Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 106 - 8. juni 2009 ] spark tikið skjótt úr vinstu til høgru, og so hevði dribli­ sterki Gingioveanu ongar trupulleikar við at seta Dánjal av, áðrenn hann kíndi bóltin yvir í handara síðunet. 3­0 málið var aftur úrslit av rumenska skúlanum. Hesa ferð kom skifti úr høgru til vinstru, har Gingio veanu hevði rúmar ræsur aftan fyri Pætur Jørgensen, og so kundi hann leggja inn til ein púra blankan Rusescu, sum kundi skjóta sítt næsta mál. Seinasta seymin setti Rumenia í eftir føroyskt horna. Okkara menn høvdu gloymt alt um gamla læru­ setning, sum sigur, at ein maður altíð skal samla upp uttan fyri brotsteigin. Og so var framúr evnaríki Torje ísa kaldur, tá hann varð spældur leysur. Millum triðja og fjórða mál ið varð føroyska liðið eisini skert, tá Trygvi Ask­ ham fekk reytt kort. Pætur Jørgensen var ikki nóg ansin við afturlegging, og so mest sum refleksbjargaði Trygvi við arminum uttan fyri brotsteigin. Yvirveldi Persónligu mistøkini eru sjávlandi nakað, sum bæði spælarar og venjarar iðra seg um í dag. Men sam­ stund is er veruleikin, at før­ oysku spælararnir fyri tað nógva vórðu kroystir til persónligu mistøkuni. Rumenska liðið verður saman við Russlandi mett sum sterkasta liðið í før­ oyska undankappingar bólk­ inum, og langar løtur av dyst inum fingu okkara menn eisini at síggja, at so var. Fyrsta lítla løtan var eitt langt rumenskt álop, og tað tók sína rúmu tíð, áðrenn fjálturin hevði lagt seg hjá føroyska liðnum. Auto mat­ isman í verjupartinum var langt ífrá til staðar, tí liðið bert hevði spælt tann eina dystin saman, og fyrstu løtuna var tað einvíst Rógvi Holm, sum hevði neyðugu skjótingarnar í spælinum uttan bólt. Tað var eisini merkisvert, at okkara ikki veruliga sats­ aðu í deyðbóltsstøðunum. Gam an í vórðu stóru menninir fluttir niðan, men tað tóktist, sum varð ikki nóg nógv energi lagt í hesar støðurnar, og tí fekk hótt an­ in frá stóru monnunum sjáldan neyðugu tyngdina. Trýstið á føroyska liðið linkaði tó eftir fyrstu 10 minuttirnar. Ikki minst tí okkara spælarar spakuliga trúðu uppá, at teir eisini kundu spæla við. So skjótt nakrar samanhangandi send ingar fingust í lag, fingu okkara tíð og pláss at koma eitt sindur niðan á vøllin, og so gjørdist trýstið frá rumenum ikki heilt so hart longur. At rumenia hevði vunnið sær trygga leiðslu undan steðginum, bar eisini sínar fyrimunir við sær. Teir gulu tóktust taka tað meira róligt eftir steðgin, og tá føroy­ ingar samstundis høvdu hvílt seg, var frægasta løtan fyrsta lítla korterið eftir steðgin. Ikki minst eydn að­ ist tað okkara væl at vinna bóltin uppi á vøllinum, so ­ leiðis at vegurin til mót­ støðumálið var stuttur. Og við bara eitt lítið sindur av hepni kundu okkara eisini skapt spenning aftur í dystin hesa løtuna. Ein løta, sum tó fekk ein bráðan enda við 3­0 málinum og síðani út ­ vís ingini av Trygva Ask­ ham. A-kandidatar Mest av øllum so er tað tó framvegis so, at U21­lands­ liðið er klekingardepil hjá A­landsliðnum. Og tí eru einstøku hæddarpunktini kanska fult so áhugaverd, sum sjálvt úrslitið