fríggjadagur 5. juni 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 • 5. juni 2009
NORÐOYASTEVNA
23
Orðið “trucker” verður í USA
og Kanada nýtt um førarar av
lastbilum, sum koyra langvegis
og eru heimanífrá í fleiri dagar.
Jacob Edmund Jacobsen á
Strondum er faktiskt ein ektaður
truckari, sum koyrir upp á langfart
í Føroyum.
Tað kemur ofta fyri, at hann
t.d. fer heimanífrá sunnudag
seinnapart og er ikki heima aftur
fyrr enn hósdag. Hann koyrir
vanliga kring alt landið við ísfiski
fyri Faroe Seafood. Koyringin
millum tey ymisku fiskavirkini
í landinum ger, at hann ofta
yvirnáttar umborð á Smyrli tvær
til tríggjar nætur í somu viku.
Jacob Edmund sigur, at teir
eru ofta fleiri lastbilaførarar, sum
yvirnátta umborð á Smyrli. Har
hava teir tað sera hugnaligt og
stuttligt eftir loknan arbeiðsdag,
og gott samanhald er millum
bilførararnar.
Í nøkur ár koyrdi Jacob
Edmund hjá OCD í Saltangará,
men seinastu tvey árini
hevur hann verið bilførari hjá
Faroe Ship. Hann koyrir út frá
landingarmiðstøðini á Beta í
Runavík, men hann koyrir eisini
annan farm. Bilurin er ein tvey
ára gamlan Scania R500, sum
hann sjálvur koyrir fast og passar
sum sítt egna barn.
Bilurin er sera snøggur bæði
uttan og innan. Tað fyrsta ein
leggur til merkis, á veg inn í bilin,
er eitt skelti, har tað stendur, at
ikki er loyvt at koma inn í skóm.
Skógvarnir skulu setast í ovasta
trinbrettið, síðan verður hurðin
latin aftur, og trinbrettið verður
brúkt sum skógvahill. Skógvarnir
standa turrir, hóast tað regnar.
Bilurin hevur annars flatskerm við
DVD, kaffimaskinu, køliskáp og
frystiboks. Eisini hevur hann ein
sendara við 40 kanalum, soleiðis
at hann kann tosa við aðrar
lastbilførarar.
Jacob Edmund sigur, at tað
er soleiðis, at konan og børnini
eru ofta við í bilinum, tá ið hann
er til arbeiðis. Tá hann er leingi
heimanífrá, hava tey brúk fyri
at vera saman sum familja.
Bilurin hevur tvær koyggjur í
førarahúsinum, og har eru bæði
trygdarbelti og trygdarnet, so tað
er fullkomiliga trygt hjá børnunum
at vera har.
Ársins Truckari
Tá Jacob Edmund var til Trucker
Festivalin 2008 í Klaksvík, varð
bilurin kosin “Ársins Trailari”, og
sjálvur varð hann kosin “Ársins
Truckari”.
Á festivalinum í fjør varð kassin
á bilinum nýttur sum kafé hjá
teimum vitjandi, har fólk kundu
keypa sær kaffi og køkur og
annars hugna sær saman. Sum
skilst, verður meira gjørt burturúr
í ár. Bilur hjá Jacob Edmundi fær
eitt serligt pláss á festivalinum,
og umhvørvið kring bilin verður
gjørt innbjóðandi og hugnaligt.
Tá vit spurdu Jacob Edmund
um, hvat tað er sum ger at
hann møtir so trúliga til Trucker
Festivalarnar, sigur hann, sum
so nógvir aðrir lastbilaførarar, at
hann heldur at tað hevur stóran
týdning at koma saman við øðrum
“kollegum”. Serliga til ein slíkan
festival, tá allir hava frí,og hava
bilarnar við. Har kunnu teir slappa
av og práta saman um tað, sum
hevur teirra felags áhuga.
–––––––––––––––––––––––––––––
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
oyskur truckari