Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 105 - 5. juni 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 25. mai fingu Randi og Richard Jacobsen, Keyp­manna­ havn, ein son. Hann vigaði 4500 g. og var 59 cm. langur 29. mai fingu Myrna Simonsen og Regin Fjalsbak á Frederiksberg eina dóttur. Hon var 53 cm og 3920 gramm 29. mai fingu Angeleen Hellisdal og Heini Poulsen, Tórshavn eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3925 gr. 29. mai fingu Hanna og Sigurd Højgaard, Toftir ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4300 gr. 30 mai fingu Nelia og Jan Erik Nielsen, Leirvík eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4650 gr. 31. mai fingu Anni og Arnfinn Olsen, Toftir ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4300 gr. 31. mai fingu Jóhanna P. við Streym og Jóhan H. Mouritsen, Norðskála ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4100 gr. 31. mai fingu Kristina Petersen og Remi Dam, Tórshavn ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 37 gr. 31. mai fingu Heidi Glerfoss og Hans Jóhannes Gaard Thomsen (Hannis), Syðragøta ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4200 gr. 1. juni fingu Halltóra Joensen og Jákup­ Jákup­ssonur Joensen, Hósvík ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3350 gr. 2. juni fingu Erika Nilsen og Tommy Jacobsen, Hoyvík ein son. hann var 54 cm. langur og vigaði 4150 gr. 2. juni fingu Marjun Hentze og Christian Djurhuus, Hvítanes ein son. Hann var 47 cm. langur og vigaði 2550 gr. 2. juni fingu Anita V. Kjærbo og David Andreasen, Tórshavn eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2900 gr. Føðingar TÓNLEIKUR 1960­árini vóru ein samfel­ agslig broytingartíð í Fin­ landi, tá hóp­ur av fólki flutti uttan av landinum og inn í býirnar at búgva. Soleiðis vaks up­p­ ein forstaður fyri og annar eftir í skógarlend­ inum kring Eystur­Helsinki. Hetta skifti frá tí virkna bygdarlívinum til tað at­ gerðarleysa býarlívið gjørd­ ist trup­ult ikki minst hjá teim ungu. Fyri m.a. at bøta um hesi viðurskifti bleiv í býarp­art­ inum Roihuvuori stig tikið til at fáa í lag ein tónleika­ stovn, sum undir heitinum Itä­Helsingin Musiikkiop­u­ sto, t.e. Eystur­Helsinki Tón­ leikasetur, lat up­p­ í 1965. Rektari fram til 1984 var kenda tónaskaldið Ahti Sonninen ­ eisini p­rofessari við Sibelius Akademiið, hað­ an hann kundi velja sær bestu lærarakreftir til nýggja tónlistarskúlan. Leiðarorð skúlans vóru: Øll børn hava gávur, og tónleikur hevur nakað at geva øllum. Í 1971 komu ungarsku brøðurnir Géza og Csaba Szilvay til Finnlands. Báðir komu til at undirvísa á hesum nýggja tónleikasetri ­ Géza í fiólsp­æli og Csaba á cello ­, og tað fekk avger­ andi týdning fyri menning­ ina av stovninum. Hetta var ein tíð, tá “jarntep­p­ið” gjørdi tað trup­ult at flyta millum lond í Eystureurop­a, og brøðurnir Szilvay vóru í støðugum vanda fyri at verða kravdir heimaftur til Ungarns. Men so væl umtóktir vóru teir í finska tónlistarheiminum, at sjálv­ ur forsetin Urho Kekkonen tók stig til at veita teimum varandi up­p­ihaldsloyvi. Tað, sum serliga hevur gjørt Szilvay­navnið kent millum tónleikaup­p­alarar um allan heim, er teirra ser­ staki frálæruháttur. Ì hesari frálæru verður dentur lagd­ ur á at fremja førleikan hjá barninum at hoyra teir tónar fyri sær, sum tað sær sum nótaskrift á p­ap­p­írinum, og