Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 214 - 6. november 2001 Nr. 214 - 6. november 2001 3 ALING Jústinus Leivsson Eidesgaard Fríggjadagin staðfesti Veterinærinstituttet í Oslo, at ILA varð í nýraroyndum av laksi frá alibrúkinum Gulin í Nólsoyarfirði. Royndirnar vóru tikinar 31 oktober, tí nógvur fiskur doyði í ringunum. ILA er í fimm ringum við 110.000 laksum sum viga eini 370 tons. Alibrúk- ið hevur samanlagt eini 1400 tons av laksi og ala- bogasílum. Fiskurin í teimum fimm ringunum skal nú slaktast. Hetta verður gjørd á Viking Seafood á Strondum.. Laksurin skal flytast við brunnbáti og hesin skal hava botnventilarnar fyri, meðan siglt verður inn á Skálafjørðin. Brunnbáturin má heldur ikki lensa, áðr- enn sjógvurin er sóttreins- aður. Alibrúkið hjá Gulanum hevur somu eigarar, sum felagið í hevur Aling á Ka- lbaksfirði og á Funnings- firði. Alibrúkið á Funnings- firði er rakt av ILA og har er meginparturin av fiskin- um tikin. ILA er nú staðfest av Funningsfirði og suður í Nólsoyarfjørð. Enn er einki staðfest á Gøtuvík, men Oyndarfjørður, Fuglafjørð- ur, Lambavík og Nólsoyar- fjørður eru rakt av hesi herviligu sjúku. Eitt alibrúk liggur uttanfyri Gomlurætt á vestursíðuni á Streym- oynni og hetta er so næsti granni hjá Gulanum á streymleið. ILA staðfest í Nólsoyarfirði Sunnudagin 7. oktober var lívs- skeiðið hjá Sørin liðið og stillis- liga sovnaði hann inn í ævin- leikan. Sørin sum í okkara húsi van- liga varð nevnd- ur Abbisørin ella Gubbi, var raskur og frískur til hann brádliga gjørdist sjúkur og vegna sín høga aldur var skjótt greitt, at ikki var gjørligt hjá honum at endurvinna sær heilsuna aftur. Tað tykist løgið, nú Abbisørin er farin, hesin maður, sum á ongan hátt gjørdi nakran háva burtur úr sær, gav okkum øllum so nógv, still- førur, lítillatin, góður og vinsælur. Tað var altíð fjálgt at fáa hann á vitjan, eins og tað var so óføra hugnaligt at vitja inn á gólvið hjá Sørin og Janhild og fáa eitt hugnaligt prát, tí tað dámdi honum so serstaka væl, eisini eftir at hoyrnin var farin at bila. Hann hevði tokkað til tað sum var føroyskt og hevði hann millum annað serligan tokka til føroyskan dans og kórsang, hann var trúgvur kirkjugangari og tá hetta er sagt skal eisini við- merkjast at seinnu árini dámdi honum betur at ganga enn at verða koyrdur í kirkju, tí, sum hann kundi taka til, tað var so frískligt og gott fyri likamið. Sørin var hegnismaður burturav og var mang- an boð eftir honum, tá okkurt skuldi gerast av- bera væl og er tað nógv sum liggur eftir hann og sum vit eisini eru ómetaliga glað fyri. Tað er stórur saknur nú Abbisørin ikki er millum okkum meira, vit hava dýrabar minnir um ein merkismann sum við sínum sjáldsama lyndi og blídni kom inn í hjørtu okkara og tað hava vit nógv at takka fyri. Størsta saknin kennur tú Janhild og børn tykkara, Páll Sigmund og Sólfríð við familjum. Tað er okkara ynski og vón, at Hann sum øllum valdar, gevur tykkum styrki og kraft til hvønn dag at liva í ljósinum í minninum um ein góðan mann, pápa, abba og langabba. Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minn- ið um Sørin. Sára, Ísak og børnini Minningarorð um Sørin Sørensen ILA sjúkan er nú staðfest í Nólsoyarfirði og neyðslaktið byrjar ein av fyrstu døgunum Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 3 2