Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 214 - 6. november 2001 Nr. 214 - 6. november 2001 7 Oljuleitingin undir Føroyum hevur lagt ítøkiligar inntøkur eftir seg, segði Eyðun Elttør, landsstýris- maður á landsfundi Sjálvstýrisfloksins LANDSFUNDUR Edvard Joensen Klaksvík: Lóggávan í sam- band við oljuleitingina hev- ur gjørt, at pengar eru komnir til landið, eins og vit hava fingið nógvar royndir, vit kunnu brúka seinni, segði landsstýris- maðurin. Hann metti tað vera rætt at krevja, at alt skal um føroyskan bryggjukant, tí tað hevur givið okkum vinning, sum vit annars ikki høvdu fingið. Høvdu vit ikki havt hesa lóggávuna, var vandi fyri, at vit als einki fingu. Hvørki vinning ella tær royndir, okkara fólk hóast alt hava fingið, segði hann. Um umhvørvis mál segði hann, at vit tíverri hava gjørt ov lítið við Agenda 21 ætlanina, sum samtykt varð á Rio fundinum í 1992. Men nú er komin ein nýggj ætlan, sum nevnd verður Lokal Agenda 21, har lagt verður upp til, at kommunurnanr sjálvar fara at taka umhvørvismálini upp. Hann vísti á, at eitt nú Noreg og Svøríki hava gjørt nógv burtur úr málinum, og tað eiga føroyingar eisini at taka upp. Sam kann loysa part av trupulleikanum um Leirvíksfjørð heldur enn at keypa eitt skip afturat LANDSFUNDUR Edvard Joensen Klaksvík: Tað er ikki neyðugt at keypa avloys- araskip til Leirvíksfjarðar- leiðina. Tað er bara at seta Sam í siglingina har, segði Sámal Petur í Grund á landsfundinum hjá Sjálv- stýrisflokkinum. Tað var Karl Heri Joen- sen úr Klaksvík, sum á landsfundinum hevði at tingmanning floksins fyri ikki at taka undir við broyt- ingaruppskotinum hjá Vilh- elmi Johannesen, tá eyka- játtanarlógin fyri septemb- er var fyri. Tað var har, hann skeyt upp at keypa av- loysaraskip til Strandferðsl- una at sigla um Leirvíks- fjørð. Sámal Petur í Grund svaraði, at hann hevði hoyrt norðoyartingmenn tosað um, at tað var ikki neyðugt at keypa nakað skip, tí Sam kundi brúkast til enda- málið. Hann er avloysara- skip kortini. Men tað hevði landsstýr- ismaðurin við vinnumálum ongantíð biðið um, segði Sámal Petur í Grund. Hann segði, at tað komst partvís av mótstøðu frá Strand- ferðsluni og manningin sjálvari, segði hann. Hann metti samstundis, at Sam eisini kundi verið nýttur at sigla í Kallsoynna við. Men tí var Schumann Hansen úr Kaksvík ikki samdur við honum í. – Tað er stutt og greitt einki atløgupláss, sum Sam kann brúka á Kallsoynni, segði hann. Hann helt tað vera rættast at leiga eitt avloysaraskip, til Ternan verður leys av Vestmannasundi, tá undir- sjóvartunnilin kemur vestur í Vágar. So kunnu Ternan og Dúgvan í felag røkja siglingina um Leirvíks- fjørð. Tað metti hann vera ta frægastu loysnina. UPPSØGN Ingrid Bjarnastein Fyritøkan, ið fyrr æt Sp/f VIT, men sum í dag kallar seg Faroesoft hevur mist sjey av starvsfólkum sín- um. Sjey av 11 starvsfólk- unum hjá fyritøkuni hava sagt seg úr starvi. Tað hevur verið heldur tor- ført at fáa nakra viðmerk- ing um uppsagnirnar, men Rolf Herup Olsen, virkis- menningarleiðari á Faro- dane, váttar tíðindini, men hann hevur onga víðari við- merking um málið sum nú er. Faroesoft er nevniliga eitt Farodane-felag, tí í ár 2000 keyptu teir 80% av parta- peninginum í Farosoft, meðan starvsfólkini á fyri- tøkuni nú eiga hini 20%. Roynt hevur verið at fingið eina viðmerking frá starvsfólkunum á Faroe- soft, men heldur ikki tey hava nakað at siga um upp- sagnirnar í løtuni. Óli Olsen, stjóri á Faroe- soft, var staddur uttanlands tá blaðið varð skrivað, so heldur ikki hann hevur havt nakran