fríggjadagur 5. juni 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 5. juni 2009
15
viðmerkingar
Nógv umrødda revsilógin
við heili 52 broytingum,
ið just er samtykt á tingi,
gevur okkara smæstu borg
arum í landinum, nevni
liga børnunum eina mun
andi betri rættartrygd.
Brotsverk sum eitt nú
siðamisbrot verða eftir
nýggju dagførdu revsi
lógini munandi harðari
revsað. Sum á mongum
økjum hevur okkara revsi
lóg verið afturúrsigld í
mun til okkara granna
lond, og meginparturin av
revsilógini stavar frá
fornari tíð, og er als ikki í
samsvari við nútíðina.
Barnapornografi ein
stórur trupulleiki
Ì kjalarvørrinum á einari
og hvørjari samfelags
menning fylgja eisini
trupulleikar av sera grov
um og kriminellum slag.
Sjálvt um vit fegnast um
menningina av eitt nú
alnótini, so mugu vit
samstundis ásanna, at
alnótin eisini hevur eina
álvarsliga rangmynd, ið
er, at tað er vorðið mun
andi lættari at fáa fatur á
barnapornografiskum
myndum og at útbreiða
hesar myndir. Barnaporno
grafi er vorðin ein sera
stórur trupulleiki, og eiga
vit at gera tað, vit megna
fyri at fáa tamarhald á
hesum støðugt vaksandi
trupulleika. Júst samtykta
revsilóg er eitt stig tann
rætta vegin við at herða
revsingina í § 235, soleið
is at persónar, sum býta
ónærisligar myndir, film
ar ella aðrar visuellar
endurtøkur av personum
undir 18 ár, kunnu revsast
við bót ella fongsul í upp
til 6 ár, um talan er um
herðandi umstøður. Herð
andi umstøður er m.a.,
um barnið verður útsett
fyri vanda, har valds
nýtsla er ínni í myndini,
at barnið verður álvars
liga skatt, ella um talan er
um serliga systematiska
útbreiðslu av barnaporno
grafiskum tilfari.
Harumframt er ein
herðing av revsingini, um
man hevur barnaporno
grafiskar myndir í varð
veitslu av persónum undir
18 ár. Revsingin fer úr ½
ári til 1 ára fongsuls
revsing.
Eg meti tað vera alneyð
ugt at herða nettupp hesar
brotsgerðir, tí talan er um
børn, ið verða útsett, mis
brúkt á grovasta hátt, og
tískil vísir herðingin av
hesi lógargrein, at vit ikki
góðtaka tílíkan kriminali
tet í Føroyum. Sjálvsagt
er tað ikki nokk at skrúva
revsirammuna upp og
halda, at nú steðga øll
brotsverk av tílíkum slag,
nei tað er somuleiðis
neyðugt at styrkja um
eftirkannan og eftirlitið
av fólkum, ið eru við til
at útbreiða barnaporno
grafisk tilfar, og fólkum,
ið hava tílíkt tilfar í
varðveitslu.
Somuleiðis er tað eisini
neyðugt at upplýsa brúk
aran um filturskipanir, ið
gera tað truplari at koma
framat heimasíðum á neti
num, ið innihalda ónæris
ligar myndir av børnum.
Brotsverk móti børnum
skulu fordømast
Eitt tað størsta brotsverk
ið, man kann útseta eitt
barn fyri, er incest ella
siðamisbrot. Hetta er
harðskapur og valdsnýtsla
av grovasta slag, sum
skal steðgast ongantíð ov
skjótt. Vit hava alt ov
nógv børn og ung í Før
oyum, ið dagliga líða og
hava ilt í sálini orsakað
av hesum ræðuliga harð
skapi. Hesi børnini kenna
seg í mongum lutum
einsamøll og svikin, og
tað minsta, vit politikarir
kunnu gera er at herða
revsingina fyri hesi brots
verk og harvið greitt vísa,
at hetta eru brotsverk, ið
vit als ikki kunnu
góðtaka.
Samtykta revsilógin
herðir nevniliga revsing
ina fyri siðamisbrot, har
revsiramman fer úr 6
árum upp í 8 ár, og undir
herðandi umstøðum fer
revsiramman úr 10 árum
uppí 12 ár. Tað verður
millum annað sæð sum
ein herðandi umstøða,
um persónurin hevur
gjørt sær dælt av, at hann/
hon hevur fingið samlegu
við barn/børn orsakað av
sínari psykiskari og
fysiskari styrki.
Tað er sera torført at
koma hesum harðskapi til
lívs, og tískil er tað neyð
ugt við støðugari upplýs
ing. Vit eiga at stuðla
felagsskapum, ið gera eitt
megnararbeiði fyri at
hjálpa hesum børnum.
