Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 105 - 5. juni 2009 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Christian Restorff Mouritsen gleðir seg til teir báðar dystir­ nar ímóti Rumenia í annaðkvøld og Russlandi týskvøldið. – Hetta eru tveir tor­ førir dystir, men allir mans eru væl fyri, so vit eru rættiliga spentir, sigur hann FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í gjárkvøldið sótu allir U21-landsliðsspælararnir og hugdu at upptøkum frá dystinum millum Andorra og Rumenia, sum var tann fyrri av tveimum, ið higartil eru spældir í hesi EM- undankappingini. Av tí at júst Rumenia er mótstøðuliðið í annaðkvøld, hevði dysturin sjálvandi serligan áhuga, men ikki er líkt til, at tað, spælararnir sóu, fekk teir at skelva í brókunum. – Rumenia skuldi verið eitt sterkt lið, men eg má viðganga, at eg hevði vænt- að mær meira av teimum. Sum tað sá út í dystinum ímóti Andorra, hava teir serliga tveir góðar mans úti í síðunum, men annars var spælið ikki imponerandi. Tað sigur ein av føroysku U21-spælarunum, 20 ára gamla Christian Restorff Mouritsen, sum í øllum førum heldur teir føroysku vera líka góðar á einum øki, sum teir rumensku: – Kropsliga eru vit minst líka væl fyri sum teir, soleiðis sum tað sá út í has- um dystinum. Men hinvegin eru teir helst kvikari enn vit, heldur hann. Nógv nýtt fólk Sjálvur er Christian ein av spælarunum, sum er frá 88- árganginum, ið er tann elsti á U21-liðnum, og nú skjøtil verður settur á eina nýggja EM-undankapping, eru fleiri nýggir spælarar komnir aftrat. – Teir báðir dystirnir ímóti Rumenia og Russlandi eru sjálvandi tveir torførir dystir, men tað verður eisini spennandi. Ikki minst, tí hópurin hjá okkum er nokk so nýggjur, sigur hann. – Men allir eru væl fyri og rættiliga spentir, og vit gleða okkum til dystirnar. Vit ætla okkum at fáa góð úrslit, so vit fara eftir javnleiki ella at vinna. Tað má vera málið hjá okkum. Sjálvur hevur Christian Restorff Mouritsen ikki verið so heppin við heilsuni, tí skaðar hava í longri og styttri tíðarbil hildið honum uttanfyri. Men nú kennir hann seg væl fyri. – Eg fekk ein spark í knæið í venjingardystinum ímóti A-landsliðnum mikukvøldið, men tað forðar nokk ikki fyri, at eg verði klárur. Og sjálvur føli eg tað soleiðis, at tíðin við teimum drúgvu skaðunum er farin, so nú ræður bara um at spæla seg heitan, sigur hann. Kropsliga líka væl fyri Í venjingardystinum mikukvøldið var Christian Restorff Mouritsen ein av spælarunum á U21- landsliðnum, sum stóð sterkastur í myndini Mynd: Álvur Haraldsen – Hóast Rumenia og Russland eru nógv tey bestu liðini í okkara bólki, hava vit sett okkum fyri, at vit skulu betra okkum, sammett við síðstu kapping. Tí er umráðandi, at vit fáa okkurt stig á heimavølli, sigur annar av U21­ venjarunum, Heðin Askham FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Nú fyrsti dysturin í einari nýggjari EM-undankapping verður spældur, er tað við bjartskygni og góðum vón- um, at U21-landsliðið fer í holt við uppgávuna. Og liðið hevur kanska lagt eitt sindur av trýsti á seg sjálvt, tí tað hilnaðist so væl í síðstu kappingini, har tað bleiv til fýra stig og eitt pláss, sum ikki var tað aftasta. Heldur ikki ræðir tað venjarar og spælarar, at hesin fyrsti dysturin verður spældur ímóti Rumenia, sum saman við Russlandi verður mett sum favorittur í bólkinum. Og Russland vitjar forrestin longu týs- kvøldið, so byrjanin hesa ferð er at meta sum ein elddópur. – Vit hava hugt at dystinum millum Rumenia og Andorra, og har síggja vit, at rumenar eru spæla góðan, tekniskan fótbólt. Men tað undrar okkum, at teir satsa so nógv upp á langar bóltar og at