Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 106 - 8. juni 2009 ] Button vann í Istanbul Jenson Button og Brawn stevna beint móti gullinum í ársins útgávu av Formel 1. Kappingin hevur í seinastu verið órógvað av verkfalshóttanum frá koyrarunum, men hetta legði bretski Button lítið í í Istanbul. Stórtalentið hjá Red Bull, Sebastian Vettel, hevði annars Pole position, men Button fór skjótt framvið honum, og so var bara at halda leiðsluni allan vegin á mál. Button er nú á odda við 61 stigum. Barrichello á øðrum plássi hevur 35 stig. Ræðist ikki Klitschko Tann 20. juni verður HM-brak í tungvekt millum WBA-meistaran, Ruslan Chagaev, og Wladimir Klitchkov, sum er meistari hjá IBF og WBO. Kltischkov verður av fleiri mettur sum besti tungvektarin í heiminum, men hetta ræðir ikki Chagaev. – Tá tú hevur vunnið á einum manni, sum er 213 cm høgur og vigar 145 kilo, so er Klitchkov ikki so stórur, sigur Chgaev, sum vann sítt heiti við at vinna á risastóra Nikolai Valuev. Chagaev er við sínum 185 sentimetrum nakað væl minni enn Klitchkov, sum er 198 sentimetrar. Inn­ satsurin má vera betri Annar av mið verj­ unum, Pól Jóhannus Justinus sen, heldur brúk vera fyri einum innsatsi, sum skal vera eitt lítið sindur betri, skal frægari úrslit fáast burturúr ímóti Russlandi í annaðkvøld FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Eftir dystin ímóti Ru - men ia leygarkvøldið fingu miðverjarnir, Rógvi Holm og Pól Jó - hannus Justinussen, rós frá venjaranum, Heðini Askham. Og annar teirra, Pól Jóhannus, mátti eftir dystin bara staðfesta, at Rumenia var betra liðið: – Teir spældu tekniskan fótbólt og vóru øgiliga kvikir og skjótir. Tað var eisini tað, sum teir vunnu uppá. Og so komu teir eisini á odda 1-0 við ein- um ótrúliga góðum skoti, tá bara eitt korter var far- ið, segði hann. – Eg haldi, at vit vóru klárir, men at teir bara vóru tað betri enn vit. Tað mugu vit so bara góð taka. Og hetta var jú á einum nógv hægri stigi, enn vit eru vanir við frá Vodafonedeildini. Hóast Pól Jóhannus Justinussen ásannaði, at ein betri innsatsur krevst í annaðkvøld, tá russiska U21-landsliðið vitjar á ovara vølli í Gundadali, heldur hann okkurt vera, sum føroyska liðið kann betra. – Helst fara vit at leggja okkum eftir sama spælinum, men kanska skulu vit royna at tora at hava bóltin meira. Og skulu vit hava eitt frægari úrslit ímóti Russlandi, krevst helst ein innsatsur, sum er eitt lítið sindur betri, segði hann. Annar av U21­venj­ arunum, Heðin Ask­ ham, staðfesti eftir 0­4 tapi fyri Rumenia, at Føroyar høvdu møtt einum ótrúliga góðum liði, ið væl og virðiliga hevði munin. Men broytingar verð ur í føroysku liðuppstillingini til Russlands­dystin í annaðkvøld FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Har vóru ongar umberingar ella burturforkláringar, tá ann ar av føroysku U21- venj arunum, Heðin Ask- ham, eftir dystin leygar- kvøldið skuldi taka saman um dystin ímóti Rumenia. – Eg haldid, at vit møttu einum ótrúliga góðum liði, og vit vóru næstan sundur- spældir allan dystin á tamb. Okkara kjansur er altíð at organisera okkum burtur úr teimum trupulleikum, vit fáa í slíkum dystum, men hesa ferð var tað trupult, og teir vunnu fult uppiborið 1-0, segði hann. Samstundis hevði hann hug til at hyggja frameftir og beinanvegin gera klárt til dystin ímóti Russlandi, sum er á skránni longu í annaðkvøld. – Nú skulu vit koma víðari til næsta dyst, sum er ímóti einum líka truplum liði. vit skulu hava menninar klárar aftur og so vita, um vit kunnu fáa eitt ordiligt úrslit. Vit eru veikir mann til mann, so standa vit ikki kompakt, verða vit full- komu liga niðurspældir, segði Heðin Askham. Gera broytingar – Tað er munurin á okkum og teimum, og vit mugu bara royna at gera tað so gott, sum tað ber til. Vit mugu trúgva uppá tað hvønn einasta dyst. Við- hvørt riggar tað og viðhvørt ikki, og í dag riggaði tað ikki. Spurdur, um nakar av før oysku spælarunum skar- aði framúr, staðfesti Heðin Askham, at fleiri av spæl- arunum gjørdu tað gott og arbeiddu hart. Men uttan annars at nevna nøvn, tók hann miðverjuna burturúr og segði, at hon gjørdi tað væl – hóast alt. Og tá hann var spurdur, um hann og hin venjarin, Bill McLeod Jacobsen, fara at gera nøkur øðrvísi val í liðuppstillingini til Russ- landsdystin í annaðkvøld, var heldur eingin ivi: – Ja, avgjørt! Liðformaðurin á U21­landsliðnum, Christian Restorff Mouritsen, helt tað vera nógv harðari og torførari at spæla ímóti Rumenia, enn tað vanliga er tað í Vodafonedeildini FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Besta føroyska løtan í dyst- inum leygarkvøldið var byrj anin á seinna hálvleiki, og ein av føroysku spæl- arunum, sum tá var við í nógvum av tí, sum hendi frameftir, var liðformaðurin, Christian Restorff Mourit- sen. – Júst løtan fyrst í seinna hálvleiki, sum vardi í einar 10-15 minuttir, er tað ein- asta, sum eg eri nøgdur við. Vit byrjaðu annars øgiliga illa í fyrra hálvleiki, men komu betur inn í dystin. Samanumtikið eri eg tó ikki nøgdur við innsatsin, segði hann. – Sjálvur eri eg nøgdur, tí eg eri ikki í 100 prosents formi enn, men gjørdi tó mítt besta. Tað er bara stór- ur munur á at spæla her og so at spæla í Vodafone- deildini, tí hetta var nógv harðari og torførari. Christian Restorff Mou- ritsen ásannaði somuleiðis, at rumenarnir vóru nógv skjótari og eitt nú vunnu allar ivabóltarnar. – Vit vóru snøgt sagt ov sløvir og seinir í fyrra hálv- leiki, men tað kann gerast nógv betri. Her og nú er mótið einki serligt undan Russlandsdystinum, tí vit hava jú akkurát tapt 4-0, men vónandi verður tað betri, tá tann dysturin nærk- ast, segði liðformaðurin. Toppurin av U21- landsliðsfótbólti er á nógv hægri støði enn tað, sum tú kanst uppliva í Føroyum, staðfestir Christian Restorff Mouritsen Mynd: Álvur Haraldsen Liðið verður broytt Bara nøktandi ta einu løtuna Annar av føroyskum venjarunum, Heðin Askham, var skjótur at staðfesta, at okkara menn høvdu møtt einum nógv betri liði Mynd: Álvur Haraldsen