Siðamisbrot er onki
minnið enn brotsverk
móti børnum, og tískil
skal hetta ikki tigast
burtur í okkara samfelag,
men vit skulu kunna tola
at tosa opið og hart um
tílík mál, tað veri seg í
fólkaskúlanum, miðnáms
skúlanum og har høvi
annars býðst fyri harvið
at hjálpa børnum, ið eru
offur fyri tað mest mann
minkandi, man kann
útseta eitt menniskja fyri.
Brotsverk móti børnum
verða harðari revsað
landsstýriskvinna í
innlendismálum
AnnikA Olsen
Størsta einstaka arbeiðs
pláss á Norðlandinum í
Íslandi er UNAK –
Háskóli Akureryrar. Í
hesum tíðum hevði verið
kærkomið at havt
UNIKLAX – depil við
vitan og arbeiðsplássum
Í kvøld verður skipað fyri
fundi fyri “løgtingslimir,
sum eru uppstillaðir í
Norðuroyggjum.” Tíverri
havi eg onga innbjóðing
fingið, hóast eg fekk
týðandi part av atkvøðum
mínum í Norðoyggjum, eri
sjálvstýristingmaður við
flestu atkvøðum í Norð
oyggjum, stillaði upp á
sama lista norðoyingar og
havi áhaldandi samband
við partamenn og veljarar
har norði. Hetta er harmi
ligt av tvinnanda orsøkum.
Tann fyrra er, at tann
bólkurin, ið samskipað vil
virka fyri betraðum korum
fyri Norðoyggjar verður
minni og stendur veikari á
tingi. Tann seinna er, at
orðaskiftið verður verri, tí
ongin er at smæla ímóti tí
vanliga og lata onnur
ískoyti út í kjakið.
Vitanardepil
Undir orðaskiftinum um
sonevndu tunnlarnar Norð
um Fjall fanst eg at teim
um, ið hava verið valdir
við atkvøðum úr Norð
oyggjum, tí Norðoyggjar
sakka bert longur og
longur afturút við teirra
politikki.
Í fjør samtyktu vit á
løgtingi at gera skúladepil í
Tórshavn, nú at gera tunnl
ar Norð um Fjall; tað næsta
verður universitet í Tórs
havn og tunnil til Viða
reiðis. Mynstrið er greitt:
miðøkið raðfestir íløgur í
vitan, sum geva nógv ar
beiðspláss, bæði í gerð og
eftir, festa ungdómin og
skapa grundarlag fyri nýggj
um vinnum – afturímóti
raðfestur norðurøkið flutn
ingskervið, ið tíverri ikki
gevur stórvegis arbeiðs
pláss, men bert lættir um
ferðina suður í meginøkið.
At klaksvíkingur nr. 5.000
var tilnevndur fyri fjórðings
øld síðani, men fólkatalið
síðani er fallið, sigur eisini
alt um úrslitið av raðfesting
unum hjá løgtings og
kommunalpolitikarum,
“sum eru uppstillaðir í
Norðuroyggjum.”
Hevði Sjálvstýri rátt fyri
borgum, so broyttu vit
tunnilslógina til “lóg um
vitanardepil í Norðoyggj
um.” Vit bygdu depil at
húsa sjóvinnuútbúgvingum
(skulu navigatørar ferðast
um alla verðina, kunnu teir
eisini taka bussin til Klaks
víkar undir lesnaði), vit
stovnaðu útbúgvingar inn
an útgerðarvinnu, matvøru
frøði og alskyns eftirút
búgvingar fyri sjófólk.
Hetta síðsta átti at verið
av allar størstu vinnum í
Føroyum. Mangir av okk
ara allar frægastu monnum
ferðast fleiri ferðir árliga í
onnur lond í oljuvinnu, at
fiska rækjur í Grønlandi,
seta línu í Noregi ella føra
donsk farmaskip um stór
høvini. Hesir mugu brúka
alsamt størri part av frí
túrunum at ganga á skeið –
oftast uttanlands. Gjørdu
vit eftir mínum ráðum, so
kundu vit veitt øll neyðug
skeið í Føroyum; mong
arbeiðspláss og stór inn
tøka stóðst av hesum;
menn høvdu verið meira
heima, og fóru teir á skeið,
kundu teir ferðast til hús
um kvøldið ella kanska
tikið familjuna við til
Klaksvíkar og ferðast í
frálíka umhvørvinum har í
nakrar dagar.
Norðoyastevna
Orðið “stevna” merkir
bæði samkoma og ætlan.
Okkum tørvar at orða
nýggja ‘Norðoyastevnu’ ið
miðvíst veitir hesum øki
framburð. Havnaløg og
asfalt mugu bíða nakað, tí
samferðslukervið bøtir um
vælferð, men tíverri ikki
stórvegis um vinnu. Aftur
fyri liggja risastórir møgu
leikar í vitanarkervinum.
