fríggjadagur 5. juni 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • 5. juni 2009
3. juni í 1994 segði
svenski ráðharrin í arbeiðs
marknaðarmálum, Börje
Hörnlund, nakað soleiðis í
røðu, tá ið ”Måltidens Hus” hjá
Carl Jan Granqvist í Grythyttan
var vígt:
Eg hoyrdi ein framtíðar
granskara fyri kortum tosa um
fyribrigdi sum hann nevndi
”upplivingarvinnulívið”. Tá
visti eg ikki rættiliga hvat hesin
hugsaði um, men nú eg standi
her í dag og síggi hesa djarvu
verkætlan, so hugsi eg at hetta
er nakað av tí, ið framtíðin fer
at bjóða okkum.
Nú 15 ár seinni, hevur
sjálvsami Carl Jan Granqvist
vitjað í Føroyum og víst á
stóru møguleikunum í mat
upplivingarvinnuni.
Men hvar standa vit í dag
hjá okkum? Gamla siðbundna
matmentanin við at fletta,
visna, ræsa og turka, har hvør
ræður sær stendur sera sterk.
Eingin ivi um tað. Kanska er
tað bara málið um grindina, ið
stendur veikt.
Tó er tað ein staðfest
sannroynd í dag, at hvørki
landsmenn ella ferðandi
fremmandafólk kunna fara
til handils og keypa feskt
føroyskt lambskjøt, neytakjøt
ella aðrar úrdráttir av hesum
náttúrutilfeingi okkara.
Tá ið rávørur til føroyskar
delikatessur sum skinsakjøt
hava uppruna úr suðuramerika
og livradeiggið ikki er gjørt
úr føroyskari lambslivur, men
eysturevropeiskari svínalivur, so
er okurt galið! Ikki við nevndu
vørum, sum saktans kunna
vera dygdargóðar. Men hví
eru ikki karmar til at framleiða
100% føroyskar kjøtvørur til
heimamarknaðin og potentielt
sum útflutningsvøra? Til
okkum at fagnast um og vera
errin um, tá ið vit seta á borðið
fyri vitjandi gestum. Vit eiga
heimsins bestu rávørur! Tað ber
ikki til at byggja eina matstovu
og ferðamannavinnu uppá at
vit øll skula standa heima við
hús og gera heimagjørdan
føroyskan mat til ferðafólkini.
Loysunarorðið er sjálvsagt at
einki ESløggildað sláturvirki er
í landinum. Sjálvsagt ber ikki til
at klandra matvøruvinnuna fyri
hesum. Um tað ikki ber seg at
stovna og reka slíkt virki undir
verandi karmum átti politikarar
at hugt eftir um hesir karmar
veruliga tæna endamálunum á
bestan hátt.
Í Italia tók ein rørsla seg upp
í 1990’unum sum reaktión
uppá McDonaldiseringina av
styvlalandinum. Fólkið fór at
krevja betri mat, har dygd,
fjølbroyttni og uppruna
eyðkenni eru í hásæti. Bæði
við at ávirka politikarar og
stuðla og eggja lokalum
dygdarframleiðarum.
Sokallaði ”conviviums” vóru
manifesteraði. Eitt slag av
skjalfesting uppá lokalar
matsiðir. Hesin rørsla gjørdist til
SlowFood, sum nú hevur deildir
um allan heim.
Fyri nøkrum fáum árum
síðani tók Norðurlandará
ðharraráðið so stig til Ny
Nordisk Mad, ið sum heild
skal styrkja norðurlendska
kappingarsamleikan á altjóða
pallinum. Millum annað við at
stuðla matupplivingarvinnuni.
Vit síggja úrslitini í dag.
Norðurlendsku kokkar og
norðurlendskar matstovur
teljast beint nú millum
heimsins bestu. Hetta er ein
einastandsandi møguleiki hjá
føroyingum eisni at gera vart
við seg.
Men nógv liggur á láni.
Vit eiga onga dagførda
dokumentatión yvir føroyska
matmentan. Tilvitanin um
hesa er eisini í sterkari minking
so hvørt sum flóðaldan av
innfluttum skundverðum økist
og økist.
Í vikuni lat ein sokallaður
sansagarður upp á Heiminum í
Vallalíð í Havn. Frálíkt hugskot!
Og gott hjá teimum gomlu.
Men eisini vit yngru eru farin
at gloyma hvussu alt smakkar
og luktar millum fjals og fjøru
í Føroyum. Okkum tørvar eisini
sansagarð! Kanska er stundin
komin at vit nú í felags fagnað
fara at sameina gamalt og nýtt,
forkunnugt og vanligt, og gera
eina roynd at staðfesta hvussu
fjølbroytt og vítt er til veggja í
føroyskari matmentan.
36
inngangur
grams.fo
Matmentan, matarvinna og matupplivingar
Mortan í Hamrabyrgi
Grovari
enn nakrantíð
Byrjað dagin saman við okkum.
Royn okkara nýggju røð av breyðum og morgunbreyðum.
M
i
n
.
6
%
f
b
u
r
M
a
x
2
%
f
e
i
t
t
Hoyvíksvegur 65 · Tlf 31 21 61