týsdagur 6. november 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 214 - 6. november 2001
Nr. 214 - 6. november 2001
5
Tað eydnaðist ikki fyrr-
verandi
forsetanum
í
Nicaragua, Daniel Or-
tega, at koma aftur til
valdið.
Hóast minni enn so all-
ar atkvøðurnar frá for-
setavalinum sunnudagin
vóru upptaldar í gjár,
bendi alt á, at sitandi
forsetin, tann konser-
vativi Enrique Bolanos,
hevði vunnið á gamla
sandinistaleiðaranum
Daniel Ortega.
Valluttøkan var so stór,
at valhølini noyddust at
hava opið longur enn
ætlað, so allir veljararnir
kundu sleppa at seta
krossin. Roknað varð við
einum
sera
jøvnum
úrsliti, men uppteljingin í
gjár vísti, at Bolanos fór
at vinna.
Enrique Bolanos er
handilsmaður, sum er fyri
marknaðarbúskapi,
og
hann hevur fingið hollan
stuðul úr USA. Hinvegin
hava
amerikansku
myndugleikarnir ikki dult
fyri, at teir halda lítið um
Daniel Ortega, sum var
ein av oddamonnunum
fyri
sandinistisku
kollveltingini í Nicaragua
í 1979.
Táverandi amerikanski
forsetin, Ronald Reagan,
setti strong handilstiltøk í
verk ímóti Nicaragua,
eftir at Ortega var komin
til valdið. Úrslitið varð, at
Nicaragua leitaði sær
stuðul frá Kuba og Sovje-
tsamveldinum. Reagan-
stjórnin fíggjaði og vandi
teir sonevndu contras-
uppreistrarmenninar, sum
í áravís bardust ímóti
sandinistastjór nini.
Hildið
verður,
at
borgarakríggið kostaði
umleið 30.000 mannalív.
USA stóran týdning
Undir valstríðnum hava
vinnulívsfólk ávarað fólk
ímóti at stuðla Daniel
Ortega, tí eftir teirra
tykki hevði tað komið
landinum í búskaparligt
óføri,
hevði
Ortega
vunnið. Tað hevði eisini
havt við sær, at USA
hevði
avmarkað
sítt
samband við Nicaragua
nógv, og at útlendskir
íleggjarar høvdu vent
landinum bakið.
Ortega hevur hinvegin
fingið dyggan stuðul frá
fátækrafólkinum á bygd,
tí hann hevur lovað teim-
um
betri
livikor
og
arbeiðspláss.
Eygleiðarar siga, at
komandi forsetin fær eina
trupla uppgávu at loysa.
70 prosent av teimum 4,8
milliónunum, sum búgva
í Nicaragua, liva í fát-
ækradømi, og arbeiðs-
loysið er heili 53 prosent.
Umleið 10.000 eyg-
leiðarar fylgdu við, at
valreglurnar vórðu hildn-
ar, og einki er frætt um
valsvik.
Ortega tapti
Reuter
Við allahalganna
konsertina hjá Ljómi
sunnudagin í Vágs
kirkju, varð eisini
gamla urgan frá 1872
aftur tikin í nýtslu
KIRKJUTÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Kirkjukórið Ljómur hevði
sunnudagin allahalganna
konsert í Vágs kirkju. Hetta
er tiltak, ið kórið hevur havt
í mong ár. Ein afturvend-
andi løta við hesar konsert-
ir er, tá sálmurin Nú Hvítna
Tindar verður sungin. Og
júst henda dag hendi tað.
Tindarnir kring Vágsfjørð
hvítnaðu og undirstrikaðu
hugnaligu løtuna í Vágs
kirkju, har kór og tónleik-
arar framførdu fyri nærum
fullsettari kirkju.
Fjølbroytt skrá setti dám
á. Kór og leiðarar stóðu fyri
eini flottari konsert við
sangi og tónleiki. Dorte
Tilma og Hans Pauli Tór-
garð stjórnaðu Ljómi og
hornblástri
tóku
Steve
Foggin, Johan Hentze, Ásla
Magnussen og Brandur
Enni sær av. Niels og
Jóannes Nolsøe leiktu urgu.
