mánadagur 8. juni 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 106 - 8. juni 2009 ]
Tað er alneyðugt,
at róðrarfeløgini
taka áheitanina
hjá Róðrarsam
bandinum um at
venja startin við
barnamanningunum
í alstórum álvara
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fyrsti FM kappróðurin í
ár er av. Luttøkan var góð.
Í summum førum var
kappingin tøtt, og harvið
kendist tað soleiðis, at tað
kanska fer at verða spenn
andi og tætt í FM kapping
ini. Í øðrum øðrum førum
varð róðurin soleiðis, at
tað longu nú bara tykist
vera avgreiðsluspurningur,
hvør fer at vinna FM.
At áhugin fyri at taka
lut í barnaróðrinum vísir
seg at vera so stórur, sum
hann var tað á Norðoya
stevnu, er sjálvsagt ógvu
liga positivt. Seinnu árini
hevur aftur og aftur verið
tikið til, at kappróðurin
hevur verið í aldudali.
Kanska er hann tað fram
vegis, men áhugin millum
tey yngstu kundi bent á, at
tað er ljós fyri stavn!
Klaksvíkar Róðrarfelag
hevur verið í aldudali. Lut
tøkan í ársins fyrsta FM
róðri vísti, at klaksvíkingar
eru um at koma fyri seg
aftur. Umframt umborð á
bátunum so høvdu tey har
norðuri spent seg út við at
syrgja fyri góðum karmum
kring róðurin.
Seinnu árini hava feløg
ini gingið nógv uppí, at
fyrsta skotið í FM kapp
ingini skal hava verið latið
av klokkan trý – ella
kanska nøkur sekund áðr
enn klokkan trý!
Á Norðoyastevnu eydn
aðist tað ikki at skjóta
fyrsta FM startskotið fyrr
enn klokkan var farin væl
av trý.
Orsøkin var ikki tann, at
fyrireikararnir dumpaðu.
Heldur vóru tað trupul
leikarnir við at fáa barna
róðrarnar avgreiddar, sum
vóru orsøkin. Róðrarsam
bandið hevur ábyrgdina
av sjálvum róðrinum, og
boðini frá startdómarunum
til feløgini eru greið:
Tað er alneyðugt, at
tað verður lagdur størri
dentur á at venja startin,
segði Heðin Hansen, sum
var annar av startdómarun
um.
Á Norðoyastevnu hevur
tað altíð verið eitt sindur
torførari at leggja bátarnar,
enn tað hevur verið, tá ið
tað hevur verið ligið longri
út á róðrarárið.
Sjálvandi fer tað eisini
at verða soleiðis í ár. Men
tá ið umboðini hjá RSF
heita á feløgini um at
venja startin og tað, sum
byggir upp til startin, so
eiga feløgini at taka áheit
anina í størsta álvara.
Tá ið klokkan fer væl av
trý, áðrenn fyrsta skotið í
FM kappingini ljóðar, so
kennist tað ikki so huga
ligt. Tey, sum fylgja við í
kappróðri, vita, at tað er
neyðugt at brynja seg við
toli, men tað skal valdast.
Veður og vindur mugu
sær sjálvum ráða. Alt tað,
sum tað stendur í menn
iskjahondum
at
syrgja
fyri, eigur at verða avgreitt
so væl, sum tað á nakran
hátt ber til. Stóra luttøkan
í barnaróðrinum boðar frá
hugaligari gongd. At trup
ulleikar við at fáa barna
róðrarnar avgreiddar skal
verða orsøk til, at samlaða
róðrartíðin verður órímu
liga long, kann fara at vísa
seg at verða tvíeggjað
svørð.
Tí eru hyggjuráðini hjá
teimum, sum við at venja
børnini vísa stóran áhuga,
at tey læra tey at leggja til
startboyurnar og harvið
verða við til at laga tað
soleiðis, at tað fer at ganga
uppaftur lagaligari fyri
seg, enn tað gjørdi á Norð
oyastevnu.
Stóri áhugin
er tvíeggjað
svørð
Argjabáturin er kom
in út skugganum, og
einki bendir á, at teir
umborð á Argjum
skulu fáa serliga kapp
ing um FM heitið
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Átta ferðir hevur 8manna
farið borið FM heitið út um
ánna. Men síðani 2004 hev
ur luturin hjá Argjabátinum
verið í skugganum av øðr
um úrmælingum. Trúfastir
hava argjamenn luttikið,
men Heiðabáturin, Knørrur
og Nevið Reyða hava verið
meistarar.
Tað eru framvegis seks
FM kappingar og harvið 42
stig eftir at rógva um, áðr
enn FM steypini fara at
verða handað ólavsøkuaftan.
Men kortini skal tað meiri
enn vanligt hugflog til at
ímynda sær, at tað skal bera
til at finna annan meistara
enn Argjabátin.
Um gongdin og úrslitið á
Norðoyastevnu skal nýtast
sum barometur, so skal tað
vera heilt undarligt, um FM
heitið ikki fer at verða vunn
ið uppaftur meiri sannfør
andi, enn tað var fyri fimm
árum síðani.