er tað. Og tað er eingin ivi um, at Brian Kerr, sum var millum áskoðararnar, kundi notera sær nøkur nøvn á listan yvir spennandi kandi­ datar til A­hópin. Í verjuni prógvaði Rógvi Holm, at hansara menning gongur við fullari ferð, og at hann er framtíðar maður hjá A­landsliðnum, og tað sama gjørdu teir tríggir sen­ tralt á miðvøllinum. Christ­ ian Restorff Mouritsen er kanska ikki heilt í dystar­ venjing enn, og tí kom hansara potentiali mest til sjóndar í glottum. Odmar Færø arbeiddi knallhart og skilagott á defensiva mið­ vøllinum, og Kristoffur Jacobsen gjørdist bara betri, sum dysturin leið. Longu týskvøldið sleppa somu menn aftur at prógva sítt virði sum komandi A­landsliðsspælarar, men tað er tó ikki víst, at talan verður um teir somu ellivu. Bæði tí summi avrik vóru ikki heilt so sannførandi, men eisini tí tað uttan iva er skilagott við nýggjum kreft­ um, tá talan er um tvær somikið krevandi uppgávur innan somikið stutta tíð. Inter selur ikki Sambært italskum miðlum hevur Barcelona boðið Inter 186 milliónir krónur umframt Samuel Eto’o, um Inter afturfyri letur teimum svenska Zlatan Ibrahimovic. Men hetta er eftir øllum at døma ikki nóg mikið hjá Inter, sum sigst vilja hava á leið hálva milliard fyri spælaran. Sambært miðlunum kappast Barcelona, Chelsea, Manchester United og Real Madrid um at keypa spælaran. Rijkaard til Galatasary Frank Rijkaard, sum fyri einum ári síðani fekk sekkin í Barcelona, verður nú nýggjur venjari í turkiska Galatasary. Galatasary verður vanliga roknað millum tey stóru í turkiskum fótbólti, men í vár endaði felagið nummar fimm, og tað verður langt ífrá mett sum nøktandi. Og hetta kostaði fyrst Michael Skibbe og síðani Bulent Korkmaz venjarastarvið. Frøoyska liðið var skert til tíggju mans, tá Páll Klettskarð varð sendur á vøllin, men klaksvíkingurin spældi ein sera góðan hálvan tíma Mynd: Álvur Haraldsen U21: Føroyar-Rumenia 0-4 (0-2) EM-undankapping, Gundadalur, leygardagin 6. juni kl. 19.00 0-1: Raul Andrei Rusescu, 14. 0-2: Constantion Gingioveanu, 36. 0-3: Raul Andrei Rusescu, 56. 0-4: Andrei Gabriel Torje, Dómari: Richard Trutz (Slovakia) Hjálpardómarar: Roman Slysko & Martin Balko (Slovakia) 4. dómari: Richard Havrilla (Slovakia) Føroyar: Trygvi Askham – Pætur T. Jørgensen, Rógvi Holm, Pól Jóhannus Justinussen, Dánjal Davidsen – Odmar Færø – Frank Poulsen (Jóhan Ellingsgaard, 74.), Christian R. Mouritsen, Kristoffur Jakobsen, Rasmus Nielsen (Páll Klettskarð, 65.) – Øssur Dalbúð (Jóan Pauli Jakobsen, 63.) Gult kort: Frank Poulsen, Odmar Færø Reytt kort: Trygvi Askham, 62. Venjarar: Bill McLeod Jacobsen & Heðin Askham Rumenia: Silviu Lung – Alexandru Matel, Marius Valerica Gaman, Andrei Alexandru Cordos (Paul Ovidiu Pirvulescu, 70.) – Andrei Gabriel Torje, Raul Andrei Rusescu (Lucian Dorim Rabuta, 81.), Erik Cosmin Bicfalvi, Constantin Gingioveanu – Mihai Alexandru Costea (Sabrin Sburlea, 46.), Liviu Adrian Ganea Gult kort: Alexandru Matel, Raul Andrei Rusescu Venjari: Emil Sandoi UEFA-eygleiðari: Yves Bourgnon (Luxembourg) Dómaraeygleiðari: Siegfred Kierschen (Týskland) FAKTA um dystin