Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NORÐOYASTEVNA 5 Nr. 105 • 5. juni 2009 tað snýr seg ikki um, hvussu hart tú slært. Tað snýr seg um, hvussu hart tú tekur ímóti tí og kortini heldur áfram. Hvussu nógv tú kanst taka ímóti og halda áfram. Tað er at vinna!) Tær hava lagt venjingina so praktiskt til rættis sum yvirhøvur tilber. Tær byrja tíðliga, og eru tí so mikið tíðliga lidnar, at stundir eisini eru til skúlating, repetering til royndir og onnur áhugamál. So koma úrslitini helst fyrr ella seinni. Hetta vita genturnar umborð á Katlu eisini, og tað fingu tær so sanniliga eisini at merkja leygardagin, tá róð varð um kapp á Strondum. Tá gekk hvørki verri ella betri enn at tær komu ikki á mál, av teirri einfaldu og sera keðiligu orsøk, at nøglin fór úr. Hetta hevur kortini ikki fingið tær at leggja árarnar á hillina. Tær leggja nóg fyri - og okkurt eisini til viks! - fyri at kunna venja tað sum krevst fyri at gera seg galdandi í fremstu kappróðrarrøð í summar. seinni. Kanska oddasessurin eisini! - Vit ætla okkum so ikki at verða aftast. Tað vilja vit for alt í verðini umganga, siga tær fýra við ein munn. ––––––––––––––––––––––––––––– Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fyrstur at vinna trý FM-heiti á rað Árnafjørður er ikki nýggj kappróðrarbygd. Í 1964 tóku árnfirðingar seg saman at manna ein bát fyri at royna seg í kappróðri. Hetta varð so gjørt, men ikki kann sigast, at tað gekk av tí besta, tí báturin endaði heldur aftarlaga hetta árið. Men hetta vildi teir ikki á sær sita, so tá teir høvdu róð á Ólavsøku 1964 fóru teir beina kós niðan til bátabyggjaran, Niclas í Koltri, har teir bóðu hann smíða ein nýggjan Árnfirðing. Í 1965 gekk betur, men tó rukku teir ikki tað mál, ið teir høvdu sett sær fyri, altso eitt FM-heiti. Tað bragdaði fyrst í 1966, tá Árnfirðingur gjørdist FM-vinnari hjá áttamannaførunum. Árnfirðingur vann heili trý FM-heiti á rað, í 1966-1967- 1968. Hann var tann fyrsti, sum vann trý FM-heiti á rað hjá áttamannaførunum. (Kelda: arf.fo) Árnafjørður er frá Skaparans hond sera væl egnaður til mangt og hvat: Bæði til aling og ikki minst til venjing hjá einum kappróðrarbáti. Tað eru kortini aðrir, sum eisini hava gott eyga á Árnafirði. Tað eru mastrarhvalirnir, og hetta fingu genturnar umborð á Katlu at merkja undir eini venjing í farna mánaði. Tær vóru farnar nakað langt út á fjørðin, tá tær brádliga sóu okkurt røra seg í sjónum. Tær trúðu fyrst at hetta vóru tvær nísur, men tað vísti seg, at hetta altso vóru tveir mastrarhvalir. Tær gjørdust ikki sørt kløkkar av hesi óvæntaðu vitjanini. Tær tóktust ráðaleysar eina evarska lítla løtu og skríggjaðu eitt sindur, men tóku seg so saman og róðu bátin inn ímóti aliringunum. - Vit hava faktiskt ongatíð róð so gott og so skjótt sum akkurát ta ferðina!, siga tær brosandi. Mastrarhvalirnir vóru beint í hølunum á kappróðrarbátinum, einar 5 til 7 metrar aftanfyri, men vandi var ongatíð á ferð. Tær fingu sent boð frá sær til lands, og hagani kom ein bátur teimum til hjálpar, soleiðis at alt spældi væl av. - Vit sóu teir ikki aftur, men hetta gjørdi nokk sítt til, at tann eina gentan ikki kom við aftur, siga tær fýra eitt sindur harmar á málinum. »Vit kenna ikki enn so nógv til hinar bátarnar. Vit hava hoyrt, at summar manningar eru sera seriøsar, bæði við venjing, kosti og øðrum« »Vit hava faktiskt ongatíð róð so gott og so skjótt sum akkurát ta ferðina! (tá mastrarhvalir eltu tær)« Róðu undan mastrarhvali Tað ræður um at kýta seg. Fremst frá vinstru: Sára Petersen og Bára Baldursdóttir. Aftan fyri sita Ruth Jórun Sandvik og Sára Michaelsen høgrumegin Mynd: Jens Kristian Vang