Ta ferðina vann Argjabát
urin seks tær fyrstu kapp
ingarnar, men á Ólavsøku
vann Kvívíkingur.
Á Norðoyastevnu luttóku
tríggir bátar. Talan var um
høvuðsstaðaruppgerð:
Argja Róðrarfelag, Havnar
Róðrarfelag
og
Róðrar
felagið Knørrur.
Talan var ikki um kapp
rógving soleiðis at skilja, at
bátarnir kappaðust ímóti
hvørjum øðrum. Heldur var
tað soleiðis, at Argjabáturin
kappaðist
ímóti
sær
sjálvum.
Argjabáturin kann gerast
besti báturin av øllum í ár.
At vinna tann heiðurin er
avbjóðing í sær sjálvum.
Undir øllum umstøðum ber
illa til at ímynda sær, at
Argjabáturin skal fáa aðra
kapping enn hana, sum teir
umborð sjálvir hava hugflog
at leita upp.
Argir best í høvuðsstaðnum
Spenningurin var eingin í áttamannafarsróðrinum, har
Argjabáturin frá byrjan til enda var í soloútbroti
Mynd: Jens Kristian Vang
Tvørabáturin er aftur
í ár millum teir bestu,
men tað verður tungt
tak hjá suðringum
at vinna seg fram til
fyrsta sigurin sigurin
síðani á Sundalags
stevnu fyri tveimum
árum síðani
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað var á Eystanstevnu í
fjør, at miðvingar umborð á
Riddaranum undirstrikaðu,
at teir høvdu ætlanir um at
vera við í FM kappingini.
Á Norðoyastevnu fyri ein
um ári síðani eydnaðist tað
ikki so væl hjá miðvingum.
Teir endaðu á triðja plássi,
og tá ið tað á Sundalags
stevnu endaði við fjórða
plássi og við triðja plássi á
Jóansøku varð ikki roknað
við miðvingum.
Men síðani á Eystanstevnu
í fjør hevur tað ikki verið
nakar ivi. Riddarin vann á
Skálafjørðinum og fýra tær
seinastu FM kappingarnar í
fjør og harvið meistara
heitið.
Á Norðoyastevnu leygar
dagin var heldur eingin ivi.
Beinanvegin var Riddarin
millum teir fremstu, og tøk
ini hjá vágamonnum mun
aðu alla tíðina meiri, enn tey
gjørdu hjá øllum hinum.
Tá ið málið var hálvrógv
ið, var Riddarin leysur av
hinum bátunum, og síðani
var eingin spenningur.
Næstfremsta plássið vann
Tvørabáturin. Suðringarnir
hava verið drúgvir at taka
lut, teir hava eisini sett dám
á kappingina um heiðurs
merkini, og tað kann ikki
sigast annað, enn at Tvøra
báturin hevur hildið pláss. Í
fjør var hann næstfremstur í
trimum teimum fyrstu róðr
unum, og í hinum fýra róðr
unum
var
Tvørabáturin
nummar trý.
Leygardagin fóru suðring
arnir – á sama hátt sum á
Norðoyastevnu í fjør suður
við silvurmerkjunum. Teir
bíða framvegis eftir fyrsta
sigrinum síðani á Sunda
lagsstevnuni fyri tveimum
árum síðani. Møguleikin er
sjálvandi væl og virðiliga
til staðar, men avrikið hjá
Riddaranum í Klaksvík und
irstrikaði, at miðvingar ætla
sær ikki at geva fremsta
plássið frá sær uttan víðari.
Riddarin legði soleiðis fyri í hesum róðrarárinum, at alt bendir á, at hann ætlar sær at halda stílin, sum hann fann á Eystanstevnu
í fjør, og sum hann hevur hildið síðani tá.
Mynd: Jens Kristian Vang
Miðvingar halda stílin
Brasilia vann í Uruguay
Brasilia og Uruguay hava saman við Argentina í 80 ár kappast um heitið
sum sterkasta fótbóltstjóðin í Suðuramerika. Og tí var fagnaðurin skilliga
stórur, tá Brasilia um vikuskiftið ann ikki minni enn 40 á útivølli móti
Uruguay. Daniel Alves, Juan, Fabiano og Elano stóðu fyri málunum, og so
bilti tað minni, at Fabiano seinni varð rikin av vøllinum. Brasilia er nú
saman við Paraguay á odda í HMundankappingini í Suðuramerika.
West Ham er nú selt
Íslendsku eigararnir av West Ham hava nú selt felagið. Í
fyrsta umfari hevur íløgufelagið, CBHolding keypt felagið,
og tað merkir, at Bjørgolfur Gudmundsson ikki longur er
formaður í felagnum. Nýggjur formaður er fyribils Andrew
Berhardt, og thann hevur longu nú sagt viðhaldsfólkunum,
at peningur verður tøkur til keyp av nýggjum spælarum.