Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 106 - 8. juni 2009 Hvat viðvíkur innandura til tøku num, endaði SIC kvøld ið við at vísa hvat bólk ur in hevði arbeitt við, síðan hann fyrr í ár fekk til upp gávu at gera lag til eina upptøku av biltúri gjøgnum Havn ina, sum Lands verk­ frøð ing urin gjørdi í 1977. Hend an framførslan lokkaði so mikið nógv fólk í Tjóð­ pallin, at flestu okkara mát­ tu taka til takkar við einum plássi í túninum. Og tað var ivaleysa hart. Mentanarnáttin var at saman bera við ólavsøku, og var havt á munni, at talan var um lítlu ólavsøku. Illa ber til at seta tal á hvussu nógv fólk vóru í gøtuni hetta kvøldið og náttina, men góða lagið og veðrið gjørdu uttan iva sítt til at smíl sást flestu varrum hesa lítlu ólavsøku. Kópur á matskránni Tvær av teimum best kendu matstovunum í kanadiska býnum Montreal hava nú sett kópahjarta og roykt kópakjøt á matskránna. Stjórin á matstovuni Les Iles en Ville, Andree Garcia, sigur við grønlendska kringvarpið, at fleiri viðskiftafólk hava biðið um at fáa rátt kópahjarta, men tað vil matstovan ikki borðreiða við, sigur hann. Tað er ikki av tilvild, at fólk niðja um rátt kópahjarta, tí fjølmiðlar hava gjørt nógv burturúr, at general guver nør­ urin Michelle Jean át eitt petti av einum ráðum kópahjarta á einum hátíðarhaldi í síðstu viku. Tingast um lán frá russum Í vikuni fara umboð fyri íslendsku stjórnina til Moskva at tingast við russisku stjórnina um lánið, sum russar hava boðið íslendingum. Tað segði russiski varafíggjar mála ráð­ harrin, Dmitrí Pankin, við Reuters­tíðindastovuna í gjár, og seinni váttaði íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steinrímur J. Sigfússon, tíðindini. Dmitri Pankin vil ikki siga, hvussu nógvar pengar íslendingar fáa tilboð um. Tá málið bleiv umrøtt seinasta heyst, varð nevnt, at lánið var fýra milliardir evrur, men tað talið minkaði seinni, skrivar Morgunblaðið. Sum skilst skal russiska tjóðartingið eisini góðkenna lánið, áðrenn stjórnin kann lata tað. Tað var sum á ólavsøku í Havn. Tað einasta, sum manglaði, var fólk í føroyskum klæðum Myndir: Jens Kristian Vang SIC hevði gjørt eitt rættiliga tungmálmslag til biltúrin gjøgnum Havnina, sum Landsverkfrøðingurin tók upp í 1977 Mynd: David Nilssen Túnabóltur við pensioneraðum fótbóltskempum, Riddarakrossur frá 200, Undirbeat og serligar ballónir helt fólki í gøtunum til út á náttina Myndir: Jens Kristian Vang