Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 105 - 5. juni 2009 ] vita, hvør er tann sterkasti. Og hjá okkum, sum brúka nógva tíð upp á venjing, er hetta eisini ein stórur m o t iva t i ó n s f a k t o r u r, so leiðis at vit veruliga kunnu venja fram móti ein­ ari kapping. Og tað er jú altíð nógv stuttligari, tá so er, sigur Bogi. Longu nú er greitt, at í minsta lagi átta mans – teirra millum eisini ein sumb ingur ­ standa á lut­ takaralistanum. Teir flestu av luttakarunum hava okk­ urt føroyskt met í styrkis­ lyfti, men Bogi sigur, at teir fegnir taka ímóti tilmeld­ ingum frá øðrum, sum vilja gera seg galdandi í kapp­ ingini. Og so kunnu vit leggja afturat, at tilmelding kann fara fram beinleiðis hjá Boga á bogihammer@ yahoo.dk. Tveir tímar avgera alt Tann 10. oktober verður Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn karmur um kappingina. Og hóast tøkini, sum skulu takast, eru stór, so sig ur Bogi, at kappingin ætlandi ikki skal taka meira enn tveir tímar. ­ Tað snýr seg eisini um undirhaldsvirði. Fólk tíma ikki at hyggja, um kappingin stendur við í fleiri tímar, sigur Bogi. Men stendur ikki nógv á, um tit skulu kappast so mik­ ið intenst í seks ymiskum kappingargreinum? ­ Jú, tað ger tað heilt sikk urt. Og eg ivist ikki eitt sekund í, at kroppurin er mest sum í knúsi, tá kapp­ ingin er av. Hinvegin er tað eisini ein av orsøkunum til, at vit longu nú seta kapp­ ingina á skránna, tí tað krevur sera miðvísa fyri­ reiking, tá kappingin er somikið hørð. Og so ræður eisini um at seta kappingina ræt saman. Hevur tú til dømis júst runnið alt tað, sum tú ert mentur, við sekjum upp á 100, so riggar ikki at næsta kappingin eisini snýr seg um at renna skjótt við tungum vektum. So vit royna at laga um ­ støðurnar sum best. Men tó uttan at hetta gongur út yvir undirhaldsvirðið, sigur Bogi Hammer. Vágadal dømir Praktiski parturin av fyri­ reikingunum er longu væl ávegis, sigur Bogi Hamm­ er. ­ Ætlandi hava vit øll kapp ingaramboðini klár um stutta tíð, soleiðis at vit eisini kunnu venja við hes­ um. Kappingargreinarnar eru longu ásettar, og dómari verður eingin minni enn Regin Vágadal, sum nokk skal halda skil á monn un­ um. ­ Ætlandi skulu vit so eisini hava onkran kendan frásøgumann, umframt at vit koma at hava tónleik í steðginum, sum verður eftir fyrstu tríggjar kappingar­ greinarnar. Alt hetta er nú um at koma í rættlag, og so er bara eftir hjá okkum øðrum at venja, soleiðis at mann er so væl fyri, sum tað á nakran hátt ber til, tá kappingin verður um fýra mánaðir, sigur Bogi Hamm­ er. Stórir profilar á 91-liðnum hjá KÍ Nógvir profilar í føroyskum fótbólti vunnu FM-heitið við KÍ í 1991 Sunnudagin fara gomlu føroyameistararnir at spæla dyst ímóti dagsins KÍ-liði Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Norðoyastevnudag fer KÍ­liðið frá 1991 á vøllin aftur, og tá ber til at uppliva fleiri stórar profilar í føroyskum fótbólti. KÍ­liðið, sum vann føroyameistaraheitið í 1991, var mannað við nógvum yngri spælarum, sum fingu gjøgnum brot í føroyskum fótbólti fyrsti í 90’unum, og fleiri av spælarunum á liðnum gjørdist stórir profilar í føroyskum fótbólti – teir spældu á landsliðnum og vóru yrkisspælarar í útlondum. Millum teir, sum spældu við hjá KÍ í 1991, vóru spælarar sum Jákup Mikkelsen, Todi Jónsson, Kurt Mørkøre, Allan Mørkøre, Olgar Danielsen, Jan Andreasen, Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Arnold Joensen, Allan Joensen, Fríðin Ziskason, Eyðun Klak­ stein og John Ryan. Eisini onkrir spælarar við nakað fleiri royndum spældu við á KÍ­liðnum hetta árið. Teirra millum kunnu nevnast Olgar Danielsen, Beinur Poulsen og Karl Marius Poulsen. Nú verða gomlu hetjurnar so savnaðar aftur til ein serligan norðoyastevnudyst ímóti dagsins KÍ­liði. Dysturin verður spældur í Klaksvík sunnudagin kl. 15.00. KÍ føroyameistarar 1991 Hesir spældu við KÍ í føroyameistaraárinum 1991 Jákup Mikkelsen Sámal Eyðfinn Poulsen Todi Jónsson Jan Joensen Kurt Mørkøre Allan Mørkøre Arnold Joensen Petur Ovi Ellingsgaard Aksel Johannesen Olgar Danielsen Trygvi Poulsen Jan Andreasen Harley Bertholdsen Stig Elttør Petur Hans Joensen Beinur Poulsen Karl Marius Poulsen John Ryan Fríðin Ziskason Bjarne Olsen Allan Joensen Heini Hansen Eyðun Klakstein Poul Juul Vilhelmsen Finn Baldvinsson Jógvan Jacobsen Marni Isaksen John William Joensen Jákup Oluf á Lakjuni Andrew Hansen 13. juni er steypadagur Fótbóltssambandið boðar á heimasíðu sínari frá, at ikki færri enn fýra steypafinalur verða spældar á niðara vølli í Gundadali annan leygardag. Klokkan 10 er fyrsta finalan, tá smágentur spæla um Niels L. Arge stepið. Smádreingir kappast um Cadburysteypið klokkan 11.30. Klokkan 13.30 kappast dreingir um Blaðberasteypið, og klokkan 16 spæla gentur 14­17 um Mótasteypið. Pál venur saman við OL silvurvinnara Teir báðir Jón Bjarnason og Pál Joensen lata heilt væl at, nú teir hava roynt venjingar­ depilin í Calella í Spania í góða viku. Eitt er at venjingarumstøðurnar eru góðar, men hartil koma so nógv kend framvið, at Pál støðugt hevur onkran heilt góðan at sparra við, til fyrimuns fyri báðar partar. Í síðstu viku vandi Pál mest saman við svenskum svimjarum, úr 4 ymiskum feløgum haðani fleiri vóru á svenska landsliðnum. Men har vóru eisini 3 feløg úr Bretlandi, landsliðið hjá Algeria, danir úr felagnum A6, eysturríkarar, týskarar og norðmenn. Og nú er sjálvur OL silvurvinnarin komin, norð­ maðurin Alexander Dale Oen, sum í 100 bringu vann gull á evropameistarastevnuni í 2008, og silvur á Olympisku Leikum í Beijing. yingurin finnast Fyrstu kappingarnar var um reppið, at Sámal Johannes Hansen, sum stendur fremstur í myndini, argasti kappingarneyti hjá Regini Vágadal, sum tó megnaði at basa avbjóðaranum. Hesa ferð kann vera, at Sámal Johannes tekur gullið Bogi Hammer, sum er høvuðsfyriskipari av kappingini, sigur, at teir eru fleiri, sum í nógv ár hava saknað eina slíka kapping at venja fram ímóti Mynd: Álvur Haraldsen