mánadagur 8. juni 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 106 - 8. juni 2009 ]
Selja ikki Alonso
Rafael Benitez, venjari hjá Liverpool, hevur
ongar ætlanir um at selja Xabi Alonso, hóast
Real Madrid sigst vera til reiðar við einum
risa-boði upp á spælaran. – Vit hava eitt gott
og ungt lið, sum hevur góðar møguleikar at
menna seg enn meira. So vit selja ikki, sigur
Benitez, sum fleiri ferðir áður hevur nevnt
týdningin, sum Alonso hevur fyri lið hansara.
Fleiri vilja keypa Newcastle
Mike Ashley, sum í fjør royndi at selja enska Newcastle, sigur nú, at
hann hevur tveir ella tríggjar møguligar keyparar til felagið, sum í fjør
flutti niður. Hóast Newcastle fllutti niður í fjør og hevur risastóra
skuld, so slær nevndarformaður í íløgubankanum, sum stendur fyri
søluni, at Newcastle er eitt áhugavert felag. – Tað er eitt stórt felag. Til
dømis vóru í meðal 48.000 áskoðarar til dystirnar hjá Newcastle,
meðan sama tal hjá Liverpool var um tey 45.000, sigur Keith Harris.
Næstbestu mann
ing arnar hjá HB og
B68 leggja stórt trýst
á liðini, ið kundu
hugs að sær at flutt
upp í Voda fone deild
ina, tá kapp ingin í 1.
deild er av. Higartil
darla tey øll aftaná,
og enn bendir einki á,
at nakað av teimum,
sum kann flyta upp,
veruliga hevur neyð
ugu dygdirnar til at
gera tað – og síðani
at kunna standa seg
haruppi
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Av teimum liðunum, ið
kunnu flyta úr 1. deild upp í
Vodafonedeildina, sær bara
B71 út til at vera á nøku-
lunda rættari kós í løtuni.
Liðið byrjaði illa, men hev-
ur spælt seg upp og tykist
vera í góðum formi í
løtuni.
Men B71 er tó bara á
triðja plássi, aftan fyri næst-
bestu manningarnar hjá HB
og B68, sum ikki síggja út
til at standa nakað sum
helst aftan fyri tey liðini, ið
ætla sær upp millum 10 tey
bestu í Føroyum.
Tosað hevur verið um
vant andi dygd í 1. deild, og
enn bendir ikki nógv á, at
framgongdin er sjónsk. So
at siga øll lið seta stig til
her og har, og einki teirra
líkist veruliga einum upp-
flytingarfavoritti, ið veru-
liga hevði staðið seg í Voda-
fonedeildini.
Tað jaliga við gongdini
er tó, at eingin kann kenna
seg tryggan og at odda-
liðið kann verða skift út
næstan hvørja viku, og
tað kann henda eina ferð
aftrat í annað kvøld, tá júst
B68 og HB hittast í topp-
dysti.
TB í evstu løtu
Hóast TB er elsta fót bólts-
felag í Føroyum, gongst
ikki ordiliga eftir ætlan. Tað
kom aftur til sjóndar, tá HB
vitjaði á Sevmýri leygar-
dag in, tí dysturin endaði
við javnleiki, men HB var
bara ein minutt frá sigri-
num.
Johan Ejvind Restorff
Mouritsen legði HB á odda
mitt í fyrra hálvleiki, men
stutt fyri steðgin javnaði
Gilli Sørensen fyri TB til
hálveiksstøðuna 1-1. Men
HB svaraði aftur tíðliga í
seinna hálvleiki, tá Mortan
úr Hørg skoraði til 2-1.
Hetta sá leingi út til at
gerast úrslitið, tí hóast TB
royndi at trýsta og HB
síðstu 10 minuttirnar spældi
við einum manni í minniluta
eftir útvísing, sá einki út til
at skula broytast. Men fýra
minuttir inn í yvirtíðina
skoraði Hanus Mortensen
fyri TB, sum sostatt megn-
aði at fáa javnleik 2-2 í
evstu løtu.
B68 blívur við
Hevur B68 gjørt fleiri bilsin
við sínum avrikum í Voda-
fonedeildini, so ger felagið
ikki minni vart við seg við
næstbesta liðnum, sum nú
leingi hevur verið millum
tey fremstu.
Heldur ikki skálamenn,
sum royna at byggja upp av
nýggjum við ungum og
evnaríkum spælarum, fingu
undir
Mýruhjalla
gjørt
nakað við ta sannroynd, at
flestu feløg í 1. deild skulu
spæla væl, skulu tey gera
nakað við B68.
