Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 106 - 8. juni 2009 Fleiri serfrøðingar í grønlendskum viðurskiftum vænta, at valsigurin hjá IA fer aqt hava við sær, at ljós verður varpað á svikin børn og ung Grønland Árni Joensen arni@sosialurin.fo Grønland er í einum nýggjum ráki, og tað fara tey gloymdu børnini at fáa ágóðan av, skrivar Kristeligt Dagblad. Tað er ikki bara tað politiska skiftið og munurin á stevnuskráunum hjá flokkunum, sum gera mun, men eisini eitt ynski frá fólkinum um broytingar og tað komandi skifti frá heimastýri til sjálvstýri, heldur blaðið. - Tað sæst, at vit hava fingið eitt nýtt rák yvir landið, sigur Kaaliina Skifte, forkvinna í grøn- lendska námsfrøðinga fe- lagnum PIP, við Kristeligt Dagblad. Hon sigur, at fyri fyrstu ferð í mong ár fer tað almenna Grønland at átaka sær ábrygd av trupul leik- unum og at gera nakað við teir, og tað er neyðugt í einum samfelagi, sum er á veg ímóti sjálvstýri, sigur Kaaliina Skifte. Dorrit Hermann, sum sam skipar tað grønlendska virksemið hjá felagsskap in- um Red Barnet, væntar eis- ini, at ynskið hjá grøn- lendska fólkinum um eina broyting fer at gagna teim- um gloymdu børnunum og teimum gloymdu ungu. - Eftir mínum tykki er valúrslitið eitt tekin um, at grønlendingar vilja hava eina broyting til tað betra, har tað er samfelagið og ikki einstaklingar, sum eru í miðdeplinum. Eg haldi,m at børnini og tey ungu í Grønlandi eiga at gleðast um ta broyting, sum kann koma nú, sigur Dorrit Her- mann. Sum Obama Stjórin í flogfelagnum Air Greenland, Michael Binzer, vil ikki úttala seg um sjálvt valúrslitið ella tað politiska skiftið í Nuuk, men hann lýsir valúrslitið sum "eina nýggja byrjan" og ber tað saman við rómin í USA, tá Barack Obama vann for- setavalið seinasta heyst. - Eins og fleiri onnur menn ingarlond hava vit ovurstórar trupulleikar og ikki minst á tí sosiala økin- um, men tað ber ikki til bara at stinga høvdið inn í runnin, eins og mann hevur gjørt í fleiri ár. Nú hava vit fingið ein leiðara við vi - sjón um, og tað er ein góð byrjan, sigur Michael Binzer við Kristeligt Dag- blad. Tað eru tó ikki øll, sum vænta batar beinanvegin, tí ein stórur partur av teimum sosialu trupulleikunum í Grønlandi er mentanarligur arvur og siðaarvur, og slíkt verður ikki broytt í einari handavend. Hann verður sagdur at hava givið grønlendska fólkinum vónir um eina nýggja tíð. Júst sum barack Obama gav amerikanarunum, tá hann vann forsetavalið í heyst. Men hvør er tann grønlendski Obama? Grønland Árni Joensen arni@sosialurin.fo Kuupik Kleist er ættaður úr kolanámsbygdini Qullissat, ið er kent sum upprunastaður hjá einum heilum ættarliði innan grønlendska tón- leika umhvørvið. Hann er ikki sørur sjálvur, og hans- ara djúpa rødd hevur gjørt, at hann ofta verður um - røddur sum tann grøn- lendski Leonard Cohen. Hansara seinasta framførsla í so máta var undir fagnað- inum valkvøldið. Kuupik Kleist var millum tey umleið eirr túsund, sum eftir boðum frá myndug- leikunum blivu tvingsilsflutt í 1972. Avgerðin og avleiðingarnar løgdu lunnar undir eitt slag av einari mót mentan ímóti allari danskari ávirkan í árunum fram til heimastýrið í 1979. Tað var ikki av tilvild, at Kuupik Kleist gjørdist politik ari. Tað er sagt, at hann bleiv ávirkaður av abb anum Nikolaj Kleist, sum var virkin lokal- politikari í Qullissat, og at Kuupik rættiliga tíðliga