mánadagur 8. juni 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 106 - 8. juni 2009 ]
Kaká til Madrid
Eftir øllum at døma spælir brasilski
Kaká í Real Madrid komandi
kappingarár. AC Milan hevur støðugt
sagt, at teir ikki vilja selja 28 ára gamla
brasiliumannin, men sambært blaðnum,
Marca, hevur Kaká longu verið til
læknakanningar, soleiðis at sáttmálin nú
kann undirskrivast. Sum skilst er
prísurin, sum Real Madrid skal rinda, á
leið 484 milliónir krónur.
Ferrara skal venja Juventus
Juventus hevur nú gjørt avtalu við fyrrverandi stórspælaran hjá
felagnum, Ciro Ferrara, sum skal virka sum venjari tey bæði komandi
árini. Ferrara stóð á odda fyri Juventus teir báðar seinastu dystirnar í
fjør, og við tveimum sigrum í hesum stóð hann í øllum førum fyrstu
royndina. Ferrara spældi í Juventus frá 1994 til 2005, og var millum
annað við til at finna fimm meistarheiti og Champions League.
Rumenia var nakrar
styrkisflokkar oman
fyri Føroyar, men
tað var harmiligt at
síggja, hvussu fimm
persónlig mistøk
í roynd og veru
kostaðu dystin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Royndir eru nakað, sum ein
fótbóltsspælari bert fær við
at spæla dystir. Og í so máta
vóru føroysku U21-spæl ar-
arnir eina stóra roynd ríkari,
tá teir fóru av vøllinum eftir
4-0 tapið móti Rumenia
leygardagin.
Týdningarmesta royndin
av øllum var hesaferð ævigi
sannleikin um, at á topp-
støði verða persónligu mis-
tøkini revsað uttan stórvegis
náði.
Málini og útvísingin
Ofta verður tikið til, at so at
siga øll mál í fótbólti eru
úrslit av villum hjá mót-
støðu liðnum. Nú skulu vit
ikki seta prosentir á, hvussu
neyvur hesin sannleikin er,
soleiðis generelt. Men leyg-
arkvøldið var sannleiks-
virð ið í útsøgnini í øllum
før um um tey 100 prosent-
ini.
Fyrsta rumenska málið
var kanska ein perla, tá
Rusescu høgdi bóltin uppí
samankomingina
úr
25
metrum. Men mistakið var,
at sami Rusescu mest sum
ótarnaður slapp at trekkja
inn í vøllin og leggja sær
bóltin til rættis, áðrenn
hann varð tacklaður av
Frank Poulsen, sum ikki var
heilt á tærnum.
Tað var Dánjal Davidsen
heldur ikki, tá Rumenia
økti til 2-0. Rumenar høvdu
longu upp til fleiri ferðir
víst klassiska spælistílin,
har smáspæl í einum borði
endaði við diagonalskifti út
á kantin. Hesa ferð varð frí-
Føroyar-Rumenia 0-4 (0-2):
Mistøkini
kostaðu
dýrt
Rumenska spælið var til tíðir ein sonn fragd at síggja. Ikki minst var lágvaksni Andrei Gabriel Torje ein støðug hóttan fyri føroyska liðið
Mynd: Álvur Haraldsen