fríggjadagur 5. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 • 5. juni 2009
NORÐOYASTEVNA
16
Smápiltarnir hjá KÍ eru
ikki í iva um, hvat skal
fáa besta fótbóltslið
teirra burtur frá botnin
um: Keypið Ronaldo og
Rooney, so hølva vit øll
hini liðini av!, siga kom
andi stjørnurnar í KÍ
Klaksvík: Uppskriftin er einføld:
- Tað er bara oytt at gera hjá KÍ.
Tað er at lamma bóltin í málið!
Júst hetta hevur higartil verið
ein av vansunum hjá Vodafone-
liðnum úr næststørsta býi okkara.
Eftir dystirnar 2. hvítusunnudag
er onki broytt í so máta.
Teir ungu spælararnir og
kanska komandi stjørnur á KÍ-
liðnum hava tó langt frá mist
mótið um, at tað fer at venda.
Eingin teirra ivast í, at KÍ hoyrir
heima í bestu fótbóltsdeildini.
Tá er øðrvísi hjá teimum
sjálvum í FM-kappingini fyri smá-
piltar. Teir liggja sum nr. 2 í sínum
bólki.
- Vit hava vunnið nógvar dystir,
og stutt síðani vunnu vit heili
6-0 á SÍ. Vit duga í øllum førum
at gera maal!, siga teir ídnir á
málinum.
Vit hittu teir ein seinnapartin
í farnu viku undir venjing. Teirra
partur av KÍ-framtíðini skal so
ikki liggja eftir - hóast teir eru á
B-liðnum hjá smápiltunum!
Sálarlig ávirkan
Hóast tað ikki hevur gingið sum
ætlað hjá besta mansliðnum
higartil í kappingini, so hevur
felagið kortini fleiri trúfastar
áskoðarar og aðrar stuðlar í
felagnum Bláa Bylgjan.
Heldur ikki sunnudagin kom
nakað burtur úr, tá NSÍ úr Runa-
vík var á vitjan. Tá skoraðu
klaksvíkingar einki mál, meðan
gestirnir skoraðu tvey. Soleiðis
tapti KÍ enn ein dyst og er fram-
vegis niðast í deildini.
Um tað fer at ganga teimum
væl ella ikki teir komandi dystir-
nar í Vodafone-deildini, so hava
teir ungu leikararnir altso ikki
mist vónina um, at tað aftur skal
fara at bragda hjá KÍ í Vodafone-
deildini.
Smápiltarnir hjá KÍ hava tó
gjørt sær sína hugsan um, hví tað
gongur so illa og ikki minst, hvat
gerast skal fyri at venda gongdini:
- Teir eru ikki góðir, tí teir skora
ongatíð, er eitt av góðu boðunum
frá fóltshugaðu klaksvíkingunum.
Ein annar heldur, at venjarin
dugir ikki at manna liðið. Hann
hevur sett tað púra skeivt saman:
- Hygg her: Heðin á Lakjuni
skuldi verið í álopinum, meðan
Kristoffur Jacobsen skuldi heldur
spælt í verjuni. Men, siga teir.
- Heðin má venja seg betur til
brotsspark, so hann ikki brennur
fleiri enn tað sum hann gjørdi í
dystinum ímóti HB.
- KÍ hevur heldur ongar
peng ar, heldur ein triði. Eftir
hansara meting hevur fíggjarliga
støðan altso sálarliga ávirkan á
spælihugin hjá KÍ-liðnum.
Mangla málskjútta
Umframt tað at teir sjálvir venja
og spæla dystir, eru flestu
teirra á vøllinum hvønn einasta
sunnudag, tá KÍ spælir í Klaksvík.
Men sum so mong onnur,
eru teir higartil farnir rættiliga
vónbrotnir heim til hús hesar
seinnapartarnar, tí úrslitini ikki
hava verið teimum eftir vild.
- Trupulleikin er, at liðið fær
ikki mál, endurtekur tann eini av
smápiltunum.
Ein av stóru leikarunum hjá KÍ
gjøgnum árini - og ein sum eisini
veruliga dugdi at skjóta mál í
hópatali - er Rógvi Jacobsen.
Hann er ikki partur av liðnum
longur, men er farin til ÍF. Tað er
ein spælara av slíkum klassa sum
vantar á liðnum.
- Tað hevði verið nógv betri, um
hann spældi við KÍ. Ella teir bara
keyptu bæði Ronaldo og Rooney
frá Manchester United.
- Tá hevði KÍ blivið gott!, eru
teir allir samdir um.
–––––––––––––––––––––––––––––
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Bara Ronaldo
kann bjarga KÍ
He’s my brother
Ein viðkomandi spurningur til hesar komandi
stjørnurnar hjá KÍ er, hvør er besti spælari á
Vodafone-liðnum.
Her eru metingarnar sera ymiskar: Onkur heldur
Heðin á Lakjuni, ein annar Kristoffur Jacobsen ella
málmaðurin Jákup Mikkelsen, meðan ein triði heldur
Jógvan Isaksen vera tann besta.
Grundgevingarnar fyri hesum eru sera ymiskar:
Kristoffur er góður, tí hann dugir at skjóta mál.
Jógvan er ein íðin leikari. Uttan Jákup í málinum
hevði verið reint galið, og Heðin er tann besti, tí hann
er giftur við roknilæraranum hjá tí eina smápiltinum.
At fótbóltshugurin liggur til summar familjur, man
kortini svarið frá einum teirra vera besta prógvið um:
Besti spælarin hjá KÍ er eftir hansara Niels Pauli
Bjartalíð Danielsen.
- Hví hann er tann besti? Tað er sjálvandi tí at hann
er beiggi mín!, er greiða svar hansara.
Bólturin er rundur, men spurningurin er bara um at fáa hann í málið. Tað duga smápiltarnir hjá KÍ, men teir sakna tað
sama á Vodafone-liði teirra
Mynd: Jens Kr. Vang