setti sær síni politisku mál. Í síðstu viku tók hann eitt týðandi stig við tí stóra valsigrinum hjá IA og ikki minst sínum persónliga úrsliti, sum setti øll met til viks. Virkin politikari Kuupik Kleist er útbúgvin socionomur, og útbúgv ing- ina tók hann á Roskilde Uni versitets Center ella RUC, sum stovnurin vanliga verður róptur. Frá 1988 til 1992 var hann leiðari fyri tíðindamannaútbúgvingini í Nuuk og frá 1996 til 1999 stjóri á uttanríkisdeildini hjá heimastýrinum. Í 1991 bleiv Kuupik Kleist valdur til landsstýris- mann at umsita almenn arbeiði og samferðslu, og tað embætið røkti hann til 1995. Hetta sama árið bleiv hann valdur í Landstingið fyri IA og afturvaldur í 2002. Í 2001 bleiv hann valdur í Fólkatingið, og har var hann í seks ár. Kuupik Kleist hevur eis- ini havt álitisstørv. Hann var skrivari hjá Sjálv- stýrisnevndini í 2000 og 2001, nevndarlimur í Inuit Circumpolar Conference (ICC) frá 1995 til 1997, nevnd arformaður í Tele Greenland frá 1999 til 2001 og í plátufelagnum ULO. Hann sat eisini í teirri grøn- lendsku-donsku nevndini, sum gjørdi lógaruppskotið um grønlendskt sjálvstýri, og sum kemur í gildi tann 21. í hesum mánaðinum. Avhildin Í Danmark høvdu fleiri politik arar ilt við at dylja, at teir vóru fegnir um tað politiska skiftið í Grøn- landi. - Kuupik Kleist er ein tann klókasti politikarin, sum eg havi hitt, og eg ivist ikki í, at grønlendingar fáa tann besta landsstýris for- mannin, sum teir kundu fáa, sigur formaðurin í SF, Villy Søvndal, við danskar fjølmiðlar. Vanliga hevur Søren Esper sen úr Danska Fólka- flokkinum lítið gott at bera Grønlandi og grønlendskum politikarum, men hesaferð er øðrvísi. - Vit eru sera væl nøgd við úrslitið av valinum, og vit eru ovurfegin um, at Siumut loksins er settur til viks. Eg havi stóra virðing fyri Kuupik Kleist og meti hann sum ein sera dugna- ligan politikara. Hann er stutt sagt júst tann rætti maðurin til leiðarastarvið, nú Grønland fær sjálvstýri, sigur Søren Espersen við TV2. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur sagt seg vera sannførdan um, at stjórnin fer at fáa eitt gott samstarv við tað komandi landsstýrið í Grønlandi. Kuupik Kleist – ein avhildin vinnari Tey gloymdu børnini vunnu valið Kuupik Kleist fær nógv rósandi orð frá donskum politikarum, sum siga hann vera tann rætta at leiða Grønland inn í sjálvstýrið Mynd: Polfoto Søgur um vanrøkt børn hava sett Grønland í ringt orð, men nú kemur vænandi vend í Mynd: Polfoto Kamarkórið konsert í Müllers Pakkhúsi Í annaðkvøld klokkan 20 hevur Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Hans Paula Tórgarð konsert í Müllers Pakkhúsi. Burtur úr skránni kann nevnast, at nýggja kórverkið, Skermar, verður frumframført. Tað er Unn Patursson, ið hevur skrivað tónleikin, og Gunnar Hoydal, ið eigur orðini. Eisini fer kamarkórið at framføra løg úr Svøríki, Týsklandi, Fraklandi, Russlandi og Spania - hetta seinasta saman við Ólavi Jakobsen á guitar. Müllers Pakkhús er annars í hesum døgum karmur um framsýning við listaverkum hjá Anker Mortensen, Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð. Nýggjur handil í Klaksvík Í dag læt X-tra upp nýggjan handil á Klaksvíksvegnum í Klaksvík. Handilin húsast í gomlu handilshølunum hjá Netto. Handilin er partur av X-tra handilinum í Havn, sum heldur til í gomlu handilshølunum hjá bókhandlinum hjá Hjalmar Jacobsen.