mánadagur 8. juni 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 106 - 8. juni 2009 ]
Hósdagin fer 24 ára
gamli Terje Joensen
úr Funningsfirði
til Onglands, har
hann fer at koyra
motorsúkklu
komandi mánaðirnar.
Fyrr er hann vorðin
nummar 3 á Silver
stonebreytini, men
tað er dýrt at koyra,
so tað verður trupult
at røkka málinum,
sum er at vinna sína
fyrstu kapping
KappKoyring
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Terje Joensen fer hósdagin
niður aftur til Onglands,
har hann vanliga býr, frá
mars til novembur, tá kapp
ingin í road racing fer fram.
Í ár er hann seinkaður, tí
fígging hevur vanta.
Eg havi fingið stuðul
frá
vinnulívsmanninum,
Jón Kjell, F.a. Ingolf Ras
mussen og Sunleif Pattin
son, sum eru úr Funnings
firði. Eisini havi eg fingið
stuðul frá Trygd, Metec,
asfaltsverkinum og Ander
sens beding á Skála, men
enn mangli eg pengar, og tí
havi eg sent umsøknir til
ítróttarsambandið
og
mentamálaráðið,
greiðir
Terje Joensen frá.
Hann staðfestir somuleið
is, at pengarnir eru hansara
størsta forðing.
Eg eri longu blivin
nummar trý, so hví kann eg
ikki blíva nummar eitt?
Trupulleikin er bara, at tað
er so dýrt at koyra og venja,
at eg ikki fái vant sum
summir av hinum, sigur
Terje Joensen.
Rindar sjálvur
Hevði Terje Joensen rátt
sjálvur, so hevði hann búð
og koyrt í Onglandi í 10
mánaðir um árið, men av tí,
at tað er so dýrt at koyra, so
noyðist hann at vera í
Føroyum eitt sindur longri.
Eg royni at arbeiða, so
eg
sjálvur
kann
savna
pening saman, tí mann má
hava pening við í felagið,
har mann koyrir, greiðir
hann frá.
Hann sigur somuleiðis, at
tað skal ganga eitt sindur
betur hjá honum, áðrenn
hann vinnur nógvan pening.
Tað eru nakrir fáir í
heiminum, sum vinna nógv
ar pengar. Næsti klassin eg
kann koma í er British
Superbikes, og har kunnu
teir flestu ikki liva av
ítróttini, so eitur tú ikki
Valentino Rossi ella okkurt
tílíkt, so verður tú ikki
millióningur, og tað tekur
langa tíð, áðrenn tú ikki
skalt rinda fyri at koyra.
Hevur møguleika
Tað kann ljóða rættiliga
gamalt at vera á byrjunar
støði í eini ítrótt, sum 24
ára
gamal,
men
Terje
Joensen, dugir væl at síggja
sín møguleika.
Tað skulu nógv brotin
bein og annað til, áðrenn eg
komi heilt upp á toppin.
Men eg havi prógvað, at
kann koma upp á toppin, tí
eg varð nummar trý á Silver
stone, sigur Terje Joensen.
Teir, sum veruliga eru í
toppinum eru ímillum 30
og 40 ár, so helst hevur
Terje Joensen møguleika at
koma fram, áðrenn eg
gevist.
Men Terje ætlar sær ikki
at
gevast,
hóast
stór
mótgongd ofta er.
Eg eri púra bitin av
hesum, eg havi nokk bensin
í blóðinum ella okkurt
tílíkt, so eg fari ikki at
gevast, fyrr enn eg ikki havi
hesa somu kensluna longur,
greiðir Terje frá.
Torir at detta
Eitt annað, ið kundi forðað
summum at koyra, er at tað
gongur øgiliga skjótt og tí
er ikki lukkuligt, tá mann
dettur.
Eg eri dottin rættiliga
ofta, men tað ber ikki til at
blíva bangin. Tí ert tú
bangin, so dettur tú aftur
beinanvegin. Sjálvur føli eg
tað kanska gjøgnum fyrsta
svingið, men so er tað
burtur, tí eg eri so spentur
at koyra, sigur 24 ára gamli
kappkoyrarin.
Klárur aftur
Um heilt stutta tíð verður
Terje Joensen millum 38
aðrar á eini breyt í Onglandi,
har hann skal stríðast um at
fáa so nógva ferð á súkkluna
sum gjørligt.
Tað er eirindaleyst.
Fyrsta
svingið
er
tað
vandamesta, tí allir, eisini
teir aftastu, vilja koma fyrst
inn í svingið, staðfestir
Terje Joensen, sum er sera
harmur um, at føroyingar
geva motorítrótt so lítlan
áhuga, tí aðrastaðni hevur
mann eina traditión fyri
hesum, og at siga at Føroyar
eru lítlar er ongin umbering,
tí ein hin størsta kappingin
í Bretlandi er á Man.
Hevur heimasíðu
Um tvær vikur fær Terje
Joensen eina heimasíðu. T
racing.co.uk, har til ber at
fylgja við, hvussu gongur
hjá
funningsfirðinginum.
Tað eru Knassar, sum hava
gjørt heimasíðuna, og tað
hava teir gjørt sum stuðul.
Teir tosa allatíð um,
hvussu spennandi tað er at
stuðla motorítrótt, sigur
Terje Joensen um Knassar.
Hósdagin fer Terja Joen
sen avstað, og so heldur
hann fram, so leingi, hann
hevur fígging.
24 ára gamli Terje Joensen skiftir skjótt smáu vegirnar í Funningsfirði út við stórar
kappkoyringabreytir í Onglandi
Mynd: Álvur Haraldsen
Aldur: 24 ára gamal
Bústaður: Funningsfjørður
Besta úrslit: Nummar 3 á Silverstone
Arbeiði: Andersens beding á Strondum
Foreldur: Marius Joensen og Jona Michalsen
FAKTA um Terja Joensen
Terje livir fyri roadracing
Fyri lítlum ári síðan gjørdist Terje Joensen nummar trý á Silverstone breytini. Nú vónar hann at
vinna sína fyrstu kapping
Chelsea vil
hava Agüero
Enska Chelsea hevur boðað frá, at teir vilja hava
nakrar heldur yngri spælarar í hópin, og nógv
bendir á, at Sergio Agüero fer at teljast millum
fyrstu keypini hjá Carlo Ancelotti. 21 ára gamli
argentinumaðurin tykist heldur ikki hava nakað
ímóti møguleikanum. – Eg eri errin, um tað
veruliga passar, at eitt somikið stórt felag sýnir
áhuga fyri mær, sigur Agüero.
Frem argaði Silkeborg
Jón Rói Jacobsen, sum av lestrarávum hevur givið avboð til føroyska
landsliðið spældi allan dystin, tá lið hansara, Frem fekk ein góðan 22
javnleik á útivølli ímóti oddaliðnum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini,
Silkeborg. Støðan í hálvleikinum var 11. Silkeborg kom á odda tvær ferðir,
men í báðum førum svaraði Frem aftur. Rajko Lekic legði Silkeborg á odda
longu tá átta minuttir vóru spældir av dystinum. Tá farið var út um hálva
tíman javnaði Søren Weibel fyri Frem. Martin Ørnskov legði aftur Silkeborg
á odda, tá 62 minuttir vóru farnir, men tá bert seks minuttir restaðu av
vanligu leiktíðini, javnaði Jesper Håkansson til 22. Vann Silkeborg dystin,
vóru teir vísir í uppflyting til SASliguna, men tann veitslan má nú bíða.