Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 106 - 8. juni 2009 Mentanarnáttina vóru so nógv fólk at síggja í havnargøtum, at dagurin lættliga kundi líknast við ólav søku Mentan Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang og David Nilssen Fríggjakvøldið var Mentan­ ar nátt hildin í Havn. Av tí at Tórs havnar kommuna í ár há tíð ar heldur sín 100 ára føðing ar dag, var eyka nógv gjørt burturúr Mentan ar­ nátt ini hesa ferð. Skráin var pakk að við á leið 100 til­ tøk um, ið fevndu um túna­ bólt, konsertir, lista fram­ sýn ingar, útferðir, gongu­ túrar og øðrvísi upplivingar, so sum at Amtmansgarðurin var alment opin, og ein rund ferð var við frá søgu­ fólki í gamla kirkjugarði. Gamli kommunu skúla­ garð ur in var gjørdur um til ein lítlan vøll, har túna bólt­ ur var spældur gjøgnum dag in. Tað var við luttøku av gomlum kempum, so sum Kaj Leo Johanne sen, Una Arge, Eli Hentze og Páll á Reynatúgvu. Hetta vísti seg at vera væl umtókt, líka sum handanin av riddara krossinum, sum punk ar nir úr 200 lótu. Tveir riddara krossar vóru latnir undir Bryggjubakka. Ein fór til Magna Laksáfoss, og hin til Hergeir Staksberg. Báð ir tóku riddarakrossin við einum smíli, og serliga tók Magni Laksáfoss tað við skálkinum, og bjóðaði 200 við á familjuskótalegu á Selatrað. Frálíka veðrið gav høvi til at ganga og mala í havn­ ar gøtum, hyggja inn á gólv­ ið til framsýningar hjá ymsu listafólkunum, at ogna sær bílig klæðir á endur nýts lusølu, njóta ein góð an bita, ein kaffimunn og hvat ein annars kann ynskja sær av tilboðum í hugna ligu havnagøtunum. Dagurin var var rundaður av við tiltaki, sum Kunn­ ing arstovan í Havn skipaði fyri. Smáar heitluftsballónir vóru sendar upp í luftina frá Vaglinum, sum tóku seg so yndisliga út saman við bláa himmalinum, og var tað nakað, ið ikki er sætt í Før oyum fyrr. Júst sum Kunn ing arstovan lovaði. Eva Joly í ES-tingið Á ES­valinum í Fraklandi í gjár fekk flokkurin Europe Ecologie næstan 15 prosent av atkvøðunum, og sambært tíðindastovuni AFP var Eva Joly eitt av valevnum floksins, sum nú skal til Strasbourg og Bruxelles. Eva Joly er hálvur norðmaður og fekk herfyri drúgva umrøðu, tá hon var í Íslandi og kannaði yvisk viðurskifti í sambandi við fíggjarkreppuna har. Annars vann tann konservativi UMP­flokkurin hjá Nicolas Sarkozy, forseta ES­valið í Fraklandi. Flokkurin fekk 28 prosent av atkvøðunum, meðan Sosialistaflokkurinm PS fekk knappliga 18 prosent. Piratar í ES-tingið Tá uppteljingin aftan á ES­valið í Svøríki í gjár var um at vera liðug, bendi alt á, at Piratflokkurin fekk 7,4 prosent av atkvøðunum, sum er nóg mikið til minst eitt umboð. Rick Falkvinge, floksformaður, var ovurfegin um úrslitið, og undan valinum segði hann, at alt oman fyri fýra prosent var nøktandi. Eitt av málunum hjá Piratflokkinum er, at tað skal ikki kosta nakað at taka filmar, tónleik og spøl niður á alnótini, og hetta hevur givið flokkinum nógvar veljarar millum svenskan ungdóm, skrivar TT. Rick Falkvinge sigur, at nú fer flokkurin at gera síni sjónarmið galdandi í ES eisini. Sum á ólavsøku Dansur og tónleikur myndaði stóran part av Mentanarnáttini Mynd: Jens Kristian Vang Í Reinsarínum skipaðu handlar fyri mótasýning, og framvið Havnará sýndi Beinta Vilhelmsen kjólar til øll høvi fram Myndir: Jens Kristian Vang