Jónsvein Bech, prestur,
takkaði fyri sangin og
tónleikin og sigast má, at
tøkkin var uppiborin.
Gamla urgan
Gamla urgan í kirkjuni í
Vági er sett aftur í stand og
varð við konsertina tikin
aftur í nýtslu. Og tveir
urguleikarar, ið óivað hava
byrjað urguleiðina við hesa
urgu, eru júst brøðurnir
Jóannes og Niels Nolsøe.
Teir hava eisini báðir tænt
bæði Ljómi og kirkjuni væl
og fingu teir gávu, eins og
tónleikarar og kórleiðarar.
Eftir sálmin Eitt Snjó-
hvítt Herlið, leitaði fjøldin
út í kavan, eftir eina løtu, ið
fløvar, tí prógvað er, at
dugur er í, hóast bæði urga
og kór teljast millum elstu í
landinum hvør á sínum øki.
Árini geva royndir og vitan,
geva dygd, ið er við til fáa
áhoyraran
at
gloyma,
hvussu nógvir venjingar-
tímar liggja aftanfyri – og
soleiðis skal tað vera.
Amnesty
International
ávarar
amerikansku
stjórnina ímóti at rudda
slóð fyri Norðursam-
gonguni í Afghanistan.
Amnesty væntar, at fær
samgongan valdið, kann
tað enda við ræðuligum
ágangi ímóti afghanska
sivilfólkinum.
– Koma brotsmenninir
í Norðursamgonguni til
valdið, verður tað heilt
greitt byrjanin til ógvus-
ligan og ræðuligan ágang
ímóti
sivilfólkinum
í
Afghanistan, sigur norð-
maðurin Jon Peder Ege-
næs, sum arbeiðir hjá
Amnesty International,
og sum í løtuni er í Pak-
istan, har hann hevur tos-
að við flóttafólk, sum eru
komin úr Afghanistan.
– Tey, sum vit hava tos-
að við, hava øll greitt frá,
at tey eru flýdd undan
teimum
amerikansku
bumbunum. Mong hava
greitt frá, at tey hava mist
skyldfólk í bumbuálop-
unum. Ein maður greiddi
okkum frá, at hann hevði
mist átta skyldfólk í ein-
um álopi, men vit kunnu
sjálvandi ikki vita, um
hann sigur satt, sigur Jon
Peder Egenæs.
Hóast Amnesty Inter-
national seinastu árini
hevur funnist hvassliga at
framferðini hjá Taliban-
stýrinum, tí tað ferð eftir
ferð hevur brotið manna-
rættindini, er felagsskap-
urin alt annað enn fegin
um amerikanska stuðulin
til Norðursamgonguna.
-Sleppur Norðursam-
gongan til valdið í Kabul,
kann tað enda í ræðu-
leika. Vit hava skilt, at
afghanska
sivilfólkið
ræðist Norðursamgong-
una og tað av góðum
grundum, sigur Jon Peder
Egenæs.
Ein av leiðarunum í
Norðursamgonguni
er
Rashid Dostum. Undir
sovjetsku hersetingini í
1980-árunum var hann
ovasti fyri teirri loyniligu
afghansku løgregluni, og
tað er ikki fyri tað góða,
at flestu afghanar fram-
vegis minnast navn hans-
ara.
Amnesty ávarar ímóti
Norðursamgonguni
Ljómandi songur
og hvítnandi tindar
Í døgunum, 6. til 10. nov-
embur verður forvitnislig
søluframsýning við barna-
klæðum, ið eru framleidd í
Føroyum. Tað eru tær báð-
ar, Beinta Mouritsen og
Elisabeth
Christiansen,
sum eru kvinnurnar aftan
fyri føroyskt framleiddu
klæðini,
sum
vitjandi
kunnu síggja í hesum døg-
um.
Tær báðar hava fingist
við seyming av ymsum
slagi síðani tær vóru smá-
gentur.
Í marts mánaða gjørdist
virksemi teirra til meira
enn ítriv og framleiðsla til
egna nýtslu. Tá innrættaðu
tær nevnliga eitt fjós til
seymistovu, har tær í dag
binda og seyma barnaklæð-
ir. Higartil hevur tað bert
verið eftir bílegging.
