fríggjadagur 5. juni 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 105 - 5. juni 2009
Kirstin Eliasen
Lívfrøðingur
og Ph.D. lesandi
Uppvøkstur og
útbúgving
Charles Robert Darwin var borin
í heim í Shrewsbury í Onglandi
tann 12. februar 1809. Hann
var fimt av seks systkjum,
og foreldrini vóru Robert og
Susannah Darwin.
Pápin var múgvandi lækni, men
longu sum átta ára gamal hevði
Darwin ta vanlagnu at missa
mammu sína.
Fyrsta summarið aftaná
fólkaskúlan arbeiddi
Darwin sum hjálpari
hjá pápanum,
og síðani
fór hann
at lesa
medisin á Universitetinum í
Edinborough. Har legði hann lítið
í lesnaðin, og helt skurðarbeiði
verða streingjandi, so hann
forsømdi skúlan. Hesum fekk
pápin frænir av, og sendi
hann á Christ College í
Cambridge at lesa til
prest. Í januar 1831
gjørdi Darwin
skúlan lidnan
við tíggjunda besta próvnum av
178.
Kærleikin til
náttúruna
Frá barnsbeini var Darwin
áhugaður í náttúruni. Longu
áðrenn hann byrjaði í
fólkaskúlanum hevði hann sum
ítriv at greina plantur - umframt
at savna saman alt frá gággum til
fuglaegg.
Hóast Darwin ongantíð fekk
nakað prógv í náttúruvísind, so
fekk hann nógv vinfólk við sama
áhuga á skúlunum har hann gekk.
Ein av vinmonnunum var botanikk
professarin John Stevens
Henslow, og tað var hesin
maðurin ið seinni fekk Darwin
umborð á H.M.S. Beagle á eina
fimm ára langa heimsumfatandi
rannsóknarferð.
Ferðin við Beagle
Robert FitzRoy, skipari umborð á
H.M.S. Beagle, spurdi Henslow
um hann kendi nakran ið var
skikkaður at koma við sum
náttúrufrøðingur. Henslow bað
hann biðja Darwin. Darwin
var sjálvandi beinanvegin til
dystin fús, men av tí at hann
ikki varð biðin við sum partur av
manningini, mátti hann gjalda
útreiðslurnar av ferðini sjálvur.
Tískil mátti Darwin fyrst hava
loyvi frá
pápanum. Pápin var seigur, men
maður mostrina fekk sannført
pápan um, at hetta var ein
møguleiki ið Darwin ikki kundi
lata fara framvið, og tá glapp.
Fýra dagar fyri árslok í 1831 var
Charles R. Darwin sostatt umborð
á skonnartini H.M.S. Beagle tá
hon legði frá landi í Plymouth.
Høvuðsendamálið við
ferðini var at kortleggja
suðuramerikonsku
strandarlinjuna, men hevði hon
neyvan verið vorðin so kend,
og fingið so stóran týdning, um
Darwin ikki var við umborð.
Náttúrliga úrveljingin
setir fræ
Á ferðini skrivaði Darwin niður alt
tað hann sá, og tá tað bar til, tók
hann eisini eitt eintak at hava við
heimaftur til Onglands.
Oyggjasamfelagið Galapagos
liggur vestur úr Kili. Á hesum
oyggjum leitaði Darwin eftir
verum við gomlum uppruna.
Millum nógv annað fann hann,
at útsjóndin á finkum, ið er eitt
smáfuglaslag í ætt við finkurnar í
Kili, var ymisk oyggjarnar millum.
Skjótt dugdi Darwin eisini, bert
við at hyggja at skjaldskapinum,
at siga hvørja oyggj ein
skjaldbøka kom frá.
Millum annað hesi bæði
djórasløgini góvu Darwin
varhugan av, at artir støðugt
verða skapaðar. Orsøkina gav
Darwin umstøðunum ið artirnar
liva undir. Til dømis við áður
nevndu finkunum, har skapið á
nevinum var tað best egnaða til
føðina ið var til taks á galdandi
oyggj. Hetta fyribrigdið doypti
hann náttúrlig úrveljing.
Darwin kemur heim
Heimafturkomin giftist Darwin
við syskinda-barninum Emmu
Wedgewood.
Saman fingu tey tíggju børn.
Tvey av teimum doyðu sum
nýføðingar, meðan ein dóttir,
Annie, doyði sum tíggju ára
gomul. Annie var sera gløgg
genta, og vóru hon og pápin
tætt knýtt. At missa Annie, var
størsta menniskjaliga avbjóðingin
ið Darwin fekk, og um nakað
pilkaði við trúgv hansara, so
var tað meiningsloysið í hesum
missinum.
Hóast Darwin hevði úr at
gera á heimafrontinum, koyrdu
tankarnir stútt. Varhugin
ið Darwin hevði fingið á
rannsóknarferðini fór ikki frá
honum, og næstu tjúgu árini fóru
við kanningararbeiði ið skuldi
nýtast til hansara lívsverk – til
bókina The Origin
of Species.
Lambið í
Ein av mínum nærmastu tók seg fyri bróstið tá ið eg kunngjørdi at ætlanin var at nýta
hetta høvi til at lýsa Darwin – júst hendan reaktiónin er motivatiónin handan hesi
grein. Hvør var hesin maðurin ið, aftaná hálvtannað hundrað ár, enn í dag kann fáa so
sterkar kenslur fram í fólk?
Darwin sum sjey ára gamal við einum petti av náttúru í fanginum