Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 106 - 8. juni 2009 Ein royndur útróðr­ armaður, sum Sosial­ urin hevur tosað við, hevði á tveimum setum eina tímaløn uppá 10 krónur um tíman, meðan hann var í bátinum. – Manningarparturin fyri 42 tímar í bátin­ um var 420 krónur. Aðrir, sum hava størri bátar, hava havt hall upp á 5.000 krónur fyri hvørja setu tríggjar fylgjandi setur á rað, sigur útróðrarmaður Útróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ógvuliga óhugaligt at vera útróðrarmaður í tíð­ um sum hesum. Fáir mans loysa bátarnar, tí dagurin gevur einki – og ikki so sjáldan gevur dagurin hall. Veiðan hevur ikki verið nak­ að serlig í longri tíð, men nú hava bátar fingið hvíting, sum teir plaga at fáa eystan­ fyri hesa tíðina av árinum. Men eitt er vánaliga veiðan. Annað – og verri – er, at fiskaprísirnir eru so serstakliga vánaligir, at menn lítið og einki fáa fyri fiskin. Aftrat hesum kemur, at Fiskamarknaður Føroya er vorðin útróðrarmonnum ein alsamt dýrkandi liður, sum kortini ikki slepst uttan um, um yvirhøvur skal sleppast av við fiskin. Til tjúgund og seinast, noyðast teir, sum eiga og reka útróðrarbátar, at rinda eitt nú barsilsgjøld og arbeiðsmarknaðargjøld, sum aftur fara avstað við einum parti av tí sindri, sum eftir er, tá avroknað verður. Reint rukkulív Ein royndur útróðrarmaður, sum Sosialurin hevur tosað við, greiðir soleiðis frá, hvussu støðan er beint í løtuni: ­ Í tríggjar útróðrardagar fiskaði eg 3.800 pund á tilsamans 36 línum, hevði 12 línur við hvønn dagin. Eg var í bátinum í tilsamans 42 tímar, og tá avroknað varð, var mín partur 420 krónur. Hetta gevur eina tímaløn upp á 10 krónur um tíman. Útróðrarmaðurin sigur, at meginparturin av veiðini hesar tríggjar seturnar var hvítingur, sum fór fyri ein miðalprís á 6 krónur fyri kilo. Prísurin á hvítingi lá millum 5, 6 og 7 krónur fyri kilo hesar dagarnar. ­ Seinasta dagin í hesi vikuni – fríggjadagin – fór prísurin á hvítingi upp á 10 krónur fyri kilo. Fiskurin varð keyptur av fiskakeyp­ arum og sendur av landinum við farmaskipinum Silver Fjord, sum siglir av Toftum til Skotlands fríggjakvøld og mánakvøld. Orsøkin til, at keyparar góvu meira fyri fiskin fríggjadag, søgdu teir vera, at hetta var hin nýggjasti og feskasti fiskurin. Útróðrarmaðurin vísir á, at hetta er alt fiskur, sum fer av landinum við sama skipi, og tí dugir hann illa at síggja, hví so stórur prísmunur spyrst burtur úr, um fiskurin er veiddur hósdag ella fríggjadag, tá hann annars er so nýggjur kortini. ­ Ein stórur vansi í Før­ oyum í dag er, at tað eru so fáir keyparar til eitt nú hýsu og hvíting, men eisini til brosmu og longu, leggur hann aftrat. Samanspæl? Hann vísir á, at prísirnir á hýsu hava verið lítið øðrvísi enn prísirnir á hvítingi hava verið seinastu dagarnar. ­ Vit hava fingið einar 5­ 7 krónur fyri kilo, men eisini prísirnir á hýsu fóru upp í einar 10 til slakar 12 krónur seinasta fríggjadag, tá Silver Fjord fór til Skotlands við fski. Eisini her hava keyparar somu frá­ greiðing, nevniliga at hetta er hin nýggjasti og besti fiskurin, og tí kvinka prísir­ nir uppeftir uppundir av­ skiping, sigur hann. Eins og prísirnir á hýsu og hvítingi hava verið sera lágir, er sama galdandi fyri prísir­ nar á eitt nú brosmu og longu, sum eisini verður keypt til virkingar í Føroyum. ­ Vit hava snøgt sagt fingið spottprís fyri hesi fiskasløg – ja, heilt niður í 3 krónur fyri kilo. Á Fiskamarknaði Føroya vilja tey ikki skilja brosmu og longu uttan eykagjald, tá hesin fiskur annars kundi farið fyri einar 6, 8 ella 10 krónur fyri kilo. Útróðrarmaðurin vísir á, at tað bert eru tveir størri keyparar av brosmu og longu, og hesir eru Fiska­ virkið í Gøtu og Vaðhorn á Strondum. ­ Fyri okkum virkar tað, sum um virkini skiftast um Reint rukkulív at vera útróðrar­ maður í dag Besta undirtøkan í Suðurstreymi Uppskotið um at broyta trónarvingalógina soleiðis, at gentur og dreingir hava sama rætt at arva donsku trónuna fekk størstu undirtøku í Surðurstreymi, har 92,3% søgdu ja. Í Norðoyggjum var undirtøkan lægst, har 80,5% søgdu ja. 88% av teimum føroyingum, sum vóru á vali í dag, atkvøddu fyri broytingini í grundlógini. Men tað var í Suðurstreymoy, at undirtøkan var størst, 92,3%. Næstbest var undirtøkan í Suðuronni, har 90,5% vóru fyri. Vágar 87,3% ja. Eysturoy 86,3% ja. Norðstreym 84,6% ja. Sandoy 81,7% ja, og í Norðuroyggjum søgdu 80,5% ja. Útróðrarmenn halda ikki, at tað munar nóg væl, at Silver Fjord siglir úr Føroyum við feskum fiski til Skotlands tvær ferðir um vikuna. – Hetta sæst ov lítið aftur í fiskaprísinum, halda teir Mynd: Vilmund Jacobsen