mánadagur 8. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 106 - 8. juni 2009
Rósa Samuelsen vil
hava fulla greiði,
hvør hevur ábyrgdina
av børnunum og
teimum ungu
Børn og ung
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit vilja hava fulla greiði
á ábyrgdarbýtinum ímillum
land og kommunur.
Rósa Samuelsen, lands-
stýriskvinna
í
almanna-
málum, sigur, at tað er
orsøkin til at hon nú er farin
at kanna um kommunurnar
eru sinnaðar at yvirtaka alt
økið, sum hevur við børn
og ung at gera.
Hon staðfestir, at í løtuni
umsita kommunurnar ein
part og landið ein part og
tað ger umsitingina óneyð-
uga stirvna og fløkta.
Tí vil hon hava, at alt
økið verður savnað undir
sama myndugleika.
Ein møguleiki er, at landið
yvirtekur fosturforeldraskip-
anina og barnaverndarstovuna
aftur frá kommununum.
Hin møguleikin er, at
kommunurnar eisini yvir-
taka
allar
stovnarnar,
brekøkið og annars alla
skipanina frá landinum,
sum fevnir um øll børn og
ung upp til 18 ár.
Tað týdningarmiklasta er
at savna alt økið undir sama
myndugleika, sigur landsstýr-
iskvinnan í almannamálum.
Men útspælið frá henni
er, at kommunurnar yvir-
taka alt málsøkið.
Kommunusamskipan
Føroya er sinnað at viðgera
spurningin, men Komm-
unufelagið
hevur
ikki
svarað enn.
Verður niðurstøðan, sum
alt bendir á, at miðjast skal
fram ímóti at leggja alt økið
undir kommunurnar, verða
samráðingar um, hvussu
tað skal skipast.
Men, hvussu ber tað til at
hetta stingur seg upp nú,
samstundis sum ein bólkur
situr og kannar eftir, hvørji
málsøki skulu flytast frá
landinum, yvir til komm-
unurnar?
Tað, sum vit royna at
kanna eftir, er um málsøkið,
sum eitur børn og ung, skal
við í tann pakkan, sigur
Rósa Samuelsen.
Alt økið samskipast
Landsstýriskvinnan
av-
sannar staðiliga, at orsøkin
til hetta er bara tann, at
landið vil skúgva eina
útreiðslu frá sær, yvir á
kommunurnar.
- Talan er eina og aleina
um at samskipa alt økið
undir sama myndugleika, tí
tað ger umsitingina nógv
greiðari, sigur hon.
Ì løtuni er hetta ein um-
siting, sum kostar landinum
einar 45 milliónir krónur og
verður økið flutt undir
kommunurnar, skal pening-
ur sjálvandi fylgja við.
Men Rósa Samuelsen
sigur at eitt endamál við at
savna alla umsitingina á
sama stað, er at menna
tilboðini á økinum so at vit
sleppa undan at senda børn
og ung av landinum, so-
leiðis, sum vit gera í dag.
Vil sleppa undan at senda børn og ung av landinum
Landsstýriskvinnan
í almannamálum
hevur nú bjóðað
kommununum at
umsita alt málsøkið,
sum hevur við børn
og ung at gera, men
so skal ein pengaposi
við 40-50 milliónum í,
fylgja við
Børn og ung
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeitt verður nú við at
leggja alt økið, sum hevur
við børnini og tey ungu at
gera, undir kommunurnar
at umsita.
Tað er eitt økið, sum
kostar minst 40-50 milliónir
at umsita, umframt tað, sum
kommunurnar longu nú
betala.
Í løtuni liggur ein partur
av økinum undir komm-
ununum, men tað allarmesta
liggur undir landinum.
Og Rósa Samuelsen, lands-
stýriskvinna í almannamál-
um staðfestir, at tað sostatt
mangan kemur fyri, at tað er
ógreitt, akkurát, hvør umsitur
hvat og tað ger umsitingina
tórføra.
Sum støðan er nú, umsita
kommunurnar barnavernd-
arstovuna
og
fosturfor-
eldraskipanina, men landið
umsitur restina, bæði stovn-
ar til børn og ung, brekøkið
og allar aðrar skipanir.
Tí vil hon hava alt økið,
sum eitur børn og ung undir
sama hatt, antin hjá landi-
num ella hjá kommununum.
Spurningurin hevur tí
verið um landið skal yvir-
taka barnaverndarstovuna
aftur frá kommununum,
ella
um
kommunurnar
skulu yvirtaka alt málsøkið
frá landinum.
