann hevur
verið umborð í einar sjey
vikur, og nú er hann á veg
til Føroyar at endurnýggja
síni pappír. Men áðrenn tað
valdi hann at hava ein
hugnaligan dag saman við
konuni í Rio.
Á
hotellinum
hugsar
hann um skiparan, Lars.
Hann er dani, og skuldi
heim sunnudagin.
Fyrst hugsaði at, at tað
var heppið, at eg ikki var
við, og so hugsaði eg bara
um Lars. Um hann var við
har, men tað kom tíbetur
rættiliga skjótt fram, at tað
bara var ein dani við, og tað
var ikki Lars, greiðir Jákup
Pauli Joensen frá, sum nú
er heima hjá foreldrunum í
Klaksvík.
Men veruleikin er, at tá
flogfari sendi seinastu sign
alini og helst bleiv spjatt
yvir Atlantshav. Tá var Ják
up Pauli Joensen á konsert.
Ein konsert hann kundi fara
til, av eini einstakari bjarg
andi løtu.
Tað er eitt sindur betri at
ganga á Copacabana við
konuni enn at sita í einum
flúgvara, sum dettur niður,
heldur Jákup Pauli Joensen.
Bjargandi løtan
Men tað vóru fimm sekund,
sum bjargaðu klaksvíkingin
um í Rio, tí eitt lítið døgn
áðrenn vanlukkuna gjørdi
hann av at nýta ein dag saman
við konuni, hóast hann hevði
ov mikið at gera í Føroyum.
Tað er nokk ein løta eg
ongantíð fari at gloyma. Eg
var á niður av brúnni og skip
arin á veg upp. Nú segði
skiparin, at hetta var seinasti
møguleikin at broyta ferða
seðilin, og bað meg siga frá,
um eg vildi heim sunnudag
ella mánadag.
Eg bíðaði eina løtu at
svara. Kanska eini fimm
sekund. So greiddi eg skip
aranum frá, at eg heldur
vildi heim mánadag, so eg
kundi síggja konuna.
– Tað bjargaði mær, og eg
dugi ikki at ímynda mær
hitt valið, men soleiðis
hevði verið, um eg ikki
hevði konu har...
– So hevði verið liðugt,
sigur ein týðiliga rørdur
Jákup Pauli Joensen, sum
útvarpið hjá Kringvarpinum
var í samband við, so skjótt
hann var lendur.
Tíðindi berast skjótt
Hóast Jákup Pauli visti, at
hann var bjargaður, so visti
familjan heima í Føroyum
tað ikki, og stutt eftir, at
hann var vaknaður kom
fyrsta smsið.
Tað var eitt systkinabarn
í Havn, sum vildi vita,
hvussu eg hevði tað, og eg
skilji væl, at fólk vóru bang
in um meg, tí eg kundi verið
við, greiðir hann frá.
Tá hetta fyrsta smsið var
komið so bórust tíðindini
skjótt, og fólk í Føroyum
komu niður á jørðina aftur.
Og Jákup Pauli hugsar, at
tað hevði verið eitt sindur
syrgiligt, um hann var við.
Eg rokni við, at tað hevði
verið ein missur hjá mammu,
pápa, konuni og hinum, ella
tað vóni eg, sigur maskin
meistarin úr Klaksvík hálv
skemtandi.
Hugsar um hini
Men tað eru nógv, sum hava
mist, og tað hugsar Jákup
Pauli um, nú hann situr í
køkinum hjá foreldrum sín
um undir Hálsi í Klaksvík.
Tað má vera ræðuligt at
fáa boðini, at fólk eru burtur
í einum flúgvara. Og so
hini. Tey, sum sótu í flúgvar
anum og vistu, at nú nærk
aðist endin. Hvat hava tey
hugsað? Tey sendu jú sms
til síni elskaðu, so tey hava
vitað, hvat var ávegis, for
telur Jákup Pauli, meðan
eyguni fjakka eitt sindur og
leita meiri niður enn upp.
Torir at flúgva
Hóast hann kundi verið í
vanlukkuliga flúgvaranum,
AF 447, so torir Jákup Pauli
framvegis væl at flúgva.
Eg kann ikki tilláta mær
annað við arbeiðinum eg
havi, og tá eg fleyg úr Bras
iliu mánadagin, sovnaði eg
næstan
beinanvegin,
og
vaknaði ikki fyrr enn vit
fingu morgunmatin, greiðir
Jákup Pauli frá.
