mánadagur 8. juni 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 106 - 8. juni 2009
Leygardagin verður
móttøka í nýggju
hølunum hjá Grafiska
Verkstaðnum.
Høvi er, at Grafiski
Verkstaðurin er
farin í nýggj høli á
Skálatrøð, ið koma
so nær perfektión,
sum til ber. Tann
fyrsti at arbeiða á
verkstaðnum, er
Tóroddur Poulsen
List
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Grafiski Verkstaðurin, sum
higartil hevur húsast undir
sama taki sum Listasavn
Føroya í Gundadali, er farin
í nýggj høli. Talan er um
gamla
goymslubygningin
hjá Valdemar Lützen á
Skálatrøð.
Hølini,
sum
Grafiski Verkstaðurin er
farin í, er at finna á tveimum
hæddum. Í ljósum hølum
við
stórum
vindeygum,
gleða leiðararnir seg at lata
dyrnar
upp
fyri
almenninginum.
- Hetta er ein einastand-
andi plasering fyri okkum.
Við nýggju hølunum hava
vit fingið stórt framsýn-
ingarhøli, sum er umráðandi
fyri okkum at hava til at
bjóða fólki inn í. Harafturat
hava vit fingið ein rúmligan
verkstað á ovaru hædd,
sigur Jan Andersen, sum
saman við Fríðu Brekku
rekur Grafiska Verkstaðin.
Orsøkin til at Grafiski
Verkstaðurin fór út at leita
eftir nýggjum hølum, var
nevniliga
plásstrot
í
Gundadali.
- Prentini eru vorðin
størri,
og
uppgávurnar
gerast bara størri og størri.
Nú hava vit so fingið 180
fermetrar afturat í hesum
fantastisku hølunum, sigur
hann.
Komandi tvey árini hevur
Grafiski Verkstaður nógvar
og stórar uppgávur at tríva í.
Millum annað skal prent
gerast
av
fullvaksnum
grindahvali næstu ferð grind
leggur beinini í Havn.
Grafiski Verkstaðurin er
viðurkendur
verkstaður
millum hini norðurlondini,
og fleiri listafólk úr hinum
norðurlondunum leita sær á
føroyska
verkstaðin
at
arbeiða við síni list. Til tað
endamálið skal høli gerast
til reiðar til listafólkini at
gista á verkstaðnum.
Í næstum fær Grafiski
Verkstaður ein lærling úr
Danmark, og úr Finnlandi
kemur ein praktikantur at
arbeiða.
Sum at koma heim
Tann føroyski listamaðurin,
ið hevur verið virknast á
Grafiska Verkstaðnum, er
Tóroddur Poulsen. Hann
hevur síðan í 2001 gjørt
ikki færri enn 120 ymisk
prent. Í morgun fór hann til
arbeiðis á nýggja verk-
staðnum.
- Eg eri á Grafiska Verk-
staðnum fleiri ferðir um
árið. Mær leingist so illa
heim, at tað er bara deiligt
at koma her at arbeiða av
og á.
Og
tað,
at
Grafiski
Verkstaðurin
er
fluttur
oman á Skálatrøð, ger bara
kensluna av at vera heima
enn størri.
- Eg eri vaksin upp við
eystaru kai, so hetta er
rættiliga nær heima fyri
meg, sigur hann við einum
smíli.
Hann er í Føroyum og
arbeiðir umleið 10 dagar í
senn.
Nú
kann
hann
rættiliga breiða seg út í
arbeiðnum, nú hølini eru
vorðin so rúmlig, og gott
pláss er til tær maskinurnar,
sum inni standa. Høgt er
bókstaviliga til loftið, og
vítt er til veggja. Við sær úr
Danmark
hevur
hann
træskurð og prent úr kopari
og
aluminium.
Restin
stendur inni í Grafiska
Verkstaðnum, klárt at nýta.
Leygardagin klokkan 16
verður almenn móttøka í
hølunum. Til ber at koma at
hyggja at nýggju hølunum,
og opið hús verður frá tí
degi og eina viku fram. Tá
ber til at koma inn at hyggja,
meðan fólk er til arbeiðis á
verkstaðnum.
Grafikkurin oman á Skálatrøð
Tað er í orðsins sanna
týdningi høgt til loftið og vítt
til veggja í nýggju hølunum
hjá Grafiska Verkstaðnum á
Skálatrøð
Mynd: Jens Kristian Vang
Tóroddur Poulsen fær
æruna at vera fyrsti føroyski
listamaðurin at arbeiða í
nýggju hølunum
Mynd: Jens Kristian Vang
ES fór til høgru
Í teimum flestu evropeisku londunum vóru tað mið-høgraflokk-
arnir, sum vunnu valið til Evropatingið í gjár. Í tinginum mynda
mið- og høgraflokkarnir tingbólkin Tann Evropeiska Fólka-
flokkin, og hann varðveitir sín leiðandi leiklut har aftan á valið
í gjár. Tað ber í sær, at formaðurin í ES-nevndini, tann konserva-
tivi portugisin José Manuel Barroso, kann vænta at verða
afturvaldur. Tað vóru kortini ikki bara flokkarnir í miðjuni og
til høgru, sum fingu framgongd. Tað gjørdi tann grøni tingbólk-
urin, sum millum annað umfatar danska SF, eisini. Harafturí-
móti var valið eitt vónbrot fyri tann sosialistiska tingbólkin.
Grønland nýggja samgongu
Inuit Ataqatigiit, Demokraterne og Katusseqatigiit Partiiat samdust í
gjárkvøldið um at skipa samgongu. Atassut tók eisini lut í samráð-
ingunum um at skipa samgongu, men í gjár boðaði flokkurin frá, at
hann kundi ikki fara í samgongu saman við Demokratunum. Hinir
tríggir flokkarnir gjørdu so av at skipa samgonguna. Formaðurin í IA,
Kuupik Kleist, segði í gjárkvøldið, at hóast flokkarnir eru samdir um
at skipa samgongu, er ymiskt eftir at fáa upp á pláss, og tí verður tann
endaliga semjan ikki greið fyrr enn í morgin, segði hann. Eitt nú hava
flokkarnir ikki gjørt av, hvussu tað nýggja landsstýrið skal mannast.
Eisini verður arbeitt við at umskipa verandi aðalráð.
Jan Andersen, ið rekur Grafiska Verkstaðin saman við Fríðu Brekku, er fegin um nýggju hølini.
Fyri framman eru nógvar og stórar uppgávur, sum Grafiska Verkstaðið skal gera fyri listafólk úr
hinum norðurlondum
Mynd: Jens Kristian Vang