Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 106 - 8. juni 2009 ] Er ikki vandamikið Katrin Olsen, sum umframt at hava verið eliturógvari nú eisini er lækni, sigur tað ikki vera nakað vandamál, um 10-mannafør mugu rógva umróður - Sjálvandi er tað forsvarligt. Treytað av, at menn ikki eru sjúkir ella hava fepur, so er tað ikki so, at tú setir heilsuna í vanda við at bátar skulu rógva umaftur. Og vóru teir sjúkir, so høvdu menn helst ongan tíð sett seg við árarnar. Og hóast onkur sammetur hetta við at koyra ein marathon-rennara út at renna tvær ferðir, so er hetta ein samanbering, sum als ikki heldur, sigur Katrin Olsen. - Hinvegin verður tað nokk ongan tíð nakar góður róður. Ert tú har úti, sum tú ikki klárar at seta nógv meira á, so verður tað ein støða, har tað bara ræður um at gjøgnumføra, sigur Katrin Olsen. Hon leggur afturat, at hon hevur uppliva líknandi støður til HM-kappingar, men at talan tá er um stevnur, sum fevna um fleiri dagar, og at møguleikarnir fyri hvíld tí eru heilt øðrvísi tá. -mørk Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir settu við sannførandi sigri Fuglafjørð á kappróðrarkortið 5-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Síðani 1973 hevur tað verið kappast um FM heitið í kappróðri upp á tann mátan, sum tað framvegis verður gjørt. Higartil hevur tað ongan- tíð eydnast einum báti úr Fuglafirði at vinna FM heitið. Um tað fer at eydnast í 2009 fæst at vita í seinasta lagið á Ólavsøku. Men um úrslitini á Norðoyastevnu skulu nýtast sum grundarlag undir metingini, so er tað góður møguleiki fyri, at tað, sum ikki hevuyr eydn- ast áður, skal fara at eydnast teimum í Fuglafirði í ár. Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir løgdu bragdliga fyri, og tað hefti einki fyri hjá teimum. Erla Kongsdóttir var eina løtu eina bátslongd frammanfyri Frúnna úr Miðvági, sum áður hevur vunnið so nógv. Eina løtu sá tað út til, at Frúgvin skuldi bjóða av í kappingini um fremsta plássið, og á málinum var grøni báturin úr Fuglafirði umleið eina hálva bátslongd undan Frúnni. Tað vóru bara hesir báðir bátarnir, sum kappaðust um fremsta plássið. Hvassi, sum endaði á triðja plássi, var meiri enn eina bátslongd aftanfyri Frúnna. At tað eydnaðist Erlu Kongsdóttir at vinna fer ivaleyst at bera við sær, at áhugin fyri kappróðri í Fuglafirði nú fer at verða størri, enn hann kanska hevur verið seinastu árini. Tey eru mong, sum hava fylgt og stuðlað Frúnni, og næstu leygardagarnar fer eisini at hoyrast meiri til teirra, sum stuðla Erlu Kongsdóttir. Tað eru nýggjar kappróðrartíðir í Fuglafirði! Gongurólvur við kvinnumanning var einasti báturin hjá sigursvanda Havnar Róðrarfelag, sum vann á Norð­ oyastevnu KAppRóðUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Á Sundalagsstevnu í fjør var Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag fremstur í kapp ingini millum 6-mannafør við kvinnum. Í seks teimum næstu kapping- un um eydnaðist tað ikki HR kvinnunum at vera fremstar á mál. Men á Norðoyastevnu leygardagin vístu tær á Gongurólvi, at tær ætla sær at vera við í kappingini um FM heitið, sum kvinnurnar á Gongurólvi seinast vunnu í 2003. Gongurólvur legði seg á odda beinanvegin, og hóast talan var um hampuliga tætta kapping við Sølmund, so tóktist ongantíð nakar ivi at vera um, at Gongurólvur fór at vinna. Sølmundur og Páll Fangi vunnu hini heiðurs merkja- plássini. Fjarstøðan millum hesar tríggjar fremstu bát- arnar var ikki størri enn so, enn at talan kann fara at verða um tætta kapping á næstu stevnunum. Hesa ferð vunnu tær á Gongurólvi, og merkisvert var tað, at kvinnumanningin var tann einasta hjá Havnar Róðrarfelag, sum fór úr Klaksvík við vinnarasteypi í FM kappingini. Ofta hevur tað hilnast betri á Norð- oyastevnu hjá Havnar Róðrarfelag, sum onkra ferðina hevur vunnið allar róðrarnar í fyrstu FM kapp- ingini. Úrslitini á norðoyastevnu 1 Tjaldrið 05:05.19 2 Junkarin 05:07.06 3 Blikur 05:07.20 4 Royndin Fríða 05:08.04 5 Teistin 05:10.18 6 Havfrúgvin 05:12.15 7 Kollur 05:14.10 8 Jallurin 05:16.02 9 Ritan 05:22.17 10 Firvaldur 05:33.14 1 Gongurólvur 05:13.15 2 Sølmundur 05:15.13 3 Páll Fangi 05:18.20 4 Hvessingur 05:21.04 5 Jarnbardur 05:21.10 6 Romvlvs 05:24.07 1 Jallurin 05:31.14 2 Firvaldur 05:32.05 3 Havfrúgvin 05:46.08 4 Falkur 05:51.03 5 Sílið 05:51.10 6 Hvassi 05:52.20 7 Katla 06:12.00 1 Erla Kongsdóttir 05:24.07 2 Frúgvin 05:25.14 3 Hvassi 05:30.00 4 Ritan 05:42.17 5 Blikur 05:47.10 1 Riddarin 07:15.01 2 Tvørabáturin 07:18.16 3 Smyril 07:23.09 4 Gongurólvur 07:26.02 5 Skúgvur 07:28.05 6 Rádni 07:29.14 7 Jarnbardur 07:31.03 8 Sundabáturin 07:32.14 9 Lómur 07:34.02 10 Fortuna 07:38.01 11 Hósvíkingur 07:38.02 12 Lokkin 07:45.10 1 Argjabáturin 07:01.02 2 Ørvur 07:25.15 3 Knørrur 07:48.02 1 Eysturoyingur 06:47.19 2 Klaksvíkingur 06:47.20 3 Ormurin Langi RK 06:53.14 10-mannafør 5-mannafør, dreingir 6-mannafør, kvinnur 5-mannafør, gentur 5-mannafør, kvinnur 6-mannafør, menn 8-mannafør Stór feløg eiga fram­ tíðina Dreingirnir á Tjaldrinum og genturnar á Jallinum vóru vunnu í sera tøttum kappingum KAppRóðUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fýra ferðir hevur FM staðið upp á spæl í kappingini millum 5-manna før við gentum. Drekin hjá Havnar Róðrarfelag vann í 2008, Hvassi av Oyri vann í 2007, Frúgvin úr Miðvági vann í 2006, og Blikur av Argjum vann í 2005. Enn skulu nógv tøk takast, áðrenn tað verður greitt, hvør fer at vinna FM í 2009 í kappingini millum gentumanningar. Um úrslitið á Norðoyastevnu skal vera grundarlag undir meting, so bendir alt á, at tað verður nýtt felag, sum hesa ferð verður FM vinnari. Jallurin hjá stóra Róðrarfelag- num Knørri vann. Talan var um tætta uppgerð við Firvald av Tvør- oyri, men Jallurin var fremst ur mest sum allan 1000 metra teinin. Hesir báðir bátarnir vóru so mikið langt undan hinum, at tað er torført at ímynda sær annan vinn- ara í næstsu kapping unum. Men kappingin millum Firvald og Jallin var so mikið tøtt, at tað ivaleyst eisini fer at verða heilt spennandi á Sunda lagsstevnu. Sigursvanda Tjaldrið Kanska var startspurturin hjá teimum á Skálafjørðinum ikki so góður, men tá ið teir høvdu róð hundrað metrar, var Tjaldrið á heiðursmerkjaplássi, og hóast Junkarin, Blikur, Teistin og Royndin Fríða í eina løtu bjóðaðu av, so vóru teir á Tjaldrinum teir drúgvastu. Kappingin var ógvuliga tøtt, og tað var hugaligt at staðfesta, at tað vóru fleiri, sum bjóðaðu seg fram, og sum kunnu roknast sum møguligir vinnarar í næstu kapp- ingunum. Tjaldrið tóktist sera sannførandi í endaspurtinum, og á málinum var guli báturin tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Junkaran og Blik, sum saman við Royndini Fríðu vóru í tættari kapping um næstu heiðurs- merkja plássini. Kappróðrarfelagið NSÍ hevur fostrað nógvar góðar rógvarar. Fleiri teirra hava tikið fyrstu tøkini umborð á Tjaldrinum. Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast í ár. Síðstu FM heitini hjá dreingjamanningini á Tjaldrinum vórðu vunnin í 2000 og 2001. Nýggjar tíðir í Fuglafirði Kvinnurnar verja Havnina Kvinnurnar umborð á Gongurólvi vóru einasta manningin hjá Havnar Róðrarfelag, sum kom heim við gullmerkjum Mynd: Jens Kristian Vang