Fjósið ímyndar rættiliga
væl ein stóran part av fram-
leiðslu teirra. Tí nógv av
teimum klæðnapløggum,
tær evna til, eru gjørd úr
tøvdari føroyskari ull.
Tó nýta tær báðar annað
enn føroyska ull í síni fram-
leiðslu. Nevnast kann eitt
nú fleece.
Tær báðar hava eisini
gjørt føroysk klæðir til
børn, og hesi fara tær
somuleiðis at hava í sølu-
básinum á Torginum.
Hósdagin 8. novembur
letur eisini stóra PILA-til-
takið upp á Torginum í
SMS.
RÆTTURIN
Bent Bernardi Sørensen
Ein handil hjá Tele Dan-
mark skuldi spreingjast í
luftina, eldur skuldi setast á
eina politistøð og ein løg-
reglumaður skuldi kvælast
Ein 42 ára gamal føroy-
ingur hevur í rættinum í
Herning fingið eitt hálvt
ára treytaleysa fongsuls-
revsing, tí hann millum
annað hevur hótt við at
drepa ein løgreglumann,
seta eld á politistøðina í
Herning og at spreingja ein
handil hjá Tele Danmark í
luftina.
Í rættinum sýndi føroy-
ingurin, at hann var rættu-
liga beiskur inn á sam-fel-
agið í almindiligheit og inn
á løgregluna í serdeilisheit.
Orsøkin til hetta kann finn-
ast í, at hann í fjør varð
handtikin aftan á ein bar-
daga í Varmestuen hjá Blå
Kors í Herning. Maðurin
heldur, at hann varð hand-
tikin av órøttum. Síðan tá
hevur hatrið til myndug-
leikarnar rættuliga tikið
yvirhond.
Vánaligur tónleikur
Eitt tilvildarligt starvsfólk
hjá Tele Danmark, sum ikki
hevði møguleika til at stilla
føroyingin beinleiðis um til
Ringkøbind Statsamt, varð
beinanvegin hótt. Starvs-
fólkið fekk at vita, at tele-
handilin
fór
at
verða
sprongdur í luftina innan
ein hálvan tíma. Í rættinum
greiddi føroyingurin frá, at
orsøkin til at hann var kom-
in við hesi hóttanini var, at
tónleikurin, sum var at
hoyra í telefonini, meðan
hann bíðaði, var út av lagi
vánaligur.
Seinni ringdi føroyingur-
in til politistøðina og
greiddi frá, at hann vildi
koma við eini spann av
bensini og seta eld á støð-
ina. Hann greiddi eisini frá,
at ein ávísur løgreglumaður
skuldi kvælast við berum
nevum.
Skít í buks
Rættarfundurin varð upp-
runaliga settur fyri nøkrum
vikum síðan, men hetta helt
ikki føroyingin frá at koma
við fleiri hóttanum. Hann
ringdi til dómarakontórið í
Herning og segði millum
annað: »Eg skal fáa dóm-
aran at skíta í buksirnar av
ræðslu.« Málið varð útsett,
tí at dómarin er ógegnigur,
tá hann verður hóttur.
Tí kom ein dómari úr
Aalborg, Carsten Michels-
en til Herning at døma
saman við tveimum dóms-
monnum.
Verjin hjá føroyinginum,
Jørgen Quade Andersen
royndi hvat hann kundi at
fáa revsingina linari og at
geva klientinum treytaðan
dóm.
– Fongsul vil gera støð-
una enn verri hjá mínum
klienti. Hann gerst enn
verri fyri. Tað vil vera fyri-
byrgjandi at geva honum
treytaðan dóm og lata hann
flyta aftur til Føroyar, segði
verjin.
Føryingurin er longu
komin heim aftur til Føroy-
ar. Rætturin fylgdi ákæru-
myndugleikanum og gav
manninum seks mánaða
treytaleysa fongsulsrevs-
ing.
Snotilig føroysk
barnaklæðir á Torginum
Føroyingur í fongsul fyri
grovar hóttanir í Danmark
C
M
Y
K
5
4