fríggjadagur 5. juni 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 • 5. juni 2009
NORÐOYASTEVNA
20
Trucker Festilavurin hevur
verið eitt afturvendandi tiltak
síðan 2003. Tey fyrstu árini
í Runavík, men í fjør flutti
festivalurin til Klaksvíkar. Í ár
verður truckerfestivalurin hildin
samstundis sum noðroyastevnan
er.
Nógvir eigarar og bilførarar av
lastbilum hava luttikið á Trucker
Festivalunum, og hevur hetta
ført til eina ávísa kapping um at
hava teir flottastu og mest væl
hildnu bilarnar. Steyp verða givin
í teimum ymisku sløgunum av
stórum bilum.
Til festivalin er komin ein
sonevndur showbilur. Talan er um
flottan sergjørdan lastbil, sum
fyrstu ferð verður avdúkaður, tá
festivalurin byrjar.
Truckerfestivalurin er við í
norðoyastevnuskránni, og skráin
fyri festivalin sær soleiðis út.
Norðoyastevnuaftan kl.
11 byrja bilarnir at møta á
festivaløkinum, og kl. 14 byrjar
sjálv framsýningin. Suppa og grill
verður á truckerøkinum kl 14.30,
og kl. 15. verður atkvøðugreiðsla,
har fólk hava møguleika at
stemma upp á bilarnar. Bilboksing
verður á Sandinum kl. 18.
Sunnudagin, norðoyastevnudag
7. juni, byrjar framsýningin kl. 14,
og kl. 14.30 verður suppa og grill
á økinum. Hallur Joensen syngur
á truckerøkinum.kl. 15, og kl.
16 endar atkvøðugreiðslan um
flottastu bilarnar. Steypahandanin
verður kl. 17, og kl. 18 koyra
bilarnir í konvoy úr Klaksvík.
mg
Hallur Joensen fer at
syngja á truckerøkinum
Trucker Festivalurin 2009
Bilboksing verður á Sandinum kl. 18 leygardagin
Til festivalin er komin ein flottur sergjørdur lastbilur, sum verður avdúkaður leygardagin