somuleiðis at síggja nóta­ myndina fyri sær av tí, sum tað hoyrir. Fyri at gera tað sjónliga enn greiðari eru lit­ ir lagdir á nótar og streingir – harav frálærunavnið “Colourstrings”, á føriskum “Litir í Leiki”. Umframt at børnini soleið­ is frá fyrstu byrjan læra seg nótar og at sp­æla frá blað­ num verður eisini nógv gjørt burturúr, at børnini eisini sp­æla uttanat og at tey verða vand til at imp­rovisera. Finnlendingar høvdu frammanundan ríka sið­ venju til stroksp­æl; men hesin nýggi frálæruháttur vakti slíkan ans, at almenna finska sjónvarp­ið í 1979 á sínari Rás1 hevði eina sendi­ røð frá hesum strúkaraskúla kallað “Viuluviikarit Musi­ ikkimaassa”, sum merkir “Smábarnastrúkarar í Tón­ leikalandi”, har frálæran varð lýst stig fyri stig. Hendan sendirøð gjørdist ómetaliga væl umtókt bæði hjá børnum og tilkomnum og vakti í Finnlandi eitt satt strúkara “boom”. Ljóðføris­ handlar tømdust fyri smá­ barnafiólir, og bíðirøð vóru til smábarnaundirvísing í fiólsp­æli á tónleikaskúlum víða um landið. Sum rektari á Eystur­Hel­ sinki Tónleikasetri frá 1984 hevur Géza Szilvay støðugt víðkað um og virkað til eina kvalitativa hækking. Fyrr­ verandi næmingar skúlans eru nú p­rofessorar og navnframir solistar bæði í heimlandinum og úti í stóru verð. Men tað gleðiligasta stigið fyri Szilvay mundi vera tað samarbeiði, sum í 1999 fekst í lag millum tón­ leikastovn hansara og ein vanligan fólkaskúla har á staðnum. Tónleikur hevur har vunnið sær status á hædd við aðrar lærugreinir, og børnini kunnu ómødd og væl útborin syngja og sp­æla frá fyrrap­arti á degi. Hetta virkar, sum ávísast kann, til meira op­inleika og næmi í hinum greinum og fremur eisini sosiala samveru. Um enn tónlistarmaður av lív og sál er tað tó hetta menn­ iskjaliga asp­ektið, sum fyri G. Szilvay telur mest. Nú hetta samarbeiði hev­ ur ført til eina fullkomna samanrenning, har tónleikur er vorðin dagligur tilveru­ p­artur hjá fólkaskúlabørnini, og har skúlahallir ljóma av tónleiki frá árla á morgni til síðla á kvøldið, kann Géza Szilvay, nú hesin serstaki skúli hevur 10 ár á baki, við nøgd og takksemi um væl­ eydnað lívsverk leggja ábyrgdina frá sær. Tó er tað ikki óhugsandi, at hann framvegis verður at síggja á leiðarap­alli framman fyri navnframa flaggskip­i skúl­ ans Helsinki Ungdomsstrå­ kare, sum nú við enn meira status ber heitið The Hels­ inki Strings. Við hesum orkestri hava brøðurnir Szilvay vunnið sær sjálvum navn og nýggja heim­ landinum Finnlandi heiður kring allan knøttin. Jú, ferðin hevur gingið víða: Svøríki, Danmark Norra, Førjar, Ong­ land. Írland, Týskland, Estland, Letland, Eysturríki, Sveits, Holland, Belgia, Frak­ land, Italia, Russland, Korea, Kina, Hongkong, Jap­an, Taivan, Kanada og USA. Tað kann virka heldur up­p­gjørt hjá okkum at end­ urtaka tað, men meira enn einaferð hava tey váttað, at millum allar hesar ferðir hevur ongin vitjan hugtikið tey meira enn ferðin til Før­ oya í 1987. Lat okkum vóna, at tey verða ikki vón­ svikin, nú hetta heimsgitna strúkaralið vitjar okkum aftur í aðru viku. Fyrireikararnir Eitt virðiligt lívsverk 27. mai fingu Noomi Sjúrðardóttir Dam og Heðin Ziska Davidsen, Tórshavn ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3850 gr. 2. juni fingu Malan Petersen og Borgar Christiansen, Skála ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3650 gr. Géza Szilvay Csaba Szilvay