fríggjadagur 5. juni 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 105 - 5. juni 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Grønland móti
nýggjum tíðum
IA vann grønlendska valið. Flokkurin fekk 43,7% av
atkvøðunum og gjørdist størsti flokkur. Stóri taparin
var Siumut, sum meira ella minni hevur sitið við
valdinum í Grønlandi seinastu ártíggjuni. Alt bendir
á, at Grønland stendur frammanfyri einum veruligum
politiskum siðaskifti fyri ikki at siga eini kollvelting.
Við IA og formanninum Kupik Kleist tekur eitt tilvitað,
ungt og sera vælútbúgvið ættarlið við politiska
valdinum. Hetta hendir samstundis sum Grønland fer
frá heimastýri til sjálvstýri. Politiska stjórnarlagsskiftið
við nýggju sjálvstýrislógini gevur grønlendsku
tjóðini sjálvsavgerðarrættin, og valúrslitið saman við
valsiginum hjá IA kann tí væl gerast byrjanin til endan
á donskum yvirvaldi í Grønlandi.
Við Kupik Kleist hevur grønlendska tjóðin fingið
framúrskarandi og karismatiskan leiðara, sum uttan
iva hevur førleikarnar til at standa á odda í tí stóru
byltingar- og broytingartilgongd, sum nú byrjar í
Grønlandi. Danir fáa uttan iva aðra bók at lesa í
og sama er um aðar samstarvspartar at siga. Kupik
Kleist hevur rikið eitt valskipað, hugsjónarríkt og
Obamakent valstríð. Hann hevur givið ungdóminum
nýggjar vónir um veruligar broytingar. Hann hevur
givið ungu ættarliðunum vónir um, at nú skulu
grønlendingar veruliga sjálvir taka ábyrgd av egnum
lívi, egnari lagnu og egnum landi. IA er ideologiskt
ein vinstraflokkur og verður vanliga samanborin
við SF í Danmark. Í tjóðskaparspurninginum kann
flokkurin samanberast við okkara Tjóðveldi, og
hevur uttan iva eisini fingið íblástur frá nýggja
Tjóðveldinum. Men flokkurin er annað og meira.
Hann er ein flokkur, sum eisini tekur støði í tí
upprunaligu og sterku inuitmentan, sum eyðkendi
fólkið í Grønlandi, tá dansk norska kongsríkið í 1700
talinum tók Grønland sum hjáland.
Alt hetta merkir sostatt ikki bert, at Grønland nú
fer gjøgnum eina nútímanstilgongd, sum er sera
hart tiltrongd. Hetta merkir eisini, at grønlendska
stjórnin fær eina lyklastøðu í stríðnum hjá
norðuramerikansku inuittunum fyri politiskum frælsi
og sosialum og búskaparligum rættvísi. Hesar tjóðir
hava als ikki somu rættindi sum eitt nú Grønland
fær við sjálvstýrislógini. Veruliga politiska valdið er
í Washington ella í Ottawa. Fyri hesar tjóðir hevur
valsigur IA ómetaliga stóran ímyndaligan týdning.
Hetta merkir so eisini, at Grønland fær lyklastøðu í
Útnorði, í Norðurlondum og í altjóðasamfelagnum.
Grønland hevur sterka og ríka mentan, og Grønland
er ríkt til ráevni í náttúruni. Landið hevur stóran
strategiskan týdning fyri USA og Danmark og hava
tey fingið nakað at hugsa um eftir valúrslitið. Kupik
Kleist fer helst at gagnnýta hesa støðu, og hann
fer at nýta hana til at seta ferð á nútímansgerðina
við støði í egnum fortreytum. Hetta merkir, at
hann fer at virka fyri støðugt øktum sjálvstýri, fyri
størri sosialum og búskaparligum rættvísi og fyri,
at Grønland skal megna at taka sítt væl uppiborna
pláss í altjóðasamfelagnum. Grønlendska valið hevur
givið øllum og ikki minst føroyingum nakað at hugsa
um. Vit hava allar orsøkir til at ynskja frændatjóðini
í Útnorði tillukku. Sosialurin fer mánadagin at hava
viðmerkingar til valið frá floksformonnum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Tá løgtingið samtykti, at
uppstillingardømini hjá
okkum skuldu avtakast,
soleiðis at bygdirnar ikki
longur skuldu sleppa at
hava ávirkan á, hvør ið kom
á ting, var tað grønlendska
vallógin, sum var fyrimynd
in hjá tingmeirilutanum.
Nú var val í Grønlandi 2.
juni, og har sóu vit eina
harmuliga avleiðing av
okkara vallógum.
Teir flokkar, sum hava
stýrt, hava mist fólksins
álit, og andstøðuflokkurin
IA gjørdist dupult so stórur
og fekk 44% av atkvøðun
um. Men honum vantar
tveir tingsessir í at hava
meiriluta.
Nú er einki, ið forðar
taparaflokkunum at gera
eitt landsstýri, har vinnara
flokkurin ikki er við. Sjálv
andi er hetta ikki serliga
sannlíkt, men undir øllum
umstøðum verður neyðugt
hjá IA, at fáa onkrar av
teimum flokkunum við,
sum hava mist fólksins álit
og eru afturfarnir.
Slíkt kemur ikki fyri í
teimum stóru demokrati
inum sum India, USA ella
Bretlandi. Har høvdu 44%
av atkvøðunum tryggjað,
at ein flokkur fekk reinan
meiriluta einsamallur og
kundi seta tað í verk, sum
hann var farin til val uppá
og hevði lovað veljarunum
at fáa í lag. Sveik hann so
lyfti síni, kundu veljararnir
á næsta vali revsað hann
við at sett hann frá, so
hann aftur kom í minniluta.
Hetta er eitt demokrat
iskt krav.
Hetta krav lýkur tann
vallóg ikki, sum ein løg
tingsmeiriluta skrumblaði
ígjøgnum í tinginum –
uttan at spyrja veljararnar
eftir – beint fyri síðsta val.
Fyrimyndarvallóg okkara
ZAKArIAS
WANg
Í bløðunum um Hvítu
sunnuna hevði Jóna Mort
ensen lesarabræv undir
heitinum “Til Postverk
Føroya Hugsið tykkum
um!”. Sum stjóri á Post
verki Føroya vil eg fegin
takka Jónu fyri lesara
brævið.
Á Postverki Føroya eru
vit í støðugari tilgongd at
menna okkum og betra
okkara tænastustøði, í hes
um sambandi eru aftur
meldingar frá viðskifta
fólki alneyðugar.
Hendingin, ið Jóna
Mortensen umrøður, er ein
óheppin hending, og vit á
Postverki Føroya harmast
um, at foreldur hennara
kenna seg ørkymlað av
okkara ávum. Tað hevur á
ongan hátt verið ætlanin.
Tað eigur sjálvandi ikki at
vera so, at okkara eldru
viðskiftafólk ikki fáa post
in og heldur ikki fáa greið
boð um, hví so er, tá tey
seta seg í samband við
okkum.
Postverk Føroya er í
løtuni í holt við eitt stórt
átak fyri at fáa skil á
adresseringini í Føroyum.
Hetta er fyri okkum eitt
týdningarmikið átak. Tían
verri kemur tað alt ov ofta
fyri, at brøv hava skeiva
ella manglandi bústaðará
skrift. Hetta ger arbeiðið
hjá okkara starvsfólki sera
torført, umframt at tað
kostar Postverki Føroya
nógvan pening.
Partur av hesum átaki
snýr seg um, at fáa allar
føroyingar at hava navna
skelti á postkassanum. Tað
er í hesum sambandi, at
foreldrini hjá Jónu er
komin í keðiligu støðuna.
Vit sendu herfyri kunning í
øll hús, at navnaskelti nú
varð eitt krav. Nógv hava
sjálvandi longu sett navna
skelti upp, men tey, ið ikki
hava sett skeltið upp, fáa
ikki longur postin bornan
út. Hetta tykist kanska
fýrkantað, men er neyðugt,
fyri at fáa viðurskiftini í
rættlag.
Tað er tó ikki okkara
ætlan, at eldri fólk og fólk
við skerdum førleika, skulu
koma í klemmu. Tí bjóðar
Postverk Føroya sær at seta
navnaskelti upp fyri tey, ið
ynskja tað. Hetta skuldu
foreldrini hjá Jónu havt
fingið boð um, tá tey
ringdu til okkara. Men vit
mugu her staðfesta, at kunn
ingin ikki hevur verið nóg
góð, og tað er harmiligt.
Fyri at tryggja, at onnur
ikki koma í somu støðu,
verður ein innanhýsis
kunning send í dag, har vit
minna okkara starvsfólk á
hvussu týdningarmikið tað
er, at kunna viðskiftafólkið
væl og fortelja teimum,
hvørjar møguleikar tey hava.
Aftursvar um manglandi útbering
Stjóri, Vegna Postverk
Føroya
SoFUS
CLEMENtSEN
Tíðindaskriv
Fólkaheilsuráðið takkar
øllum fólkum, fyritøkum
og miðlum – sum tóku lut í
Útivikuni.
Málini við Útivikuni
vóru nøkur
1. At røkka øllum, ikki
minst teimum, ið vanliga
ikki røra seg.
2. At fáa so nógvar
fyritøkur, stovnar og
kommunur sum gjørligt
við í tiltakið.
3. At fáa fokus á bilnýtsl
una í mun til rørslu.
Nógv vóru fólkini, ið
nýttu Útivikuna at ganga til
arbeiðis ella til at røra seg
meira enn vanligt. Og vit
vóru ovfarin av undirtøkuni,
Útivikan fekk millum fyri
tøkur, kommunur og í miðl
unum. Tað gleðast vit um.
Onkrar kritiskar røddir
vóru eisini, ið fýltust á, at
ov nógv verður prátað um
tað, at røra seg, og at
tiltøkini venda sær serliga
til fólk, ið longu íðka onkr
an ítrótt. Henda kritikk
takka vit eisini fyri og taka
hann við í eftirmetingina.
Fólkaheilsuráðið hevði
ætlað at skipa fyri einari
matpakkakonsert, meðan
Útivikan var. Einari ókeypis
konsert, har fólk skuldu
ganga eitt petti fyri at koma
fram og hava matpakka við.
Veðrið var tó ikki til vildar,
og tískil varð henda konsert
av ongum. Ætlanin er, at
konsertin verður seinni í
summar.
Fólkaheilsuráðið
Fólkaheilsuráðið takkar