fríggjadagur 5. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 • 5. juni 2009
NORÐOYASTEVNA
4
Árnafjørður: - Ja, koyr á. Kom
so - 1-2-3, og so spurta vit eitt
sindur!
Róðursmaðurin umborð á Katlu
- Ólavur Nybo av Viðareiði - veit
hvat tað snýr seg um. Og hann
vil fegin hava genturnar umborð
á Katlu at rógva seg til eitt gott
úrslit.
Tær eru farnar í bátin ein
vakran seinnapartin í farnu
viku, tá Sosialurin er í Árnafirði.
Huginum at rógva bilar einki, men
tað er kortini eitt sum skapar
órógv umborð: Tær eru ikki
fullmannaðar í dag.
Umborð á einum 5-mannafara
skulu tær helst vera seks í tali,
men hesa løtuna lá ikki væl fyri
í so máta. Tær eru bert fýra í
dag: Ásla kundi ikki koma henda
seinnapartin, og tann sætta hevði
boðað frá, at hon gavst at rógva
í summar. Og hetta hendir bara
fáar dagar frammanundan fyrsta
FM-róðrinum á Norðoyastevnu!
- Vit hava tó tveir eyka rógvarar,
men tær fáa ikki so verið við
í dag, siga hinar fýra spentu
genturnar umborð á Katlu - Silja
Michaelsen úr Norðdepli, Klara
Baldursdóttir úr Klaksvík, Sára
Petersen úr Norðdepli og Ruth
Jórun Sandvik úr Klaksvík. Tær
fýra ætla so í øllum førum ikki at
gevast á hondum!!
Til heiðurs fyri myndamann
okkara setast tveir dreingir við
hinar árarnar, og nú gongur tað
við ferð út eftir Árnafirði. Tað
ræður um at rógva væl og leingi,
tí stutt er til fyrstu stóru royndina
leygardagin!
Ivaleysa harður túrur
Tær fýra ídnu kappróðrargent-
urnar hava altíð havt stóran
áhuga fyri róðuri. Hetta kemur
ikki av ongum, tí í heimstaðum
teirra hevur henda ítróttargreinin
sera stóran áhuga.
Spyrt tú fólk í Árnafirði, er
eingin ivi um, at kappróðurin
her av sonnum er at meta sum
teirra tjóðarítrótt. Her hevur
kappróðrarfelagið eitt sera væl
útgjørt neyst, og alt verður gjørt
fyri at kappróðrarfólkið skal
føla seg væl og nærum borið á
lógvum.
Í ár er kortini fyrstu ferð, at
hesar fýra genturnar - Silja, Klara,
Sára, Ruth Jórun og tvær aftrat
- skulu setast við árar umborð á
Katlu at kappast við javnaldrar
teirra á firðum og sundum.
Tær løgdu tíðliga til brots í
vetur. Longu um mánaðarskiftið
november/desember byrjaðu
tær so smátt at fyrireika seg til
kappróðrarárið 2009.
Tað vísti seg tá, at ikki allar
varðveittu sama áhugan, og tí
vóru árarnar - ella rættari sagt
rógvimaskinurnar - lagdar á
hyllina eitt bil. Í januar mánaði
varð tó lagt til brots aftur av
álvara.
Tær plaga at renna her
úr neystinum og niðan til
tunnilsmunnan. Hetta er ein
rættiliga langur túrur, serliga tí at
brekkan niðan er so drúgv.
- Jú, hetta er ein ivaleysa
harður túrur, siga tær við ein
munn.
Afturkomnar til neystið setast
tær síðani við rógvimaskinurnar
restina av kvøldinum. Stóri spurn-
ingurin er, um hesar venjingarnar
eru nóg góðar til at útvega
teimum okkurt metall í summar.
Seriøsar
Tað er nakað síðani, at tær fýra
genturnar - Silja, Klara, Sára og
Ruth Jórun - á fyrsta sinni fóru í
bátin.
Um hetta mundið tóktist tað
kanska sum um rættiliga long
tíð var til fyrsta FM-róðurin á
Norðoyastevnu. Tá vit vitjaðu í
Árnafirði í farnu viku, var týðiligt
at merkja, at nú var ikki nógv tíð
eftir til tær fyrstu ferð skuldu
royna seg.
Fyrsta møguleikan og ta fyrstu
styrkiroyndina kundu tær fáa
seinasta leygardag á Strondum,
men tað er nú leygardag at tað
veruliga ræður um at vísa styrki
og hvat tær ætla.
Hvørja plasering tær fáa í
hesum fyrsta FM-róðrinum í
Klaksvík dugir eingin teirra at
meta um. Tær hava sjálvandi
møguleika at vinna róðurin, men
tær taka einki sum givið uppá
forhond.
- Vit kenna ikki enn so nógv til
hinar bátarnar. Vit hava hoyrt,
at summar manningar eru sera
seriøsar, bæði við venjing, kosti
og øðrum.
- Men so hoyra vit eisini um,
at aðrar eru ikki serliga seriøsar
og stríðast enn við at finna rætta
áralagið, siga tær fýra.
Sum hjá Rocky
Balboa
Ein av avgerandi treytunum fyri
røkka einum góðum úrsliti er
venjing, venjing og aftur venjing
og tað, at ein ikki missir mótið,
hóast báturin ikki var mannaður
fáar dagar undan Norðoyastevnu.
Ella sum Rocky sigur tað so
rámandi í filminum Rocky Balboa
frá 2006: “You, me, or nobody
is gonna hit as hard as life.
But it ain't about how hard ya
hit. It's about how hard you
can get it and keep moving
forward. How much you
can take and keep moving
forward. That's how winning
is done!”
(Tú, eg ella um nakar fara at
raka teg so hart sum lívið. Men
Tær rógva
fyri lívinum
Kappróður er tjóðarítrótturin í lítlu bygdini Árnafirði. Eingin
ivi um tað. Her hevur kappróðrarfólkið tær bestu umstøð
urnar, og her verður eisini alt gjørt fyri at bátarnir skulu fáa
góð úrslit. Vit ætla okkum ikki at verða aftast í ár, siga
nakrar av gentunum umborð á 5mannafarinum Katla, sum
róði fyrstu ferð í fjør
Serstakt at rógva
Í nógvum bygdum er tað so, at ein ávís ítróttargrein hevur
størstan áhuga millum fólkið.
Bygdirnar norðanfyri hava í størstan mun savnað seg um
kappróðurin. Og sigast kann, at úrslitini als ikki hava verið
av leið.
Tær fýra genturnar - Silja, Klara, Sára og Ruth Jórun -
halda allar, at tað er nakað serstakt at rógva kapp. Millum
úttalilsini eru hesi:
• Tað er ein summarítrótt
• Tær eru nógv úti
• Ein hittir fólk úr øllum landinum
• Tað krevur nakað av teimum
• Nógv fylgja við róðr unum og stuðla teimum á tann hátt
• Kappróður er somu leiðis ein partur av mentan og
samleika okkara.
• Og so er hetta eisini ein gomul ítrótt, sum haraftrat er
tjóðarítróttur okkara!