mánadagur 8. juni 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 106 - 8. juni 2009
Á borgarafundinum
í Nólsoy seinasta
mikukvøld kom
fram, at tað var bæði
nógv órudd runt um
á oynni, samstundis
sum vitjandi ikki
sleppa av við ruskið
BORGARAFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eitt av mongu málunum,
sum vórðu umrødd á borg
arafundinum, sum Tórs
havnar kommuna skipaði
fyri
í
Nólsoy
seinasta
mikukvøld, var órudd og
trupulleikin hjá vitjandi at
sleppa av við rusk.
Ført varð fram, at tað í alt
ov stóran mun flýtur við
óruddi, ikki bert í sjálvari
bygdini, men eisini í bønum
innangarðs.
Trupult er tó at gera
nakað við hetta, tí talan er
um privata ogn, og slíkt
órudd
skal
verða
til
beinleiðis ampa ella vanda
fyri fólk, skal tað bera til at
krevja, at privat fólk beina
slíkt burtur av síni egnu
ogn.
Eitt annað, sum eisini
varð ført fram, var, at tað er
sera trupult hjá vitjandi
gestum at sleppa av við sítt
rusk.
Eingin
almenn
ruskbingja finst. Bert ein á
molanum, har týðiliga er
tilskipað, at tann bingjan er
ætlað vitjandi bátum at lata
sítt rusk í.
Ruskplássið í oynni er
sjálvandi alment, men er
bert opið mikukvøld og
leygardagar í nakrar tímar,
og vitja avbygdafólk uttan
fyri hesar upplatingartíðir,
ber ikki til at sleppa av við
ruskið.
At hetta er ein trupulleiki
sást bert tveir dagar eftir
hendan borgarafundin, tá
einir fýra til fimm ruskposar
vóru
settir
framvið
brimgarðinum á molanum.
Hetta var ein skúlaflokkur,
sum hevði verið á vitjan í
bygdini og hevði búð einar
tveir dagar í bygdarhúsinum
í Nólsoy. Tey sóu sær ongan
annan møguleika enn at
seta ruskið frá sær har.
Hetta tykist kortini vera
ein trupulleiki, sum rímiliga
lættliga kann loysast, og tað
lovaði borgarstjórin eisini
at hyggja nærri at.
Gramdu seg um órudd
Fundarfólkið gramdi seg um, at vitjandi ikki sleppa av við sítt rusk
Mynd: Leo Poulsen
Berlusconi vann
Hóast teir italsku fjølmiðlarnir koma við einari gølusøgu fyri og
aðrari eftir um landsins forsætisráðharra, Silvio Berlusconi, eydnaðist
tað flokki hansara at vinna valið í gjár til Evropatingið. Hansara mið
høgraflokkur PDL fekk kortini ikki tey 40 prosentini av atkvøðunum,
sum Berlusconi hevði væntað, men endaði á 35 prosentum. Mið
vinstraflokkurin PD fekk smá 29 prosent, og flokkurin Liga Norður,
sum er í samgongu við PDL, fekk 9,6 prosent. Eygleiðarar høvdu
væntað, at PDL fór at missa fleiri atkvøður orsakað av gølusøgunum
um Berlusconi, men tá saman um kom, var hann ein av teimum fáu
stjórnarleiðarunum, sum kundi fegnast um valúrslitið í gjár.
Kina og Japan hond í hond
Leiðandi politikarar úr Kina og Japan hava avtalað, at tey bæði
londini skulu royna at seta ferð á hjólini í heimsbúskapinum,
sum hava mist ferðina í seinastuni. Japanski fíggjarmálaráð
harrin, Hirofumi Nakasone, segði í gjár, at Kina og Japan eru
samd um at fullføra samtyktirnar, sum leiðararnir í G20
londunum gjørdu á fundinum í London í apríl. Londini fara í
felag at menna samstarvið við asiatisk lond, sum eru meint rakt
av fíggjarkeppuni. Harafturat eru Kina og Japan á einum máli
um, at tað er neyðugt at skunda undir samráðingarnar um
fríhandil, tí tað fer at seta ferð á heimsbúskapin, siga tey.
Grunnurin Tórshavn-
Reykjavík-Nuuk
hevur fund einaferð
um árið, har formans-
skapurin í teimum
trimum býráðunum
viðgera umsóknirnar,
ið inn eru komnar
MENTANARGRUNNUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Við flogfarinum í dag til
Íslands er formansskapurin
í Tórshavnar býráð. Heðin
Mortensen,
borgarstjóri,
Jógvan Arge, 1. varaborg
arstjóri, og Jan Christ
iansen, 2. varaborgarstjóri,
fara saman við býráðs
skrivaranum til Reykjavíkar
á
fund
í
grunninum
TórshavnReykjavíkNuuk.
Talan er um árliga fundin,
sum býráðini skiftast um at
vera vertir fyri. Í ár er tað
Reykjavík, næsta ár Nuuk,
áðrenn
fundurin
aftur
verður í Tórshavn.
Heðin Mortensen, borg
arstjóri, sigur, at tað eru
komnar sera nógvar um
sóknir inn í ár, og tær verða
allar viðgjørdar á fundinum
í Reykjavík.
Teir
tríggir
høvuðs
staðirnir lata á hvørjum ári
eina
ávísa
upphædd
í
grunnin, og saman gera tey
trý býráðini so av, hvørjum
tiltøkum tey vilja stuðla.
Tað er sjálvandi ein treyt,
at tey, sum fáa stuðul, vitja
ein av teimum trimum
høvuðsstaðunum, og megin
reglan er, at umsøkjarar
skulu vera frá einum av
teimum trimum londunum.
Men tað ber tó til at gera
undantøk.
Tað ber til at stuðla um
sóknum frá øðrum londum,
men tá er treytin, at vitjað
verður í minst tveimum av
teimum trimum londunum,
sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at tað eru
komnar rættiliga nógvar
umsóknir inn í ár, eisini
nógvar úr Føroyum. Tað er
fyrst og fremst innan ment
anina, at stuðla verður.
Tað kann vera innan
tónleik, sjónleik, kórsang,
bókmentir og ítrótt. Stutt
sagt alt, sum hevur við
mentan at gera, sigur Heðin
Mortensen.
Hvør høvuðsstaður letur
góðar 100.000 krónur í
grunnin um árið, og sum er
eigur
grunnurin
umleið
600.000 krónur, so tað ber
til at stuðla mongum verk
ætlanum.
Allar umsóknir verða
viðgjørdar, men tað er
sjálvandi ikki vist, at allar
fáa stuðul, sigur Heðin
Mortensen.
Føroyska ferðalagið fór
sum nevnt við flogfarinum
í morgun, og kemur aftur
fríggjadagin. Meðan teir
eru í Íslandi verður hugt at
ymsum viðkomandi og fyri
formansskapin áhugaverd
um støðum.
Vit læra av teimum, og teir
læra av okkum, sigur Heðin
Mortensen,
borgarstjóri
í
Tórshavnar kommunu.
Til Íslands at býta pengar út
Heðin Mortensen, borgarstjóri, er farin til Íslands við restini av
formansskapinum í Tórshavnar býráð