Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 213 - 3. november 2001 Nr. 213 - 3. november 2001 29 Jólaplattar fáast hjá Vegna farloyvi er eitt avloysarastarv sum programmfólk á mentunardeildini í Sjónvarpi Føroya leyst at søkja. Starvstíðin er 1. januar - 1. november, 2002. Tú skalt gera dokumentarsendingar við denti á at lýsa persónssøgur úr nútíðarsamfelagnum. Vit sóknast eftir einum kreativum medarbeiðara, við hollum kunnleika til føroysk samfelags- og mentanarviðurskifti. Viðkomandi útbúgving innan fjølmiðlar ella frá hægri lærustovni. Royndir frá mentunar- og/ella fjølmiðlaarbeiði. Royndir við projektarbeiði. Vit rokna harafturat við, at tú hevur góðan kunnleika til føroyskt mál og góð samstarvs- evni, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur førleikan eisini at gera tíðindainnsløg av og á. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmála- stýrið og Starvsmannafelagið. Starvið verður lønt í lønar-bólki 6. Umsókn við prógvum, viðmælum og CV verður at senda til Sjónvarp Føroya, postboks 21, 110 Tórshavn, Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sjónvarp Føroya, tel 340400, og spyrja eftir Ivan Niclasen, deildar- leiðara, ella Mikkjal Helmsdal, stjóra. Uppgávur: Útbúgvingarkrøv og royndir: Løn og setanartreytir: og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 23. november. Programmfólk til dokumentarsendingar Sjónvarp Føroya er sjálvstøðugur stovnur undir landinum, sum mótvegis borgar- unum hevur skyldu til at útvarpa sjónvarpssendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. SvF fíggjar sjálvt rakstur sín. Um helvtin av inn- tøkunum stava frá hyggjaragjaldi og hin helvtin frá handilsligum virksemi. Sjónvarp Føroya team85 Dansiskeið við Anna Kirstin av Tvøroyri Alm viku Und Van Til f krop Dan ð: Hol Hol Fríg Hold Hold 2: kl. 17.15-18.45 Hold 2: kl. 13.30 15.00 Hold 3: kl. 19.15-21.00 Hold 3: kl. 15.30-17.15 Hold 4: kl. 21.15-23.00 Hold 4: kl. 17.30-19.15 -tað loysir seg Fulltrúi til skrivstovuna hjá Dátueftirlitinum Við hesum verður søkt eftir fulltrúa til skrivstovuna hjá dátueftirlitinum. Uppgávur Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar so sum máls- viðgerð, vegleiðing og ráðgeving av almennum myndugleikum og privatum, fyrireiking og tilrættisleggjan av fundum og málsviðgerð hjá ráðnum, dagføring av heimasíðuni við kunnandi tilfari, gera ársfrágreiðing og virkisætlan. Faklig førleikakrøv Sett verður sum krav, at umsøkjarar hava útbúgving frá hægri læristovni. Tó kunnu eisini tey søkja, ið væntandi verða liðug næsta summar. Persónlig førleikakrøv og royndir Umsøkjarar skulu kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera miðvísir og hava góð samstarvsevni. Umsøkjarar skulu harumframt hava góðan kunnleika til edv og til føroyskt mál. Løn og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og avvarðandi fakfelag. Vit kunnu bjóða Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við nógvum avbjóð- ingum, har møguleiki er fyri at hava ávirkan á arbeiðs- uppgávurnar. Góðir møguleikar fyri upplæring og eftir- útbúgving. Nærri upplýsingar um starvið Møguligir umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Rúna Joensen, deildarstjóra ella Ingunn Eiriksdóttir fulltrúa tlf. 351010, fyri at hoyra meira um starvið. Umsóknir Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu sendast Løgmansskrivstovuni Tinganes Postboks 64 110 Tórshavn og skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi á middegi fríggjadagin 9. november 2001. Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingar- myndugleiki, sum vísir til Løgmansskrivstovuna. Dátueftirlitið er skipað við ráði og avgreiðslu- skrivstovu og hevur eftirlit við allari viðgerð, sum lógin um viðgerð av persónsupplýsingum fevnir um. Dagliga virksemi hjá dátueftirlitinum verður røkt av avgreiðslu- skrivstovuni. Ráðið, sum landsstýrismaðurin setir, er skipað við formanni og 2 øðrum limum. Ráðið ger egna reglugerð og nærri reglur um arbeiðsbýti millum ráð og avgreiðsluskrivstovu. Uppgávan hjá Dátu- eftirlitinum er fyrisiting av persónsupp- lýsingarlógini. Eftirlitið hevur av sínum eintingum ella eftir klagu frá einum skrásettum eftirlit við, at øll viðgerð, sum lógin fevnir um, bert fer fram í samsvari við lógina og reglum ásettum við heimild í lóg- ini. Av øðrum uppgávun kann nevnast vegleiðing og ráðgeving av almennum myndug- leikum og privatum viðvíkjandi skráseting og víðarigeving av persónsupplýsingum, viðgerð av klagum og málum, sum ráðið av sínum eintingum hevur tikið upp, og viðgerð av fráboðanum og umsókn- um um loyvir. Dátueftirlitið hevur heimild til at gera kanningar á staðnum hjá almennum myndugleikum og hjá privatum. Dátueftirlitið skal geva ummæli til ætlaða lóggávu, sum viðvíkur persónsupplýsingum og annars virka fyri góðum dátuviðgerðarsiði. 50 ÁRA FØÐINGARDAGSTILBOÐ 50 ÁRA FØÐINGARDAGSTILBOÐ 50 ÁRA FØÐINGARDAGSTILBOÐ galdandi frá mánadegi 29. oktober til mánadagin 12. november RESTAURANT HAFNIA kl. 12.00 - 21.30 team85 Tel 31 32 33 Tel 31 32 33 Hotellið í miðbýnum Hotellið í miðbýnum Rækjucocktail ella Laksaroulada & Jubileumsbúffur við bátaeplum og grønmeti 2 rættir bert 98,- HAFNIA LOUNGE kl. 14.00 - 17.30 Kaffi/ te/ kakao & lagkøka bert 28,- Til maskindeild okkara søkja vit eftir maskinmanni Starvið Sum maskinmaður fært tú,sum partur av maskindeild felagsins, ábyrgd av rakstri og viðlíkahaldi av maskinum og bygningi. Høvuðsuppgávur - Tryggja at viðlíkahald av maskinum og bygningi verður gjørt til ásetta tíð, uttan at nerva framleiðsluna - Tryggja at teknisk viðurskifti á virkinum eru á einum høgum tekniskum støði. - Verða við til at skipa og menna framleiðsluskipanina, soleiðis at framleiðslan verður so rationel sum til ber, og í hesum sambandi verða við til at finna nýggjar leiðir. - At verða við til at skapa eitt trygt og gott arbeiðspláss,har arbeiðsfelagar koma at trívast. Førleiki Vit rokna við at tú hevur handverkaraútbúgving við møguligum yvirbygningi. Kunnleiki til køli- og elskipanir er ein fyrimunur. Setanarviðurskifti Maskinmaðurin er partur av maskin- deild felagsins, sum hevur beinleiðis tilvísing til leiðslu felagsins Lønin verður sett eftir útbúgving og royndum. Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til: Sp/f PureWater Faktorsvegur 6 Postboks 66 700 Klaksvík Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og freistin at lata inn umsókn er 15. november 2001. PureWater er eitt virkið sum framleiðir og selur portiónir og blokkvørur úr laksi, upsa, hýsu og toski.Tað arbeiða 60 fólk á virkinum Maskinmaður hjá PureWater Serflutningsbussur hjá Klaksvíkar Kommunu til sølu Serflutningsbussur kommununnar verður hervið lýstur til sølu, um hóskandi boð fæst. Bussurin, sum er av merkinum Ford Transit 2500 T/D, er góðkendur til 15 per- sónar, hevur lyft til rørslutarnað og myndatól aftan. Hann er skrásettur fyrstu ferð í mai 1999. Áhugað kunnu venda sær til Jancy Biskopstø Klein á Sosialu Deild, telefon 456388, ella Jan Askham í Smiðjuni, telefon 456387. Klaksvíkar Kommuna C M Y K 29 28