mánadagur 8. juni 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 8. juni 2009
15
Við jøvnum millumbilum
stingur orðaskifti seg upp um
fjølmiðlarnar sum fjóðra
statsvaldið. Tað vil siga sum
trygd borgarans fyri, at allar
fjaldar dagsskráir verða
avdúkaðar. Niðurstøðan í
skrivandi stund er, at vit geva
hvørki teimum privat fíggjaðu
fjølmiðlunum og heldur ikki tí
alment fíggjaða Kringvarpinum
røttu arbeiðsumstøðurnar til
tess.
Hin vegin eru umstøðurnar
hjá fjølmiðlunum heldur ikki so
ringar, at teir ikki áttu at sæð
”spinnið” handan alt hetta tóma
buldrið um at tiðna blokkin,
sum setti dagskránna alla hesa
vikuna.
Ein leystgangnadi hond
granat av einum fólkatingslimi
brúkar endaorðaskiftið í
Fólkatinginum til at biðja um
meira blokkstuðul –
eitt mál, sum hann sum
fólkatingslimur absolutt einki
hevur við at gera. Tað kann
bara koma øllum føroyingum –
eisini sambandsfólki – aftur um
brekku, at vísa so lítla virðing
fyri tí danska parlamentinum, at
brúka tað til føroyskt sirkus. Og
hví ger hann so tað? Jú fyri at
fáa júst ta reaktión, sum han
fekk, nevniliga at øll tann
føroyska pressan leyp á leistum
eftir hesum dukkufreti.
Einki annað mál, hvussu
týdningarmikið og álvarsamt
tað annars í veruleikanum er,
megnaði at treingja ígjøgnum
hesa ljóðdálking í vikuni sum
fór. Og hin fólkatingslimurin
helt seg sanniliga heldur ikki
aftur. Endiliga eitt púra
óforpliktandi propagandamál,
sum hann visti, at pressan fór at
halda á kóki í fleiri dagar.
Sjónvarp og útvarp og hini
upp í saman. Og nú ið hann,
á
jøvnum føti við sambands
mannnin, fekk púra opna og
fría mikroforn, brúkti hann
sjálvsagt høvið at spæla plátuna
um ómegd føroyinga og kúging
dana av føroyskum sjálvræði,
og harafturat at ákæra hesa
somu glaðbeintu pressu, fyri
ikki at geva sær og sínum pláss
í fjølmiðlunum.
Tað ger formaðurin í
Tjóðveldi ferð aftaná ferð.
Átekur sær ein matýrleiklut.
Ein taktikkur, ið sum frá líður
er lættur at gjøgnumskoða. Og
eftirhondini hevur hann
endurtikið hesa søgu so ofta
um, at andstøðan og serstakliga
Tjóðveldi er so kúgað í press
uni, at sjálvt pressan, og
hansara gomlu starvsfelagar
har, eru farnir at trúgva honum.
Og soleiðis setti Edmund og
Høgni alla dagskránna farnu
viku, grundað á EINKI.
Henda lítla søga um sera
væleydnað dupultspinn hjá
Edmund og Høgna, sigur so
mikið sum, at vit mugu menna
teir føroysku fjølmiðlarna. Á
ólavsøku skulu vit skifta orð
um, hvussu tað alment fíggjaða
Kringvarp Føroya skal skipast í
framtíðini, og hvørji krøv, ið vit
eiga at seta teimum, og hvussu
tað skal fíggjast – og tað skal
vera mín vón, at leikluturin hjá
privatu pressuni verður
viðgjørdur í sama viðfangi. Og
at vit semjast um eina javnvág,
har rúm er fyri øllum.
Tí báðir leikarar mugu vera á
vøllinum, og teir mugu fáa
stundir og náðir til at fara eftir
teimum veruligu tíðindunum,
og ikki bara gloypa teir bitar,
sum tey, sum sita við valdinum,
blaka fyri teir.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Tá ið politikkur blívur tað reina
show – ella avtalað dupultspinn
Tíðargreinin
tíðargreinin
Helena Dam á Neystabø
Kári er aftur við nýggjum
tíðindum úr Grønlandi. Her
hevur verið vitjan av trimum
trúnfylgjarum, og tað gongur væl
við rognkelsisveiðuni
18. mai
Í dag + 4 stig og stilli. Qaqqatsiaq kom
inn í morgun at landa og skifta fólk. Tað
er stutt síðani, teir vóru inni her og
landaðu. Hesa ferð hava teir gott 260 tons
inni. Polar Assik er inni í Aasiat og
landar. Har er alt fult bæði kør og kassar,
gott og væl 65 tons. Teir hava fiskað um
190 tons í tríggjar túrar.
19. mai
Í dag er lot av suðri og + 2 stig. Natarnaq
kom inn í morgun at landa. Teir hava gott
380 tons inni. Qaqqatsiaq loysti í nátt til
nýggjan túr.
20. mai
Í dag er + 5 stig og stilli. Lómur er komin
til Illulisat at landa í morgun. Teir hava
um 125 tons inni eftir fiskarí í trý
samdøgur. Teir sleppa ikki út aftur fyrr
enn í morgin nýggjan túr. Nataarnaq loysti
í morgun kl 7 til nýggjan túr.
25. mai
Í dag er dýrdarveður, + 7 stig og val av
norðanvindi úti á. Polar Aassik kom inn til
Aasiat at landa í morgun. Teir hava fulla
last inni.
26. mai
Í dag er +1 stig og eitt kalt lot. Lómur
kom til Illulisat í morgun vid fullum skipi,
úti við 140 tonsum. Síðani teir byrjaðu
hetta tørnið hevur Lómur fiskað yvir 800
tons av rækjum. Harav hava teir mist eina
heila viku í liggidøgum eftir boðum frá
rækjuvirkinum. Tað er nokk bara her hjá
okkum, at virkini ikki vilja hava rávøru
og lata aftur, sum teir vilja.
27. mai
Í dag er dýrdarveður og +7 stig. Mitt í
øllum var kongalig vitjan her i býnum.
Tað var okkara krúnprinsur Frederik, tann
svenska krúnprinsessan Victoria, og so
tann norski krúnprinsurin Hákun. Eg var
so heppin at heilsa uppá tann norska
Hákun. Eg helt, at vit skuldu hava tað eitt
sindur stuttligt báðir, so eg bjóðaði honum
vælkomnan til høvuðsstaðin í Grønlandi,
Sisimiut. Hann takkaði fyri, og so segði
eg í skemti vid Hákun, at eg var ein
føroyskur víkingur líka sum tú Hákun er
ein norskur víkingur. Tað tók hann væl
ímóti, so vit smíltust báðir eina løtu. Í
kvøld ringdu fleiri til mín og takkaðu fyri
reklamuna fyri Sisimiut. Tað vísti seg, at
hetta var eitt av innsløgunum í
grønlendsku TVAvisuni, uttan at eg visti
av. Hevði eg vitað, at eg var í TV, so
skuldi eg billa Hákuni inn, at tá eg gekk í
skúla sum smádrongur, lærdi vit, at
norðmenn vóru avkom av teimum
føroysku vikingunum. Um hann var í iva
kundi hann tosa við okkurt Vikingasavn í
Noreg um tað var rætt. Men ein tiltalandi
persónur, tað var og er hann, tað er heilt
vist.
Ocean Tiger er í Nuuk og leggur upp
rækjur, sum teir hava við úr
Eysturgrønlandi. Soleiðis er lógin fyri teir,
tí tað er EUkvota, sum teir hava fiskað
av.
29. mai
Í dag er stilli. Í morgun var komið nakað
av hvítum niður, og tað eru 0 stig.
Grønlendska útvarpið segði í dag, at Artic
Prime hjá Hanus Hansen og Kim Høeg
Dam høvdu fingið endaligt loyvi at taka
ímóti ísaðum toski frá bátunum, og at ein
línubátur var á veg um 10 dagar. Har
skuldu vera tvey hold umborð uppá 14
mans til hvørt holdið. Virkini í Nagtoralik
og Qarotoq roknadu við at kunna hava
arbeiði til 100 fólk alt árið. Tað bleiv sagt,
at virkið í Qarotoq var einasta virki í
landinum, sum gjørdi lidnar vørur líka til
diskin.
Tað er sagt í grønlendska sjónvarpinum,
at tað var nógvur toskur í botngørnunum,
og at fiskurin er vaksin eitt lítið sindur.
Men teir sleppa bara at avreida 700 kilo
av avhøvdaðum fiski á 4 kr kilo. Tað
gevur litið til avlops.
Virkið, sum tekur ímóti her, er Sisimiut
Food. Stjórin Hanseraq Enoksen segði frá,
at tað var ein undirskotsforrætning hjá
teimun, sum keyptu rundan fisk. Tá
fiskurin fór av landinum fingu teir 7 kr
fyri kilo. Tað lønti seg betur at salta fiskin,
har var prísurin betri.
Rognaveiðan er betri nú, enn hon hevur
verið. Lýkkan gjørdi nógvan mun hjá
teimum, sum royna eftir rognkelsum. Teir
fáa 17 kr fyri kilo av rognum. og tað er
um 1 kilo av rognkelsi í hvørjum fiski.
Bátarnir koma við 12 plasttunnum og
avreiða. Tað ganga gott 100 kilo í
tunnuna. Tað er munur á rognaprísum. Um
eg keypi eina dós av rognum her, so
kostar hon 2225 kr. Eg hugdi, nú eg var í
Danmark herfyri, í ein
fiskahandlaraglugga.
Har lá ein dós av fronskum kaviar fyri
599 kr. Gud viti, hvat fyri fiski tey
rognini eru av. Har seldu teir tosk fyri 89
kr kilo, og ikki at forgloyma toskaflak fyri
170 kr kilo. Onkur skovlar pengar inn, tað
er heilt vist. Søgur siga, at í Nuuk er
prísurin á toski 6 kr kilo
Grønlandstíðindi Kári við Stein
Kári við Stein: Heilsaði uppá Hákun krónprins
Kári við Stein heilsar uppá norska
krónprinsin Hákun Magnus