fríggjadagur 5. juni 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NORÐOYASTEVNA
18
Nr. 105 • 5. juni 2009
Leygardagin verða
fyrstu tøkini tikin í
tjóðarítróttini, sum
bæði á landi og á
sjónum ber boð um
hásummar, spenn ing
og intensitet
Seinnapartin leygardagin verður
fyrsti FM kappróðurin í 2009.
Síðsta leygardag varð róð á
Skálafjørðinum í sambandi við
bygdarstevnuna á Strondum,
men tað er einki at liggja omaná,
at tað er ikki fyrr enn í fyrsta
FM róðrinum, at tað rættiliga
fer at fáast greiða á, hvussu
manningarnar eru fyri.
Kappróðurin er tjóðarítróttin,
og hóast eitt nú fótbólturin
eigur fleiri luttakarar og so
nógvar ferðir fleiri kappingar enn
kappróðurin, so er tað serligur
dámur og hýrur yvir tí, tá ið
kappróður er á skránni.
Nú eru tað longu fleiri mánaðir
síðani, at fyrstu bátarnir vóru
at síggja venja á firðum og
sundum, og at rógvararnir eru væl
trimmaðir kemst eisini av, at tey
eru nógv, sum venja í maskinum
so at siga alt árið.
Síðsta leygardag var
kappróðrarferðslan stór. Stórir
lastbilar og smærri bilar við vogni
hangandi uppií, sóust stevna
ímóti Strondum og eftir loknan
róður fara norður, suður, vestur og
eystur eftir við kappróðrarbátum.
Í hesi vikuni verður trappað
niður, bátarnir verða pussaðir og
kelaðir, og leygardagin fæst so
at síggja, hvussu manningarnar
eru fyri.
Klaksvík er við aftur
Fyrsta FM kappingin verður
á norðoyastevnu í Klaksvík
leygardagin. Í fjør mundi tað
kennast rættuliga troystarleyst
hjá klaksvíkingum, tí teirra
bátar vóru so at siga ikki við
í kappingini. Bátarnir stóðu í
fína neystinum á Biskupsstøð,
og íslettið hjá norðoyingum í
kappróðurin vóru Árnfirðingur og
Sundabáturin.
Sum tað leið út á summarið
luttók Klaksvíkingur sum
Havnarbáturin!
Nú er vent í holuni. Tað
hevur gingið meiri enn illa
at manna 10-mannafarið hjá
Havnar Róðrarfelag, men nú
er Klaksvíkingur við aftur – við
røttu litunum!. Hvíti báturin við
reyðu stokkunum og bláu rimini
er mannaður aftur, og setningurin
er at endurtaka FM heitið og
góðu útslitini, sum vórðu vunnin
í 2006, tá ið Klaksvíkingur vann
fýra róðrar.
Ta ferðina eydnaðist tað ikki
Klaksvíkingi at vinna á norðoya-
stevnu, sum Eysturoyingur vann
so sannførandi. At klaksvíkingar
stóðu seg betri í næstu róðrunum,
enn teir høvdu gjørt í heimasjógvi
mundi – umframt dygdunum hjá
teimum umborð á Eysturoyingi –
komast av, at teir ikki høvdu verið
í bátinum fyrrenn kvøldið undan
norðoyastevnu.
Soleiðis er tað eisini hesa ferð.
Helmingurin av teimum, sum fyri
trimum árum síðani vóru við til
at vinna FM við Klaksvíkingi, eru
aftur umborð í ár, men tað verður
ikki fyrrenn seinni í hesi vikuni, at
teir allir fara at venja umborð á
bátinum. Tað kemst av, at onkrir
eru upptiknir av arbeiði og lestri
uttanlands og ikki eru komnir til
hús enn.
At teir ikki hava vant saman
umborð á bátinum vil ikki siga tað
sama sum, at venjingarstøðan
er vánalig. Teir hava vant í
maskinum og á annan hátt.
Spurningurin er nú, hvussu hetta
fer at rigga umborð á bátinum.
Níggju 10-mannafør eru meldað
til kappróðurin í summar. Men
millum róðraráhugað verður bara
roknað við trimum kandidatum
til FM heitið. Favorittarnir í
Klaksvík leygardagin og á hinum
seks FM stevnunum verða
roknaðir at vera Ormurin Langi
hjá Róðrarfelagnum Knørri,
Eysturoyingur og Klaksvíkingur.
Millum 10-mannaførini, sum
plaga at seta dám á kappingina,
men sum ikki hava fyrireikað
seg til nýggja kappingarárið
á ein sovornan hátt, at tað
kann roknast við, at tey fara
at verða millum favorittarnar,
eru Havnarbáturin, sum í fjør
vann FM, og Vestmenningur.
Vestmenningur er als ikki
meldaður til FM kappingina í ár.
Allar árar í sjógv
Stevnurnar 2009
Norðoyastevna
6. juni
Fjarðastevna
13. juni
Sundalagsstevna 20. juni
Jóansøkan
27. juni
Eystanstevna
4. juli
Vestanstevna
11. juli
Ólavsøkan
28. juli