Hann greiðir somuleiðis
frá, at fólk vóru rólig alla tíð
ina á túrinum, hóast eitt sind
ur av ruðuleika var á flogvøll
inum áðrenn fráferð. Men
staðfestast kann, at Jákup
Pauli svav søtan blund, með
an hann fleyg yvir vraklutun
um á flúgvaranum, hann
kundi verið við.
Álit á kanningum
Klaksvíkingurin er somu
leiðis sannførdur um, at
møguleikin fyri at enda í eini
vanlukku er øgiliga lítil, og
at kanningarnar, ið verða
gjørdar av flúgvarum eru væl
úr honum greiddar, og hetta
upplivdi hann longu, tá hann
millumlendi í Paris ávegis til
Danmarkar mánadagin.
Eg skuldi skunda mær,
so eg kundi náa flúgvaran,
men tá vit komu í bussin á
flogvøllinum steðgaði alt.
Vit bíðaði ein lítlan tíma,
áðrenn klárt var at fara av
stað, og tá fingu vit ein ann
an flúgvara, tí okkurt smá
vegis var galið við tí, vit
upprunaliga skuldu við.
Kanska ikki tað besta at fáa
at vita, beint eftir eina tílíka
støðu, men tað vísir, at
trygdin er í hásætið, heldur
Jákup Pauli.
Flýgur aftur
sunnudagin
Í næstu viku skal Jákup
Pauli á skeið í Danmark, og
hóast hann torir væl at fara
á flog, so hugsar hann fram
vegis um valið hann gjørdi.
Eg eri ein trúgvandi mað
ur, so eg havi sjálvandi tosað
við várharra um hendingina,
og eg hugsi serliga um hasa
løtuna.
– Hvat nú um eg svaraði
skiparanum øðrvísi?
Men tað var júst hetta
val, ið bjargaði Jákup Paula.
Navn:
Jákup Pauli Joensen
Aldur:
34 ára gamal
Kona:
Fernanda Coelho
Foreldur:
Ivan og Oddvør Joensen
Arbeiði:
1. meistari á Maersk Boulder
(supply skip), seinastu trý árini
Bústaður:
Eitt sindur uttanfyri Rio í einum
grønum húsum
FAKTA um bjargaða mannin
Bjargaður frá flogvanlukku:
Konan bjargaði
Jákup Paula
- Eg vildi síggja konuna, áðrenn eg
fór heim, og tað bjargaði mær, sigur
Jákup Pauli Joensen, um avgerðina
at fara við einum øðrum flogfari
heldur enn AF 447. Tað var henda
avgerð, ið bjargaði 34 ára gamla
klaksvíkinginum frá at fara við flog-
farinum, sum mánanáttina datt
niður í Atlantshav
Andstøðan hevði vunnið
Var fólkatingsval í dag, hevði stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen,
forsætisráðharra fallið, tí andstøðan hevði vunnið valið rættiliga
greitt. Ein meiningakanning, sum Caparent hevur gjørt fyri DR
kringvarpið, vísir, at Sosialdemokratarnir, SF. Tey Radikalu og
Eindarlistin høvdu fingið 91 umboð á Fólkating, meðan Vinstri,
Konservativi og Danski Fólkaflokkurin høvdu fingið 84 umboð.
Tann stóri sigursharrin hevði verið SF. Á valinum í 2007 fekk
flokkurin 23 fólkatingslimir, men var val í dag, hevði hann sambært
kanningini hjá Caparent fingið 35. Hinvegin høvdu
Sosialdemokratarnir mist tvey umboð, var val nú.
Íslendingar ferðast heima
90 prosent av íslendingunum ætla sær at ferðast innanlands í
summar, og fólk ætla sær ikki at brúka so nógvar pengar til ferðir
sum undanfarin ár. Tøl hjá Ferðamálastovuni í Reykjavík vísa, at
tað er vorðið munandi dýrari hjá íslendingum at ferðast.
Flogferðir innanlands eru vorðnar 10 prosent dýrari, flogferðir
uttanlands 34 prosent dýrari, pakkaferðir innanlands eru dýrkaðar
14,7 prosent og pakkaferðir uttanlands heili 24,7 prosent. Afturat
hesum príshækkingum eru bilar, brennievni og rúsdrekka vorðin
dýrari, og tað økir ikki ferðahugin, skrivar Morgunblaðið.