mánadagur 8. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 106 - 8. juni 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kvøldseta verður fyri
Nielesi í Mentanar
húsinum kl 20:00 hós
kvøldið tann 11. juni
Millum Kirkjurygg og Ennið
býr ein friðar- og fróðar-
maður. Hann hevur búð und-
ir Kirkjugjógv og Borgini - á
hesum skaldakenda stað, í
seksti ár. Niels hevur hoyrt
aldargamla tutlið úr Kirkju-
rygsá, og tá ið veturin hevur
sungið sínar vísur, hevur
fjalladunið sett sinar hæl-
koytur í fjallaskalvin ovast
uppi. Ei undur í, at maðurin
hevur latið úr hondum dygd-
arverk í orði og ljóði, hevur
sæð sólina rísa um Eystur-
skarð og seta aftan fyri Blá-
bjørg á hásumri.
Tá ið tú kemur um Kirkju-
rygg, tykist tað okkum, eins
og eitt budistiskt tempul er
her á leiðini. Hetta tempul
rúmar bert einum alheims
munki, sum í sinum veru-
máta,
hugsunnarhátti
og
heimspeki er í sissheimi
stóran part av døgninum, og
sigur sína mantru. Tað er okk-
ara Niels, og mantran hans-
ara rúmar nógvum.
Tað byrjaði við Tveimum
feitum flugum á mentanar-
stevnuni 1987, sum LISA
skipaði fyri, til Alf Proysen,
sum kom út á fløgu í før-
oyskum búna fyri stuttum
við honum og Vár Næs sum
sangarar.
Ættin
Niels er fjøllmentaður. Hann
kann føra ætt sína aftur til
Kleina familjuna í faðirlegg,
sum kom av Strondum fyri
meira enn 100 árum síðani.
Tað vóru 4 systkin av hesi
ætt, sum settu seg niður í
Fuglafirði – Nicolina, kona
Magnus í Lon, kona Gamla
Símun, Suffía, Hans Klein,
maður
Elina(abbasystir),
sum búðu á Høvdanum og
kona Pól vesturi í Húsi, Poul
Midjord, Kathrina – Stranda
Kathrina, langomma Niels.
Flestu teirra, sum eru av
hesi rót, eru serliga musik-
ølsk her í bygdini t. d. Lona-
fólkið.
Eg sigi ikki, at Niels ikki
hevur fingið okkurt musiskt
í móðirlegg av Skálafjørð-
inum, treyðugt so, men eyð-
sýnt er tað, at úr hansara bud-
isttiska lyndi er sprottin ein
tónleikamentan, sum hevur
givið okkum so nógv, at
Himmiríkið rúmar næstan
ikki hesum ljóðkátu, tónleika
fólkum. Tú kanst nevna eina
røð av harmonikuspælarum,
sangarum, fólki, sum spæla á
onnur ljóðføri, úr hesari ætt.
(Sam, Magnus, Evert, Poul
Jakku, Heðin, Atli, Stanley,
Helgi, Rói o. s. fr.)
Vit og skil
Gott vit og skil skal til tað,
sum Niels hevur lagt úr
hondum. Hann kann t. d. í
orð og tal greiða frá sínari
hugsan um upprunan til
kingosangin. Hetta er áhuga-
vert at hoyra, og er tað fáur
her á landi, sum við síni
hugsan, røkkur so langt.
Hann veit nógv um svensk-
an vísusang, alheims arki-
tektur, list, kristnan átrúna,
uppaling og kórsang.
Niels er ein heilagur mað-
ur, sum vit hava stóra virðing
fyri. Tá vit hava fingið okk-
um sæti á okkar føstu bríkum
í kirkjuni, kemur Niels inn
eftir gólvinum. Hóast hann
kemur í seinra lag – og tað
eigur hann at gera, møtir
hann stundisliga, tí vit onnur,
sum eru telgd í øðrum líki,
skulu, tá ið hann kemur av
Kirkjuryggi
í
kirkjuna,
kenna hansara mátt, megi og
gloriu. Hetta guddómsríka,
sum liggur yvir Nielsi, fáa
vit gott av, meðan vit sita í
halgidóminum, so er hansara
nærleiki ....eitt ævinleika boð
av magn og anda... og hetta
meini eg bókstaviliga!!!!!
