fríggjadagur 5. juni 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • 5. juni 2009
38
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
PE
(Samkeyp/PE)
kr. 39,58/0,495 kg (kr. 79,96/
kg)
Meðal kraftmikil, men ikki
serliga samansettan smakk.
Änglamark/Thise
Vistfrøðiligur (FK)
kr. 59,95/0,586 kg (kr. 102,30/
kg)
Kraftmikil, tó rundur og við
nakað stingangi ammoniak-
broddi.
Riberhus
(FK)
kr. 66,95/0,744 kg (kr. 89,99/
kg)
Veikur og rundur. Einki spæl í
smakkinum.
Coop
(FK)
kr. 56,95/0,662 kg (kr. 85,35/
kg)
Meðalkraftmikil, sera góð
javnvág.
Supergros
(Bónus)
kr. 49,90/0,843 kg (kr. 59,19/
kg)
Ammoniak-tónin er
framherjandi, men annars
rættiliga leiðiligur.
De 5 Gaarde Kirstine
(FK)
kr. 56,95/0,621 kg (kr. 91,71/
kg)
Næstan veikur, trillrundur
smakkur. Vantar karaktér hóast
royalur framleiðari.
Tistrup
(FK)
kr. 69,95/0,756 kg (kr. 92,53/
kg)
Kraftmikil, samansettur og góð
javnvág.
Klovborg
(FK)
kr. 66,95/0,728 kg (kr. 91,96/
kg)
Nakað saltur, men kraftmikil og
rundur smakkur.
X-tra
(FK)
kr. 57,95/0,976 kg (kr. 59,38/
kg)
Veikur, rundur og leiðiligur.
Mammen Guld
(FK)
kr. 62,95/0,842 kg (kr. 74,76/
kg)
Skerflatur og næstan feskur.
Leiðiligur.
Hálvræstur ostur
Ostur skal etast við máta!
So er tað sagt. Vit tola ikki at
eta ov nógv av hesum framúr
vælsmakkandi og aldargamla
matvøru úr mjólk. Ov nógv
ómettað feitt økir um vandan
fyri sokallaðu lívsstílssjúkurnar,
hjartaæðrasjúkur. Men ikki so,
ostur í avmarkaðum nøgdum
er eisini heilsugóður matur og
er sum kunnugt góð kelda til
calcium, protein, fosfor, jod og
vitamin B2 og vitamin B12.
Í Grikkalandi og Fraklandi eta
tey tó upp til eitt pund av osti
um vikuna uttan at títtleikin
av hjartaæðrasjúkum er hægri
enn aðrastaðni. So ilt er at siga
hvat er upp og niður. Summir
granskarar hava víst á, at tað
er dagliga samansetingin av
osti og víni í hesum londum,
ið ger ostin minni skaðiligan
fyri likamið. Fólk, ið vilja
vita meira um hetta kunna
lesa um sokallaða ”franska
paradoksið”, har vísindaligar
kanningar hava staðfest eitt
slíkt samband millum feitan
mat og vín.
Well, heilsumyndugleikarnir
í Føroyum viðmæla okkum
at eta ost við máta. So er
tað upp til hvønn einstakan,
um ein ynskir at eta ostar
við lágum feitt-innihaldi, ið
aloftast smakka sum at stinga
tunguna út úr vindeyganum
ella veruligan ost við vanligum
feitt-innihaldi í smærri nøgdum
og sum smakka væl.
Í dag er danski Danbo-
osturin á skránni. Talan er um
vælkenda fasta skeriostin,
ið vit í Føroyum ivaleyst eta
allarmest av. Hann finst sum
feskur, hálvræstur, ræstur og so
heilt fúlur. Viðhvørt kryddaður
við kummanfræ. Í dag havi
eg valt tann hálvræsta, tann
millumlagraða. 10 sløg fann
eg. Eg skal gera vart við at
sami ostur oftast fæst í fleiri
handlum enn tann nevndi í
ummælinum.
Ostur er matmentan á
høgum støði! Eingin dugir at
siga hvussu leingi menniskjað
hevur gjørt ost. Tað hava vit
gjørt í túsunda ár og áðrenn
nakrar søgubøkur vórðu
skrivaðar. Vit hava brúkt
mjólkina undan neytum,
geitum og seyði at gera til ost.
Ostur er í dag oftani lokalur
stoltleiki í nógvum londum –
rundan um okkum. Í Føroyum
eiga vit ongan ost, hóast
bæði seyður og neyt ganga í
haganum. Kendasta dømið um
osta-tjóð er ivaleyst Frakland
við sínum hundraðtals ostum,
har fleiri ivaleyst minnast
orðini hjá franska forsetanum,
Charles de Gaulle í 1968:
hvussu kanst tú stýra einari tjóð
við 265 ymiskum ostum?
Skoðsmálini eru latin í mun
til kraftleika og javnvág í
smakkinum.
Og er onkur sum ivast hvat
hasi tølini á ostinum merkja,
so kemur frágreiðingin her.
45+ merkir at 45 % av
turrevninum í ostinum er feitt.
Tað samsvarar oftast við at 25
% av osta-vøruni er feitt.