fríggjadagur 5. juni 2009síða 41
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
VINN FERÐASEÐLAR
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Tað tekur bara góðan
hálvan tíma við toki
úr Keypmannahavn
til Malmø. Ein hin
hugna ligasti býurin
í Norðurlondum ein
summar dag
Er mann í Keypmannahavn, so tekur
tað ikki meira enn eina handavend
áðr enn tit standa í miðbýnum í
hugna ligu Malmø, har kafeir í
hópa tali eru at finna, um framt, at
hugna ligi býurin hevur eitt rættiliga
fjøl broytt handilslív, tá hugsað verður
um, at »bara« 270.000 íbúgvar eru
í býnum.
Orsøkirnar til, at býurin er so
ser liga hugnaligur er helst, at býurin
ikki er so stórur, og tí er ikki so
trongt í gøtunum, um samanborið
verð ur við Keypmannahavn.
Tí er kanska eitt gott hugskot at
fara yvir um vakru Oyrasundsbrúnna,
um tú ætlar ein hugnaligan dag,
tí køirnar eru stuttar í handlunum,
fólk ini eru rólig og blíð, samstundis
sum tað er bíligari at keypa lutir í
Svø ríki enn í Danmark.
Hevur tú hug at síggja eitt sindur
av býnum, so kann skjótt loysa seg á
leiga eina súkklu, tí flatt er og leigu
súkk lur nar nógvar.
So kanst tú eisini vitja fasinerandi
bygn ingin »Turning Turso«, sum stóð
liðugur í 2005, og nú er vorðin eitt
ikon fyri býin. Bygningurin sær út
sum eitt vanligt háhús, men er snar
aður við klokkuni.
Tað var NCC, sum gjørdi bygningin
fyri kommununa.
Bygningurin er hægsti bygningur,
har fólk búgva, í øllum Evropa Sam
veldinum.
Skuldu tit verið so heppin at vera í
Malm ø longu í junimánaði, so verða
fleiri dystir í HMundankappingini
hjá U21 landsliðum, har tað millum
ann að ber til at síggja Zoran Tosic,
sum verður spáddur eina sera bjarta
fram tíð í altjóða fótbólti, og hann er
bara ein av fáu komandi stjørnunum,
sum tað er møguleiki at síggja spæla
í Malmø í summar.
Tað ber sjálvandi eisini til at fara
ein túr í kanalunum við bátunum,
ið gera túrar allan dagin, og tá tit
ikki orka Malmø meira, so er bara at
gan ga yvir á tokstøðina. Tí tú skalt
ongan tíð bíða meira enn 20 minuttir
til næsta tok til Keypmannahavnar
fer.
Hugnaliga Malmø
Vika 23:
Leiðin til Keypmannahavn
8 síður við spenn
andi tilfari um
summar
Keypmannahavn
Yvir um Malmø kanalina er brúgv, har kendi Malmø
vitin stendur. Á myndini sæst í bakgrundini Turning
Turso til vinstru, og høgrumegin er í løtuni skipssavn
Túrar verða gjørdir gjøgnum kanilirnar í Malmø
hvønn dag, og haðani ber til at síggja allan býin
Á Stórtorginum í Malmø stendur
Karl Gustav X. á hestbaki