Í hesum sambandi hevur
Rósa
Samuelsen
spurt
kommunurnar um tær eru
áhugaðar í at yvirtaka alt
málsøkið.
Í veruleikanum merkir
tað, at alt økið skal undir
barnaverndarstovuna, sum
er ein felags kommunalur
stovnur, at umsita, sigur
Jóan Petur Hentze, aðal-
skrivari
hjá
Kommunu-
samskipan Føroya, KSF.
Kostar 40-50 milliónir
KSF hevur svarað aftur, at
felagið er sinnað at taka
samráðingar upp um at
yvirtaka alt økið, men Rósa
Samuelsen sigur, at Komm-
unufelagið hevur ikki svar-
að enn.
Í løtuni er alt hetta eitt
økið, sum í løtuni kostar
landinum góðar 40 milliónir
at umsita. Men harafturat
kemur so tað, sum komm-
unurnar sjálvar betala fyri
Barnaverndarstovuna.
Í summum kommunum
ivast tey í, um hetta er nóg
mikið, tí sparingar eru
settar í verk á økinum í
seinastuni.
Tí er ein arbeiðsbólkur
nú settur at útgreina alt
økið, tey tilboð, sum eru í
dag og, hvør tørvurin er.
Í tí arbeiðsbólkinum eru
umboð fyri almannaráðið,
Almannastovuna,
barna-
verndartænastuna, komm-
unurnar og aðrar viðkom-
andi partar.
Men endar hetta við, at
økið verður lagt undir
kommunurnar at umsita,
verður tað í fyrsta lagi frá
1. januar í 2011.
Samhaldsføst skipan
Jóan Petur Hentze á Komm-
unusamskipan
Føroya,
sigur, at verður økið lagt
undir kommunurnar, kann
tað verða ógvuliga ymiskt,
hvussu útreiðslurnar fella á
teir ymsu kommunurnar.
Men
hann
sigur,
at
kommunurnar eru ógvuliga
sinnaðar at finna eina
samhaldsfasta skipan, har
allar kommunurnar spjaða
til, fyri at tryggja, at ongin
kommuna kemur illa fyri
fíggjarliga.
Hann
sigur,
at
taka
kommunurnar økið, vilja
kommunurnar eisini fáa
frælsi til at skipa aðrar
stovnar enn teir, sum nú eru
fyri
at
skipa
raksturin
effektivari.
Eitt nú eru øki, at stuðuls-
fólk eru, men har tað hevði
verið skilabetri at skipa
eina stovn ístaðin fyri.
Vil hava øll børn og
ung undir sama hatt
Hava funnið 17 lík
Leitingarskip hava nú funnið 17 lík og fleiri vrakpetti
frá vanlukkuni við Air France-flogfarinum. Brasilsku
myndugleikarnir siga, at talan er um líkini av fýra
monnum og fýra kvinnum, men hava myndugleikarnir
einki sagt um tey seinastu níggju. Líkini eru funnin
einar 250 fjórðingar norðan fyri oyggjarna Fernando
de Noronha ella á somu leið, har skip funnu tvey lík og
fleiri vrakpetti leygardagin. Leiðin, sum skip nú leita á,
er einar 40 fjórðingar norðan fyri tað staðið, har
Airbus-flogfarið seinast gav tekin frá sær.
SF og DF vunnu
Sosialistiski Fólkaflokkurin og Danski Fólkaflokkurin vunnu ES-valið í
Danmark í gjár. Undan valinum høvdu teir hvør sítt umboð í ES-ting-
inum, men nú hava teir tvey í part. Sosialdemokratarnir, Tey Radikalu
og Junirørslan mistu hvør sítt umboð. Enn ber ikki til at siga við vissu,
hvørji 13 eru vald, tí tær persónligu atkvøðurnar verða ikki taldar fyrr
enn í dag. Kortini bendir alt á, at 10 valevni kunnu kenna seg rættiliga
rtygg. Tey eru Dan Jørgensen, Britta Thomsen og Christel Schaldemose
hjá Sosialdemokratunum, Margrethe Auken og Emilie Turunen úr SF,
Jens Rohde og Morten Løkkegaard úr Vinstra, Bendt Bendtsen hjá
Konservativa Fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt úr DF og Søren
Søndergaard úr Fólkafylkingini móti ES.
Nú skal øll ábyrgdin fyri
børnini og tey ungu savnast
undir einum og sama
myndugleika, tí sum støðan
er nú er umsitingin ov fløkt.
Útspælið frá Rósu Samuelsen,
landsstýriskvinnu, er, at
kommunurnar yvirtaka alt økið