Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 105 • 5. juni 2009 2 Í náttúruvakra um­ hvørv inum á Bakka­ num við Kalundborg eitt sindur norðan fyri Keypmannahavn, ber til at uppliva nógv bæði til hugna og spenning, næstan utt an at bíða Dýrehavsbakken ella Bakkin vit vanliga rópa staðið er skjótur at koma til. Hvørjar hæddir skuldu verið har, er ógreitt fyri okkum Føroyingar, men kanska er okkurt heyggjaskapilsi á leiðini. Fyri at koma til Bakkan er rættiliga einfalt at taka tok úr hovedbanegården, og tað er ikki so langt at koyra. Tá tit koma út av støðini í Kalundborg stendur ein long røð av hestavognum, ið allir bjóða seg fram at koyra júst tykkum til Tivoli á Bakkanum ella onkra´aðra staðni í stóru lundini, har nógvir danir stytta sær stundir. Velja tit vognin, so kunnu tit vera í sjálvum Bakkanum eftir einum fimm minuttum, og ganga tit sjálvi, so tekur tað umleið dupult so leingi. So túrurin kann sjálvandi eisini gerast til gongu í friðarliga og vakra umhvørvinum. Nýggjasti banin, ið kann nýtast kallast Tornado, og er einasti innandura rutsjubani í Norðurlondum. Túrurin sjálvur er rættiliga stuttur, men upplivingin er stór, meðan tú verður blakaður ætt í ætt í setrinum, har tú ert væl festur. Men størsta gleðin er næstan, at tú sleppur undan at standi í kø. Enn ikki frídagar við góðum veðrið eru keðiliga nógv fólk, og hetta syrgir fyri, at tú ongantíð stendur og bíðar í meiri enn fimm minuttir til at royna okkurt. Men Tornado er ikki tað einasta á staðnum. Tað mesta er fyri lítil børn. Karusellir av ymiskum slag, har stressfaktorurin ikki er tann størsti í heimunum. Men stórir rutsjubanar eru at finna, umframt eitt torn, sum kundi minti um gylta tornið í Tivoli, men munurin er, at hetta er lægri, men skjýtur fólkini bæði upp og niður. Harafturat er klovnurin, Pjerrot, ein fastur táttur á Bakkanum tað mesta av sumrinum, so øll børn,ið ikki ræðast klovnar, kunnu fáa tað heilt stuttligt saman við honum. Matarstøðini tróta heldur ikki og tað ber altíð til at finna eitt stað, har tit kunnu seta tykkum. Flúgvandi á Bakkanum Í lundini á Bakkanum eru nóg mikið av hestavognum til, at lítil bíðitíð er, samstundis sum tit fáa ein sera hugnaligan túr gjøgnum lundina Stóra hjólið á Bakkanum er perfekt at síggja, hvussu sentrufugalkraft kennist, samstundis sum tit kenna tykkum trygg Smærru børnini hava ov mikið at takast við Tornado er einasti innandura rutsjubani í Norðurlondum, og hann situr eftir í minninum sum nakað serligt, við sínum stóru kreftum Keypmannahavn