møguleika at úttala seg um málið. Leitingin loyst seg Eyðun Elttør fegnaðist um lógarverkið í samband við oljuleit-ingina undir Føroyum Mynd: Edvard Joensen Sam sigla um Leirvíksfjørð LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Um meginpartin av landinum hevur verið rættiliga friðarligt í vikuskiftinum. Mánamorgunin hevði vakthavandi á politi- garðinum ikki nógv at fortelja Sosialinum. Vikuskiftið hevur ver- ið stak friðarligt. Onki óvanligt ella stórt er hent í Havnini um viku- skiftið. Onkur rútur brotin, men onki meira enn tað. So kanska eitt heldur óvanligt vikuskifti í Havnini nú um dagar. Í Klaksvík hevur eis- ini verið friðarligt um vikuskiftið. Eitt sjáld- sama friðarligt viku- skifti, sigur vakthavandi á politistøðini í Klaks- vík. Eitt lítið ferðsluóhapp hevur verið, men tey eru væntandi nú frostið kemur. Sunnukvøldið skuldi ein bilur í Klaksvík snara í einum svingi, men bilurin fer beint frameftir ístaðin. Hetta førdi við sær, at bilurin rendi inn í ein annan parkeraðan bil. Ongin stórvegis skaði stóðst av óhappinum. Í Eysturoynni var heldur ikki nógv at for- telja. Nøkur ferðslu- óhapp hava tó verið. Leygarnáttina rendi ein bilur á bilverjuna við rulliportrið í Skálabotni, og somu nátt var ein tikin fyri at koyra ávirk- aður. Í Gøtugjógv rendi ein bilur, sum var á veg suð- ureftir gjøgnum bygd- ina, á ein lyktapela. Før- arin hevði mist tamar- hald á bilinum í eini hvirlu, men ongin fólka- skaði var. Mánanáttina fór ein bilur útav uttanfyri Fuglafjørð vegna hálku, og ein annar fór útav undir Gøtueiði, Tjøru- nesi – eisini vegna hálku. Bilurin bóltaði oman í bøin, ongin mannaskaði, bert skrokkskaði, veit vakt- havandi á politistøðini í Runavík. Sera friðarligt hevur verið kring landið hetta vikuskiftið. Friðarligt í vikuskiftinum INNBROT Ingrid Bjarnastein Náttina til sunnudagin var eitt innbrot í einum grønlendskt skrásettum skipi, sum liggur á Mið- vági. Hetta er eitt gamalt skip, ein sokallaður pol- itikuttari, sum ein miðv- ingur hevur tikið við sær úr Grønlandi. Nakrar rifflur, ein høglbyrsa og ein pistól vórðu stolnar av skipin- um Malik, sum í fleiri ár hevur ligið á Miðvági. Eisini ein rúgva lóðri til vápnini varð stolið, og er tað júst hetta, ið er vandamikið, um vápnini fella í skeivar hendur, sigur Regin Jespersen á politistøðini í Miðvági. Hví vápnini vóru um- borð á skipinum veit Regin Jespersen ikki at siga, men verður hetta kannað í løtuni. Enn veit politiið ikki at siga, hvør stendur aftanfyri innbrotið, men málið verður sjálvsagt kannað. Politiið í Miðvági heitir á fólk, ið møguliga vita okkurt um innbrot- ið, at venda sær til teirra, tí tað kann gerast ikki sørt vandamikið við løddum vápnum. Um nakar veit nakað er at ringja á telefon 333448, og kann hetta eisini gerast anonymt. Stjólu rifflur, høglbyrsu og pistól Sjey fólk sagt upp á Faroesoft Tað verða ongar av- gerandi broytingar í politikki Sjálvstýris- floksins eftir for- mansskiftið, sigur nýggi formaðurin, Sámal Petur í Grund. Kósin verður hólig tjóðskaparsinnað, og allar dyr standa opnar fyri samstarvi LANDSFUNDUR Edvard Joensen Klaksvík: Sjálvstýrisflokk- urinfer at arbeiða eftir stevnuskránni, sum sam- tykt er. Tað verður eingin radikal broyting, hóast for- maðurin er skiftur út. Og nýggi formaðurin letur all- ar dyr standa opnar fyri samstarvi. Í viðmerking til tað, for- maðurin í Javnaðarflokk- inum, Jóannes Eidesgaard førir fram í Sosialinum, at Sjálvstýrisflokkurin fær verri við at samtarva, nú formansskifti hevur verið, sigur Sámal Petur í Grund, formðaur