teir leggja stóran dent á álops- spælið mitt fyri, sjálvt um teir hava øgiliga góðar menn úti í síðunum, sigur annar av U21-venjarunum, Heðin Askham. – Eg vóni, at teir fara at spæla ímóti okkum upp á sama máta, sum teir spældu ímóti Andorra. Sjálvt um teir komu til nógvar kjansir, so føli eg, at tann spælihátturin hóskar sera væl til okkum, so halda teir seg til somu uppskrift, eru vit til reiðar at taka ímóti teimum. Eru til reiðar Heðin Askham sigur, at hann og Bill McLeod Jacobsen eisini eru sera spentir at síggja, hvat teir nógvu nýggju menninir í U21-hópinum kunnu av- rika, og hóast stór útskifting hevur verið síðani síðstu undankapping, halda teir seg hava góða manning. – Rumenia og Russland eru nógv tey bestu liðini í okkara bólki, men kortini hava vit sett okkum fyri, at vit skulu betra okkum, sammett við síðstu kapping. Tí er umráðandi fyri okkum, at vit fáa okkurt stig á heimavølli. Tað er her, at vit skulu markera okkum, sigur hann. – Sjálvt um úrslitið av venjingardystinum ímóti A-landsliðnum var, at vit taptu, so fingu vit veruliga roynt okkurt av tí, vit skulu brúka ímóti rumenum, og serliga í fyrra hálvleiki kláraðu vit øgiliga væl at standa ímóti tí trýstinum, sum var. Hóast vit gjørdu níggju útskiftingar í seinna hálvleiki, sum broyttu spælið eitt sindur, fingu vit tað burturúr, sum ætlanin var við dystinum fyri okkara viðkomandi. Skulu markera okkum U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, við A-landsliðsvenjaranum, Brian Kerr, ímillum sín eftir venjingardystin millum U21- og A-landsliðið á Tórsvølli mikukvøldið Mynd: FSF Nýggj kapping Tá U21-landsliðið í annað- kvøld klokkan 19 fer á vøllin í Gundadali ímóti Rumenia, er tað fyrsti dysturin í einari nýggjari EM-undankapping, har Føroyar eru í bólki saman við Russlandi, Rumenia, Moldova, Lettlandi og Andorra. Tveir dystir eru longu spældir í okkara bólki, sum er mannaður við fleiri sterkum londum, og í báðum tveimum spældi Andorra á útivølli og tapti ímóti tveimum av bólka- favorittunum. Fyrst 2-0 ímóti Rumenia og síðani 4-0 ímóti Russlandi, sum føroyska U21-landsliðið spælir heimadyst ímóti týskvøldið. Føroysku vónirnar um gott úrslit í hesi nýggju undankappingini venda sær óivað fyrst og fremst ímóti Andorra, sum til lutakastið var í sama styrkibólki sum føroyska liðið. Í síðstu EM-undankapp- ingini, sum endaði tíðliga í fjørheyst, fekk okkara U21-landslið fýra stig, sum komu til høldar við 1-0 sigri á heimavølli og 2-2 javnleiki á útivølli ímóti Azerbaijan, sum endaði aftan fyri Føroyar í bólkinum. Endaspælið í hesi EM- kappingini verður í Dan- mark í 2011. hil Teir fyrstu 11 Føroyska U21-landsliðið hevur fyrireikað seg í Vágum hesa vikuna, so tað skal vera væl fyri at spæla ímóti fyrst Rumenia og síðani Russlandi. Hópurin hevur havt bestu umstøður á 62N Airport Hotel og annars vant á fína graslíkisvøllinum í Sørvági. Nú dysturin nærkast, er tað so upp til venjararnar báðar, Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen, at blanda kortini so væl sum gjørligt, so teir finna teir frægastu 11 spælararnar at byrja inni. Sum vanligt er, verða kortini hildin tætt at kroppinum, áðrenn dyst- urin ímóti Rumenia verður bríkslaður í gongd á ovara vølli í Gundadali í annaðkvøld klokkan 19. Men út frá venjingar- dystinum ímóti A-lands- liðnum mikukvøldið og teimum venjingum, sum hava verið, er ikki óhugs- andi, at føroyska byrjunar- uppstillingin verður nøku- lunda henda: Trúgvi Askham – Pætur Jørgensen, Rógvi Holm, Pól Jóhannus Justinussen, Dánjal Davidsen – Odd- mar Færø – Frank Poulsen, Christian Restorff Mourit- sen, Kristoffur Jakobsen, Rasmus Nielsen – Øssur Dalbúð hil