Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 105 - 5. juni 2009 60 ár Sunnudagin 7. juni verður Eirikur Gunnarsson á Signa­ bø 60 ár. Dagurin verður hildin í heiminum í Jóhansgøtu 1 á Signabø frá kl. 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Petur F. Jacobsen 90 ár Hesin gamli fyllir runt. Í tí sambandi verður opið hús í Meinigheitshúsinum Sharon í Sandavági leygardagin 13. juni 2009 frá kl. 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin Dagurin 5. juni. Grundlógardagur, hildin til minnis um at fría stýrisskipanarlógin kom í gildi í Danmark henda dag í 1849. Í Føroyum kom lógin í gildi sum vanlig lóg árið eftir. Jákup Dahl próstur var føddur í Vági hendan dagin í 1878 og doyði í 1944. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Altjóða umhvørvisdagur er í dag 5. juni. World Miljø Day varð samtyktur av ST-aðalfundinum í 1972. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Maria Hansen Klaksvík andaðist og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkini á Sambýlinum á Heygnum, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, heilsusystrar og heimahjálpina fyri, at tit vóru so góð við hana. Tøkk fyri góð orð í Sambýlinum, í Betesda og á grøvini. Tøkk tit, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Zarepta. Tøkk tit øll, sum fylgdu mammu okkara til hennara seinasta hvíldarstað. Marianna og Krissmund Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu og sum hjálptu til, tá ið kæra kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Lina Høgnesen Klaksvík andaðist og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til Norðoya Ellis- og Røktarheim og starvsfólkini í Uppistovu, ið vóru um hana seinastu tíðina. Símun og dreingirnir við familjum nøvn Sunnudagin 7. juni fyllir Eirikur Gunnarsson á Signabø 60 ár. Eirikur er úr Havn, sonur Sylviu, f. Rasmussen, úr Fuglafirði, og Tryggva Gunnarsson úr Vági. Eirikur er elst av fýra systkjum, hini eru Ingunn og Randi, sum báðar búgva á Norðasta Horni í Havn, og Victor, sum býr í Dan­ mark. Eirikur fór í maskilæru hjá Wenzel Petersen frá 1965­70. Síðan fór hann við trúboðanarfelagsskapin­ um OM (Operation Mobili­ sation), har hann umvældi bilar hjá felagsskapinum í Belgia og sigldi við trú­ boðanarskipinum Logos 1. Hann var við OM frá 1971 til 1975. Í 1977 giftist Eirikur við Marjun á Bergi úr Klaksvík. Eftir at tey vórðu gift, fluttu tey til Danmarkar, har hann fekk sær útbúgving sum maskinmeistari og varð lið­ ugur í 1980. Tey fluttu til Klaksvíkar í 1980 og síðan í nýggj hús á Signabø í 1982. Eirikur hevur hevur altíð havt stóran áhuga fyri øllum sum hevur við maskinur at gera, og hann hevur siglt sum maskinmaður megin­ partin av lívi sínum. Hann hevur siglt við Krúnborg, nøkur ár sigldi hann í Grøn­ landi, umframt skipum hjá Strandfersluni í Føroyum. Seinastu árini hevur hann siglt við Sundaberg hjá JFK. Marjun og Eirikur eiga tvey børn: Sámal (31 ár), og Silvia (25 ár). -red Eirikur Gunnarsson 60 ár Mentanarnáttina hevur Tryggingar­ felagið Føroyar opið hús á Kongabrúnni Fyri fyrstu ferð letur Trygg­ ingarfelagið Føroyar húsið upp fyri almenninginum. Hetta hendir í kvøld, Mentanarnáttina, frá kl. 19 – 21. Tað er soleiðis, at høvuðs­ sætið hjá Tryggingarfelag­ num Føroyar er ein eind av fimm bygningum, sum eru samanbygdir. Talan er um gamla bygningin hjá Dimmalætting, Kamars­ bygningin, har sum kømur­ ini hjá Hotel Føroyar vóru, Geilin, har sum Føroya Gjaldsstova var, Niels Arge­ bygningurin og Rosenborg, har sum Hotel Føroyar var og Tryggingarfelagið Føroy­ ar er. Høvi verður hjá teimum vitjandi at fara rundtúrar í søguligu bygningunum við frásøgufólki hvønn hálvan tíma. Eisini ber til at hyggja at bygningunum einsamall­ ur. Høvi verður eisini at síggja øll listaverkini, sum eru keypt gjøgnum øll árini felagið hevur verið til. Samstundis sum húsið er opið, verður livandi tónleik­ ur á torginum, eins og te og kaff i verður at fáa. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin, verður sagt frá Tryggingarfelagnum Føroyar. -red Opið hús á Kongabrúnni