fríggjadagur 5. juni 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 • 5. juni 2009
NORÐOYASTEVNA
14
Árnafjørður: Tað var ikki sørt
ørkymlandi at fylgja við gongdini í
málinum um tunlarnar Norður um
Fjall:
Fyrst varð avgerð tikin um at
fara gjøgnum Gerðabø, men so
kom “politikkur” í málið. Og tá
tað so varð endaliga avgreitt, var
avgjørt at tunlarnir skuldu ganga
úr Ánunum til Árnafjarðar og
víðari norðureftir.
Theodor fylgdi eisini áhugaður
við orðaskiftinum á tingi, og hvørji
argument vórðu brúkt. Onkur
helt tað var óheppið, at øll tann
tunga ferðslan skuldu partú fara
gjøgnum Klaksvík, men aðrar
røddir hildu ikki tað saman. Onkur
helt hinvegin, at ein tunnil úr
Ánunum fór at fáa positiva ávirkan
á handilslívið í Klaksvík. Og
onkur legði nærum upp til, at um
fólkið norðanfyri ikki tók við hesi
loysnini, so fingu teir ongan tunnil
enn á sinni!
- Mín metan er, at ein tunnil
gjøgnum Gerðabø hevði ikki bara
verðið betri fyri okkum, men eisini
fyri klaksvíkingar í longdini.
- Og hvat gjørdi tað so, um hann
kostaði eitt sindur meiri enn tann,
sum vit nú fáa?, spyr Theodor
Askham Olsen.
Næstbesta loysnin
Vóru tað nøkur, sum við áhuga
fylgdu við orðaskiftinum um
plaseringina av nýggju tunlunum í
Norðoyggjum, so mundu tað vera
íbúgvararnir í Árnafirði.
Líka síðani tey fingu vegasam-
band við umheimin gjøgnum
Borðoyatunlarnar miðskeiðis í
sekstiárunum, hevur hetta málið
havt teirra áhuga.
Tey hava sæð, hvussu ferðslan
er vaksin í tali og í stødd hesi 40
árini. Og tey hava dugað at sæð,
at her mátti ein dagføring gerast
til ferðsluna í dag og í framtíðini.
Ein teirra er áðurnevndi Theodor
Askham Olsen úr Árnafirði. Hann
er í løtuni limur í teirri staðbundnu
nevndini hjá Klaksvíkar kommunu,
og hevur gjørt sær sínar hugsanir
um ætlaða tunnilssambandið.
Tunnilin hevur eitt
Árnfirðingar eru
fegnir um at málið
um nýggju tunlarnar
Norður um Fjall
umsíðir varð avgreitt
í tinginum. - Men tað
er kortini við bland-
aðum kenslum at vit
siga tað. Vit halda
ikki, at teir hava valt
ta bestu plasering-
ina. Tunnilin skuldi
farið gjøgnum Gerða-
bø, sigur Theodor
Askham Olsen úr
Árnafirði
- Tað er við bland-
aðum kenslum, at
vit taka ímóti nýggju
tunlunum. Vit eru
sjálvsagt glað fyri
at fáa ein dagførdan
tunnil, men betri
hevði verið um vit
sluppu undan at
koyra gjøgnum alla
Klaksvíkina, sigur
Theodor Askham
Olsen í Árnafirði
Mynd: Jens Kr. Vang