mánadagur 8. juni 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 106 - 8. juni 2009 ]
Federer fyri 14. ferð
Schweiziski Roger Federer vann sunnudagin sína 14.
Grand Slam-kapping, tá hann í finaluni í French Open
vann 6-1, 7-6, 6-4 á svenska Robin Söderling. French
Open var samstundis tann einasta av teimum fýra stóru
kappingunum, sum Federer ikki hevði vunnið, og við í alt
14 Grand Slam-sigrum javnaði Federer hartil metið, sum
amerikanski Pete Sampras higartil hevur átt.
Tann størsti í søguni
Hóast hann – eins og Roger Fedrer – hevur vunnið 14
Grand Slam-kappingar í tennis, so staðfesti Pete Sampras
sunnukvøldið, at Roger Federer er besti spælarin í tennis-
søguni. – Eg vann ongan tíð í Paris. Tað hevur Federer nú
gjørt, so eftir míni meting er hann tann størsti nakrantíð,
segði Pete Sampras, tá sigurin hjá Federer var veruleiki.
Federer hevur umframt sigurin í gjár vunnið tríggjar
Australian Open, fimm Wimbledon og 5 US-Open.
A-landsliðsvenjarin,
Brian Kerr, var hug-
tikin av, at føroyska
U21-landsliðið vísti
dirvi í dystinum ímóti
Rumenia, hóast talan
var um eitt nógv betri
lið og at føroyingarnir
síðsta hálva tíman
vóru í minniluta
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Millum
áskoðararnar
á
ovara vølli í Gundadali leyg-
arkvøldið var A-landsliðs-
venjarin, Brian Kerr, og
hann kundi eftir 0-4 ósig-
urin fyri Rumenia staðfesta,
at her var talan um eitt lið,
ið var ov sterkt fyri føroyska
U21-landsliðið.
– Vit mugu hava í huga,
at bæði Rumenia og Russ-
land eru lond, sum hava
eina rúgvu av spælarum at
velja ímillum, umframt at
tey hava stórar fótbóltstradi-
tiónir. Vit skulu ikki vænta
okkum, at vit vinna á Rum-
enia, men vit mugu royna at
fáa tað besta burtur úr tí,
sum vit hava, segði hann eft-
ir dystin.
– Eg eri eisini vísir í, at
dysturin ímóti Russlandi
verður eisini ein trupul dyst-
ur, so venjararnir mugu
royna at byggja liðið upp til
tann dystin. Sjálvur eri eg
vísur í, at russiska liðið
verður líka gott sum hetta
rumenska, og hetta eru altso
klassalið, sum vit møta her.
Fleiri dystir
Brian Kerr helt, at fyri at
fáa sum mest burtur úr teim-
um veruligu dystunum, er
neyðugt við fleiri venjingar-
dystum, so venjararnir lætt-
ari kunnu síggja, hvussu
spælararnir verða best brúkt-
ir, áðrenn dystir sum hesir
eru á skránni.
– Men annars haldi eg, at
føroyska liðið vísti dirvi í
seinna hálvleiki, tá tað hevði
sínar frægastu løtur. Enntá
við 10 monnum, eftir at
málverjin var vístur út,
royndu teir framvegis at
leypa á. Prísurin fyri tað var
so eisini, at okkurt mál fór
inn í hinum endanum, men
eg haldi, at teir vístu stórt
dirvi, segði A-landsliðsvenj-
arin, ið helt útvísingina av
Trygva Askham vera harða.
– Har var ikki nógv, ið
málverjin kundi gera við
hasa støðuna, so eg haldi, at
hatta var ein harður dómur.
Kanska dómarin kundi hugt
meira at umstøðunum og
latið hann fingið eitt gult
kort í staðin.
Mugu spæla
Annars helt Brian Kerr, at
U21-venjararnir hava fleiri
møguleikar, nú teir skulu
byggja liðið uppaftur til
dystin ímóti Russlandi í
annaðkvøld.
