mánadagur 8. juni 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 106 - 8. juni 2009
Orð: Eirikur í Jákupsstovu
Myndir: Álvur Haralsen og Sonja I. Jacobsen
Turrligur Fjarðafestivalur
Tað er bara einaferð komið fyri, at tað er turt á Fjarðfestivalinum, men í ár er festivalurin
aftur sloppin av við váttliga frámerki, hann hevur havt seinastu árini
Inni í Kelduni í Skálafirði er Fjarðafestivalurin í gongd við fullari ferð, men hann kundi
eins væl verið uttandura í ár. Hann byrjaði longu klokkan 18:30, tá Regin Jacobsen, sum
gjørdist ársins leiðari, setti festivalin.
Superhero við jobstoli
Í fjør gekk alt ímóti hjá
Superhero. Alt gekk
ímóti, men teir megnaðu
hóast alt at halda ein fína
konsert. Í ár var øðrvísi, tí
tað allarmesta bar til
Tá Superhero vóru í Føroyum í fjør var alt
ímóti teimum. Regnið oysti niður og
teknikkurin sveik teir ferð eftir ferð,
samstundis, sum teir vóru hálvt triðja
døgn seinkaðir, áðrenn teir sluppu á pallin,
har teir sum Job, stríddust hóast alt gekk
ímóti.
Í ár var øðrvísi. Flogfarið lendi í Vágum
eitt heilt korter, áðrenn tað átti. Pallurin er
innandura, og høvdu teir vilja verið úti, so
kundu teir verið úti, tí tað er av fagrasta
festivalveðrið í kvøld. Og teknikkurin
vildi bara alt tað, sum bólkurin vildi, og tí
er ikki at taka munnin ov fullan at
samanbera tolið hjá Superhero við Job, tí
nú fingu teir løn fyri stríðið.
Tí tað riggaði væl, og bønarløtan um
miðja konsert savnaði bólkurin øll saman,
har teir bóðu til og greiddu frá, at einasti
vegurin til harran er gjøgnum Jesus, og
fólkið tók undir.
Villir eftir bønarløtu
Tá bønar løtan var av, vóru nøkur, sum
fýltust á, at hendan løtan tók eitt sindur frá
stemninginum, sum varð pumpaður upp
gjøgnum fyrra partin av konsertini. Og tá
teir byrjaðu aftur spældu teir eisini eitt
rættiliga álvarsamt lag helst fyri at
undirstrika, at bólkurin er meinti bønirnar
í álvara, men tá hetta tunga lag var farið
afturum sleptu teir flestu hemningunum
og hugnaðu sær óført fyri rest.
Uppstillingin
Tungar trummur, snjallur gittari og ein
sangari, sum veruliga meinar tað hann
syngur. Bassleikarin gongur við
obligatorisku flættunum og tann smædni
trummuspælarin, hevur helst verið
skeldaður í kamari sínum í Skotlandi, tí
hann hevur larmað ov illa. Tí hann sat og
hugdi niður í trummurnar tað mesta av
tíðini.
Nógv ungfólk
Hóast rættiliga nógv fólk vóru inni í
salinum á Kelduni, so var fyri tað mesta
ungfólk, ið hevði leitað sær inn í hølini.
Teimum dámdi heilt væl, tí tá bólkurin
ætlaði at gevast var dómurin greiður. Tey
mongu ungu fólkini skríggjaðu, hoppaðu,
klappaðu og trampaðu, til bólkurin kom
uppaftur og spældi eykalagið.
Hinvegin vóru tey eldru ikki so nógv at
síggja, hóast tónleikurin og boðskapurin
ikki vóru so nógv øðrvísi, enn nógvir aðrir
bólkar, sum eldri fólk eisini fegin vilja
hoyra.
Vinjard Johansen, ein av
fyriskiparunum - her saman
við øðrum festivalgestum -
kann vera væl nøgdur við
Fjarðafestivalinum 2009
Í fjør gekk
alt ímóti
Superhero
úr Skotlandi,
men í ár fingu
teir løn fyri
stríðið