Løgnast er, at skúlaskap
ur í nýggjari tíð byrjaði í
Norðoyggjum – í Klaksvík
og í Føgrulíð, men fær nú
so ringar sømdir frá teim
um, “sum eru uppstillaðir í
Norðuroyggjum.”
Nú má stundin vera
komin at flyta skúlaskap
norð aftur í føðistað
føroyskra framburðar.
Stovni vit tí UNIKLAX.
UNIKLAX - Vitanardepil Norðoya
løgtingsmaður
kári á rógvi
Javnstøða millum kynini
er á dagsskrá, tá fólka
atkvøða verður um trúnu
arvalógina sunnudagin
Kanska er freistandi er at
sita heima, tá fólkaatkvøða
verður um trúnuarvalógina
sunnudagin 7. juni.
Fleiri hugsa kanska, at
spurningurin, ið er til at
kvøðugreiðslu, er ikki nóg
viðkomandi fyri okkum í
Føroyum.
Lat okkum líka venda
hesum og spyrja, hvat
fólkaatkvøðan snýr seg
um?
Jú, ítøkiliga snýr hon
seg um at broyta trúnu
arvalógina, so kynini verða
javnsett í arvarøðini.
Tað merkir, at um úrslit
ið á fólkaatkvøðuni verður
eitt “ja”, so er í framtíðini
líka mikið, um fyrst fødda
barnið hjá kongi ella drotn
ing (regentinum) er genta
ella drongur – viðkomandi
arvar trúnuna uttan atlit til
kyn.
Í grundini er hetta ein
rættiliga prinsippiellur og
viðkomandi spurningur
fyri okkum øll. Taka vit
undir við javnstøðu millum
kynini? Ella eru vit ímóti
javnstøðu?
Tey, sum eru fyri javn
støðu, hava møguleikan at
senda eitt greitt signal um
tað á fólkaatkvøðuni
sunnudagin.
Til endans er møgu
leikin at fara á val jú ein
demokratiskur rættur, ið
allir føroyingar hava. Tann
rættin eiga vit altíð at
brúka og at verja.
Min áheitan er: Farið
fjøllment á val. Valið snýr
seg um javnrættindi og
fólkaræði.
Øll sum vilja javnstøðu atkvøða »ja« sunnudagin
løgtings- og
fólkatingsmaður
edmund
JOensen
Tað er nógv fyri at hugsa
sær, at loysingarsinnaðir
politikarar vilja lata tey
gomlu, sjúku og veiku
liggja uttan hjálp, tí teir
av nationalum stoltleika
ikki vilja prístalsregulera
blokkstuðulin
Statsministarin sigur seg
vera sinnaðan at tosa um
blokkin, men føroyskir
loysingarmenn siga nei.
Samtíðis rópa øll eftir
meira pengum, men har
eru eingir pengar. Og nú
skal uppaftur meira
sparast, tí undirskotið
nærkast milliardini.
Hjálpin til gomul, sjúk
og veik verður spard burtur
orsaka av nationalum
stoltleika.
Um tey loysingarsinnaðu
meintu nakað sum helst
við loysingina, so lótu tey
nøkur og tjúgu prosent av
lønini til landskassan
(afturat vanliga skattinum).
Tað er tað sum loysingin í
minsta lagið kostar, um
vælferðin skal vera sum
hon er nú. Men tað vilja
tey ikki. Tey vilja hava
onnur at gjalda við eini
verri tænastu.
Tað nyttar ikki at biðja
Rósu Samuelsen koma við
fleiri pengum, tí har eru
eingir pengar. Farast má til
sjálva rótina í málinum, og
hon er, at somu politikar
arnir, sum ikki eiga pengar
at játta, siga nei til at fáa
pengar aðrastaðni frá.
At tosa um ein
undirsjóvartunnil til
Sandoynna, og um loysing,
er sum at blása við mjøli í
munninum, tí verður eingin
blokkstuðul, so verður
heldur eingin tunnil, tí
pengar mangla allastaðni.
Nationali stoltleikin forðar
eisini fyri tí.
Og nú skulu vit hava
fólkaatkvøðu um trún
arvingalógina. Hví sigur
Javnstøðunevndin einki?
Er tað líkamikið fyri hana,
um javnstøða er á tí
økinum ella ikki? Ella er
hetta aftur tann nationali
stoltleikin, sum ger at tey
ikki tora at siga nakað?
Eru føroyingar ov stoltir
at hjálpa teimum, sum
treingja til hjálp og eisini
ov stoltir til at hava eina
meining um trúnarvinga
lógina?
Nationali stoltleikin gloymir tey
gomlu, sjúku og veiku
Húsavík
HJørmund
Olsen