mánadagur 8. juni 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 106 - 8. juni 2009
Í ár varð Trucker Festivalurin
hildin saman við norðoya
stevnuni í Klaksvík.
Trucker Festivalurin hev
ur verið eitt afturvendandi
tiltak síðan 2003, tey fyrstu
árini í Runavík og síðan í
fjør hevur hann verið hildin
í Klaksvík.
Sum vanligt er á Trucker
Festivalinum verða ársins
bilar kosnir, og ein bilførari
verður eisini kosin Ársins
Truckari. Eins og í fjør varð
Jacob Edmund Jacobsen á
Strondum
kosin
Ársins
Truckari.
Í ár var eitt sindur meira
gjørt burturúr, t.d. var ein
showbilur komin úr Dan
mark. Talan var um “The
Dragon” hjá Carsten Niel
sen úr Køge, sum er ein
flottur sergjørdur Scania
forvognur.
Bilurin
varð
fyrstu ferð avdúkaður, tá
festivalurin byrjaði.
Yvir 70 bilar vóru tekn
aðir til festivalin. Fyrireikar
arnir, Leif Eliasen og Hugo
Skorastein, siga, at tað
ongantíð hava verið so nógv
fólk til festivalin. Teir halda,
at bæði tað at festivalurin
var á norðoyastevnu og
danski showbilurin gjørdu
sítt til, at festivalurin varð
so væl vitjaður.
Annars vóru ymisk tiltøk
í sambandi við Trucker
Festivalin. Leygardagin var
bilboksing á Sandinum og
sunnudagin sang country
sangarin Hallur Joensen.
Ókeypis kaffi var báðar
dagarnar at fáa í kassanum
á hvíta bilinum hjá Faroe
Ship, sum Ársins Truckari
koyrir. Bilurin stóð mið
skeiðis á festivaløkinum og
var innrættaður sum ein
café. Eisini var ókeypis
suppa og grillmatur at fáa á
økinum.
Eftir at ársins bilar vóru
kosnir og steypini handað,
koyrdu bilarnir í konvoy úr
Klaksvík kl. 18.
mg
Vinnarar av Trucker Festivalinum 2009
Ársins Veteranbilur
Hans Egil Joensen
Ársins Forvognur
Kristian Olsen,
Hans Marius
Ársins Bussur
Askham v.Olivar Askham
Ársins Kranabilur
Johannes Rasmussen spf
Ársins Ruskbilur
IRF, Karl Sofus
í Heimustovu
Ársins Lastbilur
Faroe Ship,
Ovi G. Joensen
Ársins Trailari
Hans Egil Joensen
Ársins Skiftilastari
Hans Egil Joensen, Heri
Ársins Dumpari
Norðhús, Jólfríður Hansen
Ársins Kassabilur
Faroe Ship, Herálv Jensen
Ársins Festivalbilur
IRF, Karl Sofus
í Heimustovu
Ársins Betongbilur
Articon, Suni
Ársins Oljubilur
MAGN, Heini Hansen
Ársins Spesialbilur
Løvubetong, Theodor
Ársins Showbilur
The Dragon hjá
Carsten Nielsen
Ársins Bilboksari
David Christiansen
Ársins Truckari
Jacob Edmund Jacobsen
Steypini vórðu latin av Tryggingarfelagnum Føroyar.
Aftur í Washington
Amerikanski forsetin, Barack Obama, kom í
gjárkvøldið aftur til Washington eftir at hava verið á
vitjan í Miðeystri og í Evropa. Í Miðeystri vitjaði hann
Saudiarabia og Egyptaland. Endamálið við ferðini
hagar var at linna spenningin millum USA og tann
muslimska heimin, og í Kairo helt Obama røðu fyri tí
muslimska heiminum. Í Evropa vitjaði Obama
Týskland og Frakland, har hann millum annað var til
65 ára minningarhald fyri landgongdina hjá teimum
sameindu í Norðurfraklandi í juni í 1944.
Skulu 12 ár í arbeiðslegu
Ein dómstólur í Norðurkorea dømdi í morgun tvær
amerikanskar tíðindakvinnur at arbeiða tólv ár í einari
arbeiðslegu fyri fíggindaligt virksemi, sum tað eitur í
dóminum. Tær báðar kvinnurnar, Laura Ling og Euna
Lee, vórðu handtiknar tann 17. mars á markinum
millum Norðurkorea og Kina, har tær arbeiddu við tíð
indum um norðurkoreanar, sum flýggja til Kina.
Norðurkoreanska ákæruvaldið hevur fyrr sagt, at
kvinnurnar vóru komnar inn um markið uttan loyvi,
og at tær høvdu útint fíggindaligt virksemi. Tær kunnu
ikki kæra dómin, tí hann er endaligur, skrivar Reuters.
Jacob Edmund Jacobsen:
Ársins
Truckari
2009
Pia og Carsten Nielsen vóru komin í Danmark við einum
flottum Scania showbili
Mynd: Magnus Gunnrsson
Ársins Bilboksari gjørdist David Christiansen
Mynd: Hans Norðfoss/Leif Eliasen
Fyrireikararnir av Trucker
Festivalinum: Leif Eliasen og
Hugo Skorastein
Mynd: Hans Norðfoss
Jacob Edmund Jacobsen gjørdist eins
og í fjør Ársins Truckari
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Hans Norðfoss/Leif Eliasen