Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 106 - 8. juni 2009 ] Hesa ferð var so tætt við, sum tað kun­ di vera, uttan at tað eydnaðist hjá Klaks­ víkingi, sum Eystur­ oy ingur var ov stinn­ ur hjá Kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Spenningurin undan hesum kapp ingarárinum hevur ver ið á fleiri frontum, og ikki minst tá ið tað hevur snúð seg um 10-mannaførini hava spurnartekinið verið nógv og svarini fá. Tann fyrsti Fyrsti spurningurin hevur ver ið, um tað yvirhøvur fór at vera nøkur kapping mill- um 10-mannaførini, sum al tíð hava verið og eftir øll- um at døma framvegis verða roknað sum flagg- skip ini í kapp róðrar- flotanum. Svarið upp á henda spurn- ingin er ja. Men luttøkan boð ar frá, at tað kring land- ið gongst striltið at skava fólk saman soleiðis, at kapp róðr ar snekkj ur nar fram um allar aðrar kunnu flot ast. At 10-mannaførini frá flagg degnum av síggjast venja á firðum, vágum og víkum er eftir øllum at døma ein farin tíð. Men á Norð oyastevnu vóru trý 10-mannafør: Klaks vík ing- ur, Eysturoyingur og Ormur in Langi hjá Róðrar- felagnum Knørri. Fleiri enn hesi standa á listanum hjá Róðr arsambandinum, men hini munnu fara at vera ódrúgv, og harvið ber til at stað festa, at eitt nú Havnar- bátur in, Vestmenningur og Nól s oy ingur, sum so ofta hava verið við til at seta dám á, og sum altíð hava átt góða og drúgva áskoðara- fjøld, ikki fara at vera við í telvingini um FM heitið. Tann næsti Annar spurningurin var, um tað mundi fara at verða nak ar spenningur í kapp- ing ini millum 10- manna- før ini. Tíbetur varð svarið upp á tann spurningin posi- tivt. Felags fyri tær tríggjar mann ingarnar, sum hesa ferð tóku lut, er, at tær vita, hvat tað snýr seg um. Hetta eru rógvarar, sum vita, hvat tað skal til fyri at vera við í kappingini um fremsta pláss ið, og tá ið tað hesa ferð lagaði seg soleiðis, sum tað gjørdi, so ber tað boð um, at tað undan næsta FM róðrinum er púra opið. Leingi var tað púra javnt leygar dagin. Ormurin Langi var tvær bátslongdir aftan fyri hinar báðar bátar- nar, tá ið teir fóru um málið, men tann munurin er ikki størri enn so, enn at hann væl kann minka og hvørva, og tá ið teinurin verður upp aftur styttri, enn hann var í Klaksvík, verður talan um heilt nýggja kapping. Tann triði Triði spurningurin var, um tað endiliga fór at eydnast hjá Klaksvíkingi at vinna í heima sjógvi á Norð oy a- stevnu. Svarið upp á tann spurn ingin var nei. Tá ið Klaks víkingur í 2006 vann fyrs ta og higartil einasta FM heitið, eydnaðist tað ikki at vinna á Norð oya- stevu. Ta ferðina var tað Eystur oy ingur, sum var fremst ur í fyrsta FM róðri- num. Hesa ferð var leingi púra javnt. So skiftust teir um, og tá ið farið varð undir enda spurtin, tóktist tað sum um, at Eysturoyingur skuldi vinna. Men so var tað sum um, at tað kom eldur í heima fólkið, og tá ið tað brast, var spurningurin, hvussu stórur munurin var. Svar ið varð, at har var eing- in munur. Eysturoyingur og Klaksvíkingur fóru um mál strikuna stavn um stavn – í orðsins rætta týdningi. Ásetingarnar siga, at um so vorðin støða tekur seg upp, so skal sigursharrin finnast í umróðri – beinan- veg in. Klaksvíkingar vóru ikki sinnaðir at toga seg út aftur á 1500 metra málið og at leggja seg borð um borð í kapp ing við Eysturoying, og harvið var tað greitt, at nýggja manningin á Eystur- oy ingi hevði vunnið sín fyrs ta FM róður. Flestu teir ra hava vunnið nógvar róðr ar umborð á Tjaldrinum, Søl mundi og ikki minst við Heiða bátinum, men sjálv- an di smakkaði hesin sigurin sø tastur av øllum. Eysturoyingur hevur ofta vunn ið á Norðoyastevnu – seinastu árini í 1998, 1999, 2006 og 2007 - og Eystu r- oy ingur eigur nógv FM heiti. Klaksvíkingur eigur eitt FM heiti, og Klaksvíkingur hev ur ongantíð vunnið á Norð oyastevnu, síðani tað í 1973 varð farið undir FM kap p ing eftir tí skipan, sum fram vegis er galdandi – við at stig verða givin. Seinasta ferðin, at talan hevur verið um heimasigur í kappingini millum 10- manna før á Norð oya- stev nu, var í 1970, tá ið teir róðu við nýggjum báti. Síðani tá hava klaksvíkingar viðhvørt bjóða seg fram, og aðrar ferðir hava teir als ikki verið við í kappingini. Hvussu tað verður í 2010 er tað eingin, sum veit nakað at siga um, men longu nú er tað greitt, at tá ið tað snýr seg um kapp- róður í Klaksvík á Norð- oya stevnu, so fer Klaksvíkingur – í hvussu so er – at vera 40 ár í oyði- mørk ini, um tað ber til at tosa um kapp róðrar oyði- mørk! Longu leygardagin verður aftur lagt til brots, og tíbetur boðaðu gongdin og úrslitið á Norðoyastevnu frá, at tað eru fínar fyritreytir fyri tætt ari kapping millum 10-mannaførini. 