Gittarin og hansara
musikalsku evni
Gittarin er hansara sál.
Hann hevur hetta fima í sin-
um
fingrabørnum,
sum
akta hann, tá ið hann spælir
upp á hetta ljóðførið. Hann
spælir í barokstíli, tá ið
hann letur kingoløg í henda
ljóðsæla dám. Hann rennur
við neglunum eftir streingj-
unum, meðan hann spælir
Evert Taube og Alf Proysen
ella... bara tað, tá ið hann
syngur: Mín blái Fordur, so
er hansara námsfrøðiliga
snildi í fingrasnippunum
lagt í eina legu, sum spinnir
sælar tónar og dreymar úr
hesum ljóðføri.
Niels dugir eisni at seta út
fyri blandað kór. Hann hevur
dugnað Fuglafjarðar sangkóri
í mong ár, sum basssangari
og “ húskomponistur”. Lag-
ið, Himnafaðir, hevur Fugla-
fjarðar sangkór tikið til sín
sum sítt einkarbarn, og dám-
ar okkum væl at syngja hesa
mergjaðu yrking av Kristian
Osvald Viderø.
Niels spælir es-bass í
Fuglafjarðar hornorkestur,
og eru teir báðir vorðnir
sum stúkan og rekkjuváðin
í hesum tónleika umhvørvi.
Hetta ger, at Niels í hesum
ljóðføri røkkur langt við
síni mannahugsan um tón-
leik og tónleika mentan.
Við sinum lítilætna lyndi
hevur Niels givið okkum
alsk til vísir, kórsang, horn-
tónleik, kingoløg, Evert
Taube, Gunnleif Thomsen
og Alf Proysen. Hetta er ein
lívgevandi vágur, sum ríkar
sinnið dag og dagliga , og
vælsignað veri hondin .......
og røddin millum Kirkju-
rygg og Ennið.
Hjartaliga til lukku við
sektsi ára degnum.
Frits
Niels Midjord í Fuglafirði
seksti ár 13. juni
Danski listamálarin Svend
Aage Madsen í Billund
andaðist á sjúkrahúsi í Vejle
leygardagin, 81 ára gamal.
Svend Aage Madsen er
kendur fyri sínar málningar
av
føroysku
náttúruni,
umframt at hann eisini hev-
ur skrivað bøkur um sínar
mongu vitjanir í Føroyum.
Hann var føddur í 1928
sum yngstur av trimum
brøðum, og heilt frá ungum
árum av málaði hann máln-
ingar. Hann arbeiddi tó meg-
inpartin av sínum lívi sum
bygningsmálari til lívsins
uppihald.
Tað var á sumri í 1948, tá
Svend Aage Madsen sum
20 ára gamal fyrstu ferð
vitjaði í Føroyum, at hann
forelskaði seg í føroysku
náttúruni og øllum tí sum
her rørist. Síðan tá málaði
hann fyri tað mesta máln-
ingar við føroyskum mynd-
evnum.
Saman við konuni Inge,
var Svend Aage Madsen
nógv í Føroyum, og fingu
tey nógvar vinir her.
-red
Svend Åge Madsen deyður
Andlát og jarðarferðir
Greta Wenningstedt Villadsen, vanliga nevnd
Lulla, andaðist í Holbæk hósdagin, 80 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
8. juni. Medardus, deyður umleið ár 560. Biskupur í
St. Quentin og Tournai í Fraklandi. Í Fraklandi er
Medardus verndari hjá øllum teimum, sum hava
víngarðar og hjá øllum bryggjarum.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá okkara góði maður, pápi, verpápi og abbi
Aron Strømsten
doyði og fór til gravar.
Tøkk til Ingu Poulsen Dam fyri góð
og troystarrík orð
Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og tykkum,
sum hjálptu til við ervið.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Aron til
hansara seinasta hvíldarstað.
Tøkk fyri peningagávur og heilsanir.
Ein heilt serlig tøkk til tykkum á deild 2, sum vóru
so góð við Aron ta tíð hann var hjá tykkum.
Familjunnar vegna
Anna
Sigga, Sólrun, Oddvør og Djóni