fríggjadagur 5. juni 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 • 5. juni 2009
NORÐOYASTEVNA
15
stórt MEN
Hann er sjálvandi fegin um,
at tingið umsíðir fekk tikið eina
avgerð í hesum máli. Men fyri
hann hevur hetta málið eitt stórt
MEN:
- Eg, og mong við mær, eru eitt
sindur vónbrotin av, at vit ikki
fingu ta bestu loysnina - t.v.s. ein
tunnil úr Gerðabøi, soleiðis at fólk
sluppu undan at verða noydd at
fara ígjøgnum bygt øki.
- Vit eru sjálvandi fegin um at
fáa ein nýggjan tunnil, men rætt-
ast hevði verið at farið gjøgnum
Gerðabø. So hevði ferðsl an
norðureftir farið beint ígjøgnum,
og tað hevði eisini verið til stóran
bata fyri ferðslutrygdina í býnum,
sigur hann avgjørdur.
Krónur – ikki vit
og skil
Málið um tunlarnar hevur
ofta verið havt á munni hjá
árnfirðingum hesa seinastu
tíðina. Meiningarnar eru sjálvandi
ymiskar, men eitt hevur ofta
verið tikið fram: Tann fíggjarligi
spurningurin.
- Mong av okkum halda, at
politikkararnir í hesum føri bara
hava hugsað um krónur og oyru.
Sjálvandi hava teir rætt í tí, at
tann valda loysnin kostar nakað
minni enn hin.
- Men tá ein bara hugsar í
krónum og oyrum, so fært tú
sjáldan ta bestu loysnina. Ráðið
fyri Ferðslutrygd hevur eisini
mælt til at fara út um bygt øki
við nógvari ferðslu.Tað tykist
ikki, sum hetta sjónarmiðið
hevur havt so stóran týdning hjá
politikkarunum, sigur Theodor
Askham Olsen harmur á málinum.
Umframt hetta kemur tunnilin
at liggja so mikið høgt, at
árnfirðingar mugu nakað væl
niðan í brekkuna, um teir skulu av
bygdini.
Henda sama støðan gjørdi
seg eisini galdandi, tá málið um
Hovstunnilin var fyri. Her varð
víst á, at ein lægri loysn var tann
besta fyri ferðsluna. Og soleiðis
varð eisini gjørt har.
Sum støðan er nú, fara tunl ar-
nir úr Klaksvík og víðari norður
eftir at liggja stutt niðanfyri teir
verandi.
- Vit hava ikki verið eins sterk ir
og suðringar í hesum máli. Teir
hava í øllum førum ein super-
tunnil í dag, slær Theodor fast.
Vilja búseta seg
Tann stóri spurningurin er, um
hetta nýggja tunnilssambandið
fer at fáa nakran týdning fyri
menningina av Árnafirði.
Hagtølini vísa, at fólkatalið
hevur verið minkandi tey seinnu
árini. Í 1989 búðu 73 fólk her, 10
ár seinni 61 og í mars mánaði ár
var talið komið niður á 50. Hetta
eru kortini tvey fleiri enn í fjør.
Fyri Theodor Askham Olsen
er eingin ivi um, at ein nýggjur
tunnil fer at verða heimbygd
hansara at gagni. Hann er vitandi
um nógv fólk, sum ikki hætta sær
at koyra gjøgnum verandi tunlar
og tí ikki orka hugsanina um at
skula búseta seg norðanfyri.
- Tá nýggju tunlarnir gerast
veruleiki, fer hetta uttan iva at
skapa eina broyting tann positiva
vegin, soleiðis at fólk vilja búseta
seg norðanfyri - eisini her í
Árnafirði, staðfestir hann.
–––––––––––––––––––––––––––––
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nýggju tunlarnir koma at
liggja stutt niðanfyri teir
verandi. - Best hevði verið
um teir lógu væl lægri,
staðfestir Theodor Askhma
Olsen
Mynd: Jens Kr. Vang
»Tá nýggju tunlarnir gerast
veruleiki, fer hetta uttan iva at
skapa eina broyting tann positiva
vegin, soleiðis at fólk vilja búseta
seg norðanfyri - eisini her í
Árnafirði«
»Rættast hevði verið at farið gjøgnum
Gerðabø. So hevði ferðslan norðureftir
farið beint ígjøgnum, og tað hevði eisini
verið til stóran bata fyri ferðslutrygdina í
býnum«