mánadagur 8. juni 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 106 - 8. juni 2009
Føroyingar søgdu »ja«
til grundlógarbroyting
Men vóru tað føroyingar, sum skuldu gjørt av, um gentubørn skulu hava sama rætt sum
dreingjabørn at arva donsku trúnuna, so fall uppskotið við einum braki, tí einans 11,8% hava
verið á vali. Tað er Ríkisumboðið í Føroyum, sum stendur fyri uppteljingini, og úrslitið hjá
teimum vísir, at 3.607 fólk hava atkvøtt »ja«, meðan 481 hava atkvøtt »nei«.
Jón Johansen í Havn segði, sum næstan øll hini,
ja til grundlógarbroytingina
at keypa. Hava teir í Gøtu
brúk fyri brosmu 1, keypa
teir hana – og so keypir
Vaðhorn brosmu 2. Ein
annan dag er tað øvut.
Hann sigur, at tað nyttar
einki hjá teimum at seta
minstaprísir á brosmu og
longu, tí úrslitið verður bara,
at eingin keypari er til fiskin
– og so fer hann fyri næstan
ongan pening kortini.
Dýr søla
Útróðrarmenn eru eisini
misnøgdir við, at tað er
vorðið dýrari og truplari at
selja fiskin um Fiskamarkn
að Føroya.
Vit skulu av við umleið
hálva aðru krónu fyri kilo
tilsamans, og tað vísir seg,
at tað alsamt gerst dýrari at
sleppa av við fiskin. Byrj
unargjaldið var 50 krónur.
Nú hevur Landingarmiðstøð
Føroya so lagt 75 krónur
omaná. Aftrat hesum koma
so prosentini fyri sjálva
søluna. Er nøgdin av fiski
lítil, gerast landingarútreiðsl
urnar lutfalsliga størri.
Eitt annað, sum útróðrar
menn eisini fýlast á, er, at
Fiskamarknaður Føroya hev
ur sett nýggjar treytir og lagt
nýggj gjøld omaná landing
ina, tá bátar landa uttanfyri
vanligu dagtímarnar.
Nú skulu vit ringja fyri
klokkan 17.30 og boða frá
landing, og vit skulu hava
landað fyri klokkan 21 á
kvøldi – og ikki fyrr enn
klokkan 07 á morgni, tá
eisini
skal
boðast
frá
frammanundan. Fylgja vit
ikki hesum treytum, verður
okkum álagt sektargjald,
sum er einar 200 krónur.
Útróðrarmaðurin
sigur,
at samanumtikið er tað
vorðið nógv dýrari at sleppa
av við fiskin, og tá hetta er
í eini tíð, har fiskiveiðan
hevur verið vánalig, og
fiskaprísirnir eru undir øll
lágmørk, er eyðvitað, at tað
í løtuni er sera trupult hjá
monnum at fáa nakað sum
helst burtur úr útróðri.
Hevði tað verið sum
vanligt, og fiskaprísirnir
høvdu verið á eini leið,
hevði nógvur útróður verið
í dag, nú hvítingurin er
komin upp í veiðina. Men,
sum er, nyttar einki monn
um at loysa, tí tað gevur
snøgt sagt ongar pengar.
Trupul ísing
Ein annan trupulleika, sum
útróðrarmenn eisini renna
seg í, er ísingin av fiskinum.
Tað vísir seg at vera
trupult at ísa fiskin soleiðis,
sum Heilsufrøðiliga Starvs
stovan vil hava hann at vera.
Ísa vit fiskin, soleiðis sum
vit halda, at hann skal ísast,
er hann ov kaldur. Starvs
stovuni dámar best, at
fiskurin er millum hálva
aðru og tvey plusstig, tá
hann verður landaður, men
tá halda vit, at hann gerst
ov bleytur, meðan hann
stendur inni á Fiskamarknaði
Føroya.
Hann sigur, at útróðrar
menn hava roynt nógvar
ymiskar hættir við ísing,
men tað vísir seg at vera
torført at byrgja upp fyri, at
fiskurin ikki gerst ov kald
ur, tá hann verður landaður
– ella eisini gerst ov bleytur,
áðrenn hann fer útaftur av
Fiskamarknaði Føroya.
Líkt er til, at einki hong
ur saman, sigur útróðrar
maðurin, sum Sosialurin
hevur tosað við.
Sosialurin hevur eisini
tosað við ein annan útróðr
armenn, sum man teljast
millum teir heilt frægu í
Føroyum. Hesin rekur ein
størri glastevjabát, sum er
mannaður
við
tveimum
monnum.
Eftir trimum túrum her
fyri gav hvør túrur heilar
5.000 krónur í halli. Pen
ingur er ikki til rakstur av
einum útróðrarbáti, ei held
ur til hýru hjá monnum.
- Tað er reint rukkulív at rógva út í løtuni, soleiðis sum príslegan
er, og soleiðis sum umstøðurnar hjá útróðrarmonnum annars
eru vorðnar, sigur útróðrarmaður. Myndin er tilvildarlig
Mynd: Vilmund Jacobsen
”
.. eg var í bátinum í tilsamans
42 tímar, og tá avroknað varð,
var mín partur 420 krónur.
Hetta gevur eina tímaløn upp
á 10 krónur um tíman. Hetta er
reint rukkulív...
(Útróðrarmaður)
”
... fyri okkum virkar tað, sum
um virkini skiftast um at keypa.
Hava teir í Gøtu brúk fyri bro-
smu 1, keypa teir hana – og so
keypir Vaðhorn brosmu 2. Ein
annan dag er tað øvut...
(Útróðrarmaður)