– Um vit bara hyggja at
teimum, ið sita á bonkinum,
so eru har fleiri spælarar, ið
kunnu geva venjarunum
nógv fleiri møguleikar, tí
bonkurin er sterkur. Tann
stóra avbjóðingin verður, at
spælararnir
kunnu
hava
bóltin meira á hálvuni hjá
mótstøðuliðnum, tí nú vita
vit, at teir duga at skapa
møguleikar. Hesa ferð var
trýstið bara í størra lagi til
tað, helt hann.
– Vit síggja eisini, at fleiri
á liðnum hava góðar tekn-
iskar førleikar, men at tað
kanska restar í á øðrum
økjum. Tú kanst siga, at har
eru fleiri sterkir spælarar,
sum kanska ikki eru nóg
skjótir, samstundis sum har
eisini eru fleiri tekniskt góð-
ir spælarar, sum bara ikki
eru nóg sterkir. Ber til at
finna hesa javnvágina, eru
avgjørt
møguleikar
fyri
framman.
Viðvíkjandi menning av
ungu spælarunum, heldur
Brian Kerr tað altíð vera
eitt gott hugskot, at spælarar
fara av landinum, har teir
kunnu vera fulltíðar yrkis-
spælarar. Men so krevst
eisini, at teir spæla:
– Vit hava alt ov nógv
dømi um útisetar, sum hava
sáttmálar við feløg, men
bara ikki spæla. Tá hevði
tað verið frægari, at teir
spældu í Vodafonedeildini,
enn at teir fóru uttanlands,
fyri bara at sita á bonkinum
onkrastaðni.
Vístu dirvi í minniluta
Málverjin á U21-
landsliðnum, Trygvi
Askham, var sera
skuffaður eftir
dystin leygarkvøldið,
sum hann bara slapp
at spæla ein góðan
tíma av, til hann fekk
reyða kortið fyri at
hava tikið bóltin við
hondini uttan fyri
egnan brotsteig
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað líktist mest av øllum
ein refleksi, tá Trygvi Ask-
ham beint uttan fyri egnan
brotsteig tók hondina til
hjálpar, tá ein av rumen-
unum royndi at lobba upp
um hann. Støðan var
íkomin, tí ein sera sjuskut
afturlegging
noyddi
Trygva at koma út ímóti,
og so slapst ikki undan
reyða kortinum.
– Sjálvur haldi eg, at
hetta var eitt stórt skuffilsi.
Nú hevði eg glett meg
nógv til at sleppa at royna
meg á U21-landsliðnum,
tí hetta var ein stór gularót
at fáa, staðfesti 07 Vestur-
málverjin,
sum
undan
útvísingingi hevði gjørt
tað, sum hann kundi gera.
Og málini kundi hann
einki gera við.
– Tað gekk annars fínt,
og um alt var, sum tað átti,
so skuldi eg nú gingið og
glett meg til dystin ímóti
Russlandi, men tað verður
so av ongum.
Um sjálvan dystin segði
Trygvi Askham, at talan
var ein eitt mótstøðulig,
sum hevði góðar tekniskar
førleikar og spældi øgiliga
væl.
– Eitt nú brúktu teir
nógvar
diagonalbóltar,
sum sóu út til at kost okk-
um øgiliga nógv til end-
ans. Fyrst í dystinum leik-
aði nógv á, men tað var
kanska líka frægt, tí so
verður tú spældur heitur
beinanvegin. Men nú alt
er liðugt, eri eg ræðuliga
skuffaður, staðfesti Trygvi
Askham, sum noyddist
undir brúsuna í ótíð og í
øllum førum ikki er við
ímóti Russlandi í annað-
kvøld.
Eitt stórt
skuffilsi
Talan var um stórt vónbrot hjá Trygva Askham, sum
noyddist av vøllinum við reyðum korti eftir góðum tíma
leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
A-landsliðsvenjarin, Brian
Kerr, helt føroyska U21-
landsliðið sýna stórt dirvi,
tá tað sjálvt við 10 monnum
royndi at leypa á og skapa
møguleikar ímóti rumenska
liðnum, sum tó var alt ov sterkt
Mynd: Álvur Haraldsen