Sjálvstýrisflok- sins, at so verður ikki. –Tað verða ongar broyt- ingar at merkja í linju flok- sins, sigur hann. Flokkurin hevur sína stevnuskrá at ar- beiða eftir, og hana fer hann at halda seg til. At hansara persónliga politiska linja skal vera meira loysingarsinnað og høgravend, enn flokkurin hevur verið fyrr, er einki hald í, sigur hann. –Eg havi ongantíð verið loysingarmaður, men tjóð- skaparsinnaður. Var eg loysingarmaður, hevði eg farið upp í annan flokk, sigur Sámal Petur í Grund. Um samstarvsmøguleik- ar eftir komandi løgtings- val, sigur hann at enn sum áður standa allar dyr opnar nfyri samstarvi. Sámal Petur í Grund heldur ikki, at formans- skiftið í Sjálvstýrisflokkin- um, sum gjørdist heldur knappligt beint upp undir landsfundin, fer at ávirka støðu floksins nevnivert. Hann óttast als iki fyri, at hann hevur grivið egna grøv við at troðka Helenu Dam á Neystabø av ovastu rók. –Tað havi eg ikki gjørt, sigur hann, Eg brúkti mín demokratisak rætt - eftir áheitan - at stilla upp til formansvalið. At mótval- evnið ikki vildi fara undir eitt stríðsval, kann eg einki gera við, sigur hann. Sámal Petur í Grund heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki fyri Sjálvstýris- flokkin, at formaðurin og starvsnevndin standa fyri vali á hvørjum ári. Lands- nevndin verður vald í tveimum annaðhvørt ár. Helvtin hvørja ferð. Demokratiið verður bara ein trupulleiki, tá annað av valevnunum ger tað til ein trupulleika, vísir hann á. At veljarakanningar, sum gjørdar hava verið, geva Sjálvstýrisflokkinum aftur- gongd, órógvar ikki nýggja formanin so øgiliga nógv. Hann vísir á, at tær leggja flokkin bara heilt stutt frá tveimum tinglimum, sum hann metir, flokkurin eigur at fara at fáa, um val verður arbeitt. At annar veðrur valdur í Eysturoynni, er hann iva- leysur í, tí Eysturoyggin til seinasta val var størsta val- dømið hjá flokkinum. At tann, sum valdur verður, verður hann sjálvur, liggur líkasum millum relgurnar, skilst. Sámal Petur í Grund er ikki bangin fyri, at tað, sum nú er hent, kann fara at geva bakslag, soleiðis at fólk fara at savnast um fráfarandi formannin við eitt løgtingsval. Møguleiki er fyiri at eitt komandi fólkstingsval fer at geva Sjálvstrýisflokkin- um afturgongd í mun til seinasta fólkatingsval, sum av ávísum orsøkum var heilt gott hjá Sjálvstýris- flokkinum. Ein lemjandi afturgongd kann tulkast sum eitt mót- mæli móti nýggja formann- inum. Selriga tá fráfarnadi formaðurin hevur boðað frá, at hon stillar ikki upp til eitt møguligt fólkatings- val. Sámal Petur í Grund á- sannar, at tað ber til at hugsa so, men at hann er ikki bangin fyri, at tað fer at verða soleiðis. Hann tekur aftur í aftur, at við nýggju skipanini at velja formann og starvs- nevnd hvørt ár, er demo- krati komið í prosessina, og hann ræddist ikki demo- kratiið, tá hann stillaði upp til formansvalið. Eingin loysingarflokkur Sámal Petur í Grund er nýggjur galliónsfigurur hjá Sjálvstýrisflokkinum, meðan Helena Dam á Neystabø er farin longri aftur Mynd: Edvard Joensen Ymsu eftirlønarskip- aninar gera, at stættarmunurin mill- um pensiónistarnar økist. Tí má eins nýggj pensiónsskipan gerast, sigur Sámal Petur í Grund LANDSFUNDUR Edvard Joensen Klaksvík: Sjálvstýris- flokkurin vil hava, at eftir- lønarskipanin skal vera bæði samhaldføst og privat. Hon skal gera, at eftirlønin verður 70% av inntøkuni, pensionisturin hevur havt. Hvussu hon skal gerast heilt konkret gjørdi hann kortini ikki greitt á lands- fundinum. Arvagranskingin skal í gongd heilt skjótt, segði Sámal Petur í Grund, lands- stýrismaður við almanna- og heilsumálum. Aðalstjórin í Almanna- og Heilsumálastýrinum varð uppsagdur herfyri, greiddi Samal Petur í Grund frá, og nú er rættar- mál komið burtur úr tí. Um røktarskipanina greiddi hann frá, at ein royndarskipan er í gongd á Sandi, har búfólkini á eldrabýlunum fáa útgoldið sína pensión, men so gjalda aftur til staðið, tey búgva á, heldur enn øvugt, sum vanligt er. Hendan skipanin er meira mannsømilig enn tann, har pensiónin veðru tikin frá fólki, sum so fáa lummapengar útgoldnar. Sámal Petur í Grund harmaðist um, at aðal- fundurin varð útsettur, og tí kundi eingin landsnevnd veljast heldur. Tað darvaði eisini orðaskiftinum, sum natúrliga skuldi verið á landsfundinum, segði hann. Hann takkaði tó Helenu Dam á Neystabø fyri tíðina sum formaður í flokkinum, hóast hon framvegis for- melt er formaður, til nýggj- ur aðalfundur hevur verið. Eisini eftirlýsti hann størri aktiviteti millum fót- fólkið, tí tað ber ikki til, at bara tey, sum standa í fremstu røð skulu mynda flokkin. Sámal Petur í Grund undirstrikaði, at tað ber ikki til at reka politikk í Føroyum uttan at Sjálv- stýrisflokkurin er við. Tað legði hann út sum tað, at floksins politikkur er tann einasti, sum ber til at reka. Stættarmunurin økist Hevði Sjálvstýris- flokkurin ikki tvíhild- ið um at hava langa skiftistíð, hevði sam- gongan tikið undir við at góðtikið fýra ára skiftistíð, segði Helena Dam á Neystabø í formans- frágreiðing síni á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum í Klaksvík LANDSFUNDUR Edvard Joensen Klaksvík: Undir samráð- ingunum úm framtíðar- støðu Føroya, vardi sjálv- stýrisflokkurin longu skift- istíðina, segði Helena Dam á Neystabø í formansfrá- greiðing síni. Hevði ikki so verið, varð skiftistíðin bara fýra ár, sum hevði verið til skaða fyri føroyingar, segði hon. Tá hevði livifóturin lækkað munandi, væntaði hon. Arbeiði við at vinna Før- oyum sjálvstýri skal gerast heima í Føroyum, segði Helena Dam á Neystabø. Vit skulu kvalifisera okk- um til sjálvstýrið við at taka við ábyrgdini av øllum økj- um her heima hjá okkum sjálvum. Ábyrgd og skylda skulu fylgjast, segði hon. Fullveldisætlanin datt niðurfyri og mislukkaðist fullkomuliga. Tað eydn- aðist hvørki at sannføra danir ella føroyingar um, at ætlanin var realistisk, segði Helena Dam á Neystabø. Tað kundi endað við, at samgongan legði frá sær, og tað var eisini nær við, segði hon. Men orsakað av arbeiði Sjálvstýrisfloksins helt samgongan fram. Hóast hon varð koyrd frá sum landsstýrismaður, eydnaðist kortini Sjálv- stýrisflokkinum at halda samgonguni saman, segði Helena Dam á Neystabø millum annað í formans- frágreiðing síni. Tað var sera óheppið, tá løgmaður avlýsti fólka- atkvøðuna, sum verða skuldi í vár, segði Helena Dam á Neystabø. Sjálv- stýrisflokkurin eigur ikki at helma í, fyrr enn fólka- atkvøða hevur verið. Og hon eigur helst at vera áðr- enn løgtingsvalið, segði formaður sjálvsstýrisflok- sins. Arbeitt eigur at verða stigvíst fram móti sjálv- røðinum, segði Helena Dam á Neystabø. Tað fer at taka fleiri ár, men tað eigur tað so at gera. Vit skulu tøma Heimastýrislógina, til vit eru komin haðar til, at vit hava tikið við øllum skyldum sjálv. Varð førdi politikurin hjá hesi samgonguni soleiðis førdur, hevði eingin drama- tikkur verið, soleiðis sum vit hava sæð í hesum val- skeiðnum, segði Helena Dam á Neystabø í fyrstu og fyribils seinastu fromansfrágreiðing síni til landsfundin hjá Sjálvstýris- flokkinum. Sjálvstýrisflokkurin bjargaði skiftistíðini C M Y K 7 6