Hesa ferð gjørdist talan
um ein arbeiðssigur hjá
tofta monnum,
sum
var
tryggjaður við einum máli
síðst í hvørjum hálvleiki.
Fyrst skoraði Oddur Høj-
gaard til 1-0 fyri steðgin,
og stutt fyri dystarendaði
tryggjaði Jonleif Højgaard
sigurin við máli til 2-0.
Hóast javnt leikaði á, var
sigurin ikki óuppiborin, tí
teir hjá B68 vístu seg sum
heild at vera vandamiklari
enn heimaliðið.
B71 funnið kósina
Líkt er til, at B71 umsíður
hevur funnið kósina og tí
eisini líkist mest upplagda
uppflytaranum. Hesa ferð
varð tað staðfest við 4-1
sigri á FC Hoyvík, sum fyri
trimum vikum síðani var
oddalið, men nú datt niður
á fimta pláss.
FC Hoyvík gjørdi tað ikki
lættari fyri seg sjálvt, tí
fyrst skoraði Clayton Soares
við beinleiðis frísparki í
fyrra hálvleiki og síðani
gjørdu hoyvíkingar sjálvmál
við einari afturlegging í
tómt mál tíðliga í seinna
hálvleiki.
Eftir hetta raknaði FC
Hoyvík við eina løtu og
fekk eitt mál, sum Jørgen
Meitilberg skoraði, umframt
at aðrir kjansir vóru.
Men so gekk ikki meira.
Fyrst skoraði Símin Hansen
til 3-1 við brotssparki,
áðrenn innskifti Jónsvein
Thomsen staðfesti sigurin
við málinum til 4-1.
Sostatt sær bara út til at
ganga ein veg hjá B71,
meðan FC Hoyvík heldur
hevur hug til at dragna í
løtuni.
Fáir møguleikar
Í Sarpugerði tók næstbesta
manningin
hjá
Víkingi
ímóti VB/Sumba, sum átti
at verið eitt av liðunum, ið
stríddist um uppflytingina,
men ikki sær út til at røkka
heilt upp.
Víkingur liggur hinvegin
beint oman fyri niðurflyt-
ingarstrikuna og arbeiðir
fyribils mest við at varðveita
liðið í næstubestu deildini.
Talan var um ein lítið
áhugaverdan dyst, sum var
sera javnur, men við rætti-
liga fáum málmøguleikum.
Liðini høvdu hvør sín hálva
kjans í part, og tí kundi tað
illa enda øðrvísi, enn tað
gjørdi: 0-0.
Málríkt við Løkin
Ólíka øðrvísi var í dystinum
við Løkin, har NSÍ tók ímóti
MB, tí ikki færri enn seks
mál komu í hesum dyst inum.
Og fyri níggjundu ferð í ár
gjørdist talan um tap til MB,
ið liggur nógv tyngri í sjó-
num enn nakað av hinum 1.
deildar lið un um.
Klæmint
Olsen
legði
vert irnar á odda í fyrra
hálv leiki, men John Poulsen
fekk javnað, so hálv leiks-
støðan var 1-1. Munurin
hevði kanska ikki verið so
stórur, men tað bleiv hann
eftir stegðin, tá fyrst Sjúrður
Jacobsen legði NSÍ á odda
2-1 og Árni Frederiksberg
síðani økti til 3-1.
Tí munaði tað so lítið, at
John Poulsen aftur var á
blettinum
fyri
MB
og
minkaði til 3-2, tí NSÍ vísti
seg at vera drúgvara liðið
og fekk enntá eitt mál aftrat,
sum Bergur Djurhuus skor-
aði til 4-2.
HB og B68
kroysta
hini
Støðan, 1.deild menn
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 HB
11
6
-
3
-
2
24
14
10
21
2 B68
11
6
-
2
-
3
26
15
11
20
3 B71
11
6
-
2
-
3
24
14
10
20
4 TB
11
5
-
4
-
2
18
16
2
19
5 FC Hoyvík
11
6
-
1
-
4
15
16
-1
19
6 VB/Sumba
11
5
-
3
-
3
23
19
4
18
7 NSÍ
11
4
-
2
-
5
19
23
-4
14
8 Víkingur
11
2
-
5
-
4
9
10
-1
11
9 Skála
11
2
-
2
-
7
10
19
-9
8
10 MB
11
0
-
2
-
9
11
33
-22
2
Clayton Soares og hinir
í B71 eru í løtuni besta –
og næstan einasta – boðið
upp á ein møguligan
uppflytara úr 1. deild,
har liðið av Sandoynni
tó bert er nummar trý,
aftan fyri teir næstbestu
hjá bæði HB og B68
Savnsmynd: Hilmar Jan
Hansen/Einslistir