40 ár í oyðimørkini Bruce vil til tey stóru Venjarin hjá Wigan, Steve Bruce, taldist sum spælari millum teir stóru, tá hann var liðskipari fyrstu árini av nýggju stórtíðini hjá Manchester United. Og nú sigur Bruce seg eisini vera til reiðar at kappast við teir stóru á venjaraøkinum. – Tað ræðir meg ikki, um eg skuldi fingið møguleikan millum tey stóru. Eg havi verið venjari í eini 10 ár nú, og eg havi meira enn 500 liga-dystir, so eg haldi ikki, at eg hevði verið nervaður av trýstinum. Heldur ikki hóast hetta er sera stórt í Premier League, sigur Bruce við Radio Five. Teir ungu vunnu 1991-liðið hjá KÍ royndi seg sunnudagin ímóti dagsins Vodafone- liði hjá KÍ, og tað gjørdist ein undirhaldandi dystur við nógvum áskoðarum og góðum hýri. Gomlu KÍ-spælararnir løgdu seg á odda í dystinum, tá Friðin Ziskason setti eitt frísparksinnlegg í málið. Vodafone-liðið javnaði fyri hálvleik við máli frá Leon Bjartalíð. Í seinna hálvleiki legði Jón Jacobsen Vodafone-liðið fram um 2-1, og seint í dystinum økti Eli Simonsen til 3-1. 1991- liðið var væl við í seinna hálvleiki, og teir hóttu fleiri ferðir málið hjá teimum yngru, og teir fingu gyltan møguleika, tá teir fingu brotsspark, men Todi Jónsson misnýtti møguleikan úr 11 metrum. Tað var so javnt, sum tað yvir høvur kundi hugsast, tá 10-mannaførini kappaðust á norðoyastevnu Mynd: Jens Kristian Vang Ber ikki til at rógva eftir reglunum, so er bert eitt at gera. Broytið reglurnar ÍtróttarKlumman Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað, sum skuldi verða tað heilt stóra klimaks’ið á norð oya stevnuróðrinum, endaði ístaðin sum eitt anti klimaks, tá manningin á Klaksvíkingi bar seg undan at rógva umróður. Reglurnar áseta annars, at tá tveir bátar eru javnir á odda sessinum, so skal spurningurin avgreiðast við um róðri. Ein regla, sum seinast varð nýtt á ólavsøku í fjør, tá Árnfirðingur og Heiðabáturin máttu rógva um aftur. Ta ferðina vann Heiðabáturin, og so kann tað tykjast sum lagnunnar speisemi, at tað á bæði Klaks- vík ingi og Eysturoyingi eru fleiri menn, sum eisini vóru partur av umróðrinum í fjør. Tá tað er sagt, so er tað væl skilligt, at manningin á Klaks víkingi ikki vildi rógva umaftur leygardagin. Eitt er, at manningin sambært ústøgnum taldi tríggj ar mans, sum fyri stuttum vóru komnir á bátin. Annað er, at tað má metast sum óðamannaverk at krevja av monnum, at teir beint efitr at hava sprongt seg sjálvar - undir teirri fortreyt, at nú stóð hvíld á skrán ni – aftur skulu út á startin til ein drepandi kapp róð ur. Tað finst neyvan tann læknin, sum metir eina slíka roynd koma undir tað, sum er heilsuliga forsvarligt, og tá so er, er bara eitt at gera – nevnliga at broyta reglur nar. Og so er tað heldur ikki nakað sum helst forgjørt ella óvanligt í, at reglurnar verða broyttar. Innan at kalla allar aðrar ítróttir, er javnleikur eisini eitt góð- kent úrslit. Um tað so er 100 meturin á Olympisku leiku num, so verða tvey gullmerki handað, um tveir rennar ar koma javnir á mál. Og eisini verður hetta gjørt út frá ítróttarligum for- treyt um. Fyrst og fremst so er ein javnleikur ein javn- leikur. Eru tveir fremstir á mál, so eiga báðir gullið uppi borið. Og tosar tú um longri teinar, so er talan um heilt aðra kapping, tá tú fert gjøgnum teinin um aftur. Við vøddunum fullum av mjólkasýru eru tað brád liga heilt aðrir lutir, sum eru avgerandi fyri úrs- lit ið. Nakað sum helst kann sammetast við at lata ein mara thon rennara renna 10 km móti einum 100 metur- rennara. Róðrarsambandið má til arbeiðis