Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 105 - 5. juni 2009 8ŒaW|mmm$WjbWdj_Y$\e ;_dl[]_i"‘h Eg†hjg^cZg†gd`cVjg³aaVk\_³aY# &#%%%W†a^\^g[ZgVhZaVg i^ah³aj†_ja^d\Vj\jhi //+"# Tað var hetta val – at síggja konuna – sum syrgir fyri, at hann 29. juni sleppur í føðingardag hjá konuni, at hann sleppur at mynstra aft­ ur, og at hann sleppur aftur í fittligu grønu húsini eitt sindur uttanfyri Rio. Sambært BBC gekk tað soleiðis fyri seg, áðrenn AF 447 fór frá at vera eitt vanligt rutuflogfar til at vera ein sonn vanlukka. Síðan eru eisini fleiri upplýsingar komnir fram. Tó er ikki greitt, nær flogfari rakti Atlantshav, men frágreiðingar skulu vera klárar í endanum av hesum mánaðinum Sunnudagur 31. mai 23.03: AF 447 fer úr Galleao flogvøllinum í Rio de Janeiro, við kós ímóti for Charles de Gaulle flogvøllinum í París. Mánadagur 1. juni 02.33: Seinasta sambandi við flogfari, sambært brasilska flogvápninum 02.48: Flogfari fer av radaranum 350 kilometrar frá brasilsku strondini 03.00: AF 447 fer inn í øki, har ódnarveður er, sambært Air France 03.14: Fleiri sjálvvirkandi boð koma úr flogfarinum um trupulleikar við elektronikkinum 08:15: Air France ger av, at støðan er krittisk. Ætlanir verða gjørdar um krisusentur 10.10: Flogfari átti at lenda í Charles de Gaulle í Paris 10.35: Franskir flogmyndugleikar boða almenninginum frá, at AF 447 er burtur 11.17: Brasilska flogvápnið boðar frá, at fari er at leita eftir flogfarinum tætt við Fernando de Noronha oyggjarnar, sum hoyra til Brasiliu 11.36: Air France váttar, at felagið ongi tíðindi hevur frá flogfarinum 12.16: Franski orkumálaráðharrin sigur, at nú hevði onki brennievni verið eftir, og at mann nú kann rokna við tí ringasta. Hann staðfestir tó, at talan ikki er um eitt flográn 12.40: Brasilska flogvápnið boðar frá, at flogfari var komið langt inn yvir Atlantshavi, tá tað bleiv burtur 12.42: Air France váttar, at boð vóru komin um elektróniskar trupulleikar 13.13: Air France greiðir frá, at elekrónisku trupulleikarnir kunnu hava staðist av snarljósi 16.15: Boð koma, at størsti parturin av teimum 228 fólkunum eru úr Brasiliu, meðan fraklendingar og týskarar eisini eru umboðaðir 17.32: Talsmaður hjá Air France váttar, at 80 fólk eru úr Brasiliu og at týskarar, italiufólk, amerikanar, kinesarar, bretar og spaniólar eisini vóru við 17.51: Nicolas Sarkosy, franskur forseti, sigur, at møguleikin at finna fólk á lívi er »øgiliga lítil« 19.10: Air France leysgevur ferðafólkalistan, sum vísir, at tey flestu umborð vóru antin úr Brasiliu ella Fraklandi. 32 lond eru umboðað. Minst seks norðurlendingar vóru umborð Týsdagur 2. juni 13.30: Vraklutir verða sæddir úr brasilskum flogfari 650 kilometrar í ein landnyrðing úr Fernando do Noronha oyggjunum 21.09: Brasilskir myndugleikar vátta, at vraklutir eru funnir Mikudagur 3. juni 10.00: Almennur franskur serfrøðingur sigur, at vánirnar fyri at finna svørtu kassarnar ikki eru stórar, tí dýpið er stórt og botnurin óslættur Hósdagur 4. juni 18.30: Ivi verður sáddur, um nakrir vraklutir av AF 447 eru funnir Tað er ikki greitt, júst hvar og nær AF 447 rakti havyvirflatuna, men hesin grafikkur vísir, at flogfari rakti ódnarveður millum Suðurameriku og Afrika Longu í fyrradagin varð minningargudstænasta hildin fyri teimum, sum vóru við AF 447. Guds­ tænastan varð hildin í Notre Dame í Paris, og nógvar religiónir, sum vóru umboðaðar umborð, vóru eisini umboðaðar í stóra katedralinum í Paris, har tey deyðu vórðu mint. Gudstænastan endaði við yrkingini, fótaspor í sandinum, ella Passos sobre a areia, sum brasilski høvdundurin Ademar de Barros hevur skrivað í samband við hendingina. Umboð fyri Air France luttóku eisini til minning­ argudstænastuna. Tey vóru har fyri at syrgja yvir sínum starvsfeløgunum, samstundis, sum tey skip­ aðu fyri gudstænastuni. Minningar­ guds­tænas­ta mikudagin Útlendskir miðlar greiða frá, at mikudagin var minningar­ gudstænasta í Notre Dame í Paris fyri teimum, ið ikki vóru eins heppin og Jákup Pauli Joensen Nú er Jákup Pauli Joensen heima hjá foreldrum sínum í Klaksvík, meðan hann fær nøkur pappír í lagi. Men tað vóru bara fimm sekundi av umhugsni, sum bjargaðu 34 ára gamla klaksvíkinginum Mynd: Jens Kristian Vang AF 447 minutt fyri minutt Fis­kimenn tjena minni Hóast danskir fiskimenn hava fiskað meiri higartil í ár enn um somu tíð í fjør, hava teir fingið minni burturúr. Ein uppgerð fyri fýra teir fyrstu mánaðirnar av árinum vísir, at 10 prosent meiri kom upp ´land, men at inntøkan hjá fiskimonnunum kortini var 15 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Ein talsmaður fyri fiskimenninar sigur við Ritzau, at altjóða fíggjarkreppan hevur skyldina av gongdini, tí kreppan hevur gjørt, at prísurin á øllum fiski til matna er fallin munandi. Talsmaðurin leggur afturat, at danski fiskiflotin kann ikki halda fram við verandi umstøðum leingi afturat. Bankar mugu s­kapa álit Í einari nýggjari meting av teimum donsku bankunum skrivar Tjóðbankin, at nógvir bankar kunnu fáa trupulleikar, um fíggjarkreppan verður drúgv og hørð. Í metingini skrivar Niels Bernstein, tjóðbankastjóri, at bankarnir mugu fyrireika seg til, at tann jaliga ávirkanin av teimum báðum almennu bankapakkunum verður ikki varandi. Stjórin skrivar, at bankarnir noyðast at arbeiða fyri at endurreisa álitið og at fremja neyðugar tillagingar, so teir ikki fáa trupulleikar, tá bankapakkarnir missa sína ávirkan. Tjóðbankastjórin hevur skrivað tilmælini eftir at hava kannað 14 teir størstu bankarnar